Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 184 - 25. september 2006 útlond SAMBAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Stutt sagt Visti teilendski frorsætis­ ráð­harrin, Thaksin Shina­ watra, at herurin fyrireik­ aði kvett ímóti sær, tá hann fór til USA á aðalfund hjá ST? Herleiðslan hevur ikki dult fyri, at hon gjørdi av at taka valdið, tí hon var mis­ nøgd við politikkin hjá for­ sæstisráðharranum. Mill­ um annað varð hann lagdur undir at hava hugsað meiri um seg og síni enn um teilendska fólkið. Thaksin var staddur á ST-aðalfundi í New York, tá herurin tók valdið, men okkurt bendir á, at hann visti, hvat fór at henda, meðan hann var burtur­ staddur. Í hvussu er er komið fram, at forsætis­ ráðharrin hevði ikki færri enn 58 kuffert við sær í flogfarinum, tá hann fór úr Teilandi til USA tann 9. september, og at eitt flogfar fór úr Teilandi fáar dagar undan kvettinum við 56 kuffertum hjá forsætis­ráð­ harranum. Eygleiðarar í Bangkok halda, at forsætisráðharrin fekk ein stóran part av ognum sínum av landinum, áðrenn hann bleiv koyrdur frá. Hernaðarstýrið, sum nú stýrir Teilandi, vil ikki gera viðmerkingar til tíð­ indini, skrivar AP. Tað er líkt til, at tei­ lendski forsætis­ráð­ harrin væntaði kvett ímóti sær, og tí tók hann tað mesta av ognum sínum við sær av landinum. Teiland Árni Joensen fartekst@mail.dk Thaksin hevði 114 kuffert við sær úr Teilandi Hósdagin varð tann 23 ára gamla Jimella Tunstall funn­­in myrd. Hon var við barn og var komin í sjeynda mánað, men drápsmaðurin hevði tikið barnið úr henni. Løgreglan sendi stór lið at leita eftir barninum og hinum børnunum hjá kvinnuni, og leygardagin vórðu hini trý børnini funnin myrd. Løgreglan í St. Louis sigur, at tey lógu í einari vaskimaskinu og einari turkitrumlu, men hon vil ikki siga, hvussu tey doyðu. Løgreglan í St. Louis hevur illgruna um, at ein 24 ára gomul vinkona Jim­ ellu Tunstall hevur myrt hana og børnini. Tað er komið fram, at vinkonan var saman við teimum trimum børnunum seinasta mánadag, og tað er eisini komið fram, at hon skipaði fyri, at ein smábarn bleiv jarðað í síðstu viku. Sjálv vildi hon vera við, at hon hevði fingið eitt deyðføtt barn, men løgreglan vónar, at DNA-kanningar kunnu prógva, at talan var um tað ófødda barnið hjá Jimellu Tunstall. Tann 24 ára gamla kvinnan skuldi koma fyri rættin í dag, og hon kann fáa deyðarevsing, verður hon funnin sek. Sjálv eigur hon tvey børn, sum nú eru í varðveitslu hjá myndug­ leikunum. Morðini í East St. Louis hava skelkað amerikanarar, men tilburðurin er kortini ikki tann einasti av slíkum slagi, skrivar AP. Í síðstu viku varð ein kvinna álopin í Missouri, og drápsmaður­ in tók pinkubarn hennara við sær. Her eydnaðist tað løgregluni at finna dráps­ mannin og barnið, og mamman slapp eisini við lívinum, skrivar AP. Í síðstu viku varð ein kvinna funnin myrd í býnum St. Louis. Kvinnan var við barn, men drápsmaðurin hevði tikið barnið úr henni. Leygardagin vórðu trý onnur børn hjá kvinnuni funnin myrd. usa Árni Joensen fartekst@mail.dk Óhugnalig morð skelka USA – Løgreglan í JFK-floghavnini vildi hava meg úr klæðunum og hótti meg venesuelski uttanríkisráðharrin Góðtaka ikki umbering Stjórnin í Venesuela er í øðini um, at landsins uttan­ ríkisráðharri bleiv hildin aftur í hálvan annan tíma í JFK-floghavnini í New York, tá hann skuldi til hús eftir at hava tikið lut á aðalfundinum hjá ST. Sjálvur hevur ráðharrin sagt, at løgreglumenninir vildu hava hann at lata seg úr, og at teir høvdu við at sláa, um hann ikki gjørdi eftir boðunum. Slíkt er greitt brot á gald­ andi reglur. Amerikanskir em­­bætis­ menn hava viðgingið, at løgreglumenninir gjørdu eitt mistak, og ameri­kan­ ska umsitingin hevur eisini biðið Nicolas Ma­ dure, uttanríkisráðharra og stjórnina í Venesuela um umbering, sigur BBC. Men venesuelska stjórnin vil ikki góðtaka umber­ ingina úr Washington. Viðurskiftini millum USA og Venesuela eru ikki tey bestu, og tey batnaðu ikki, nú ST helt aðalfund. Har nýtti vene­ suelski forsetin, Hugo Chavéz, høvi til at finnast harðliga at George W. Bush, forseta. Hann sam­ anbar Bush við hin versta og kallaði hann drykkju­ mann. Pakistanski forsetin, Per­ vez Musharaf, skrivar í sínum endurminningum, at USA rindaði Pakistan fleiri milliónir dollarar, aftur fyri at Pakistan gekk við til at útflýggja yvir­ gangsmenn til USA. Talan var um fólk, sum sambært amerikanarunum høvdu tilknýti til al-Qaeda, men forsetin skrivar ikki, hvussu nógvar pengar tað snúði seg um. Sambært amerikanskari lóg kann USA ikki rinda einum landi ella tess myndugleikum slíka sam­ sýning, tí lógin sigur, at bara einstaklingar kunnu fáa samsýning av hesum slagnum. Løgmálaráðið í Washington sigur, at har vita tey einki um, at USA hevur goldið nakað end­ urgjald fyri at fáa yvir­ gangsmenn úr Pakistan. Í síðstu viku avdúkaði Pervez Musharaf, at fyrr­ verandi amerikanski vara­ uttanríkisráðharrin, Ric­ hard Armitage, hevði hótt við, at USA fót at bumba Pakistan aftur í stein­ øldina, um landið ikki hjálpti USA í bar­daganum ímóti yvirgangi. Hóttanin kom stutt eftir atsóknina 11. september í 200l. Rindaðu fyri yvirgangsmenn Pervez Musharaf. Útlendsk bløð bannað Í Egyptalandi hava mynd­ ugleikarnir sett blaðsøl­um og øðrum forboð fyri at selja trý útlendsk bløð, tí tey hava skrivað niður­set­ andi um islamsku trúnna. Talan er um tríggjar einstakar útgávur. Tað eru franska blaðið Le Figaro frá 19. september, týska Frankfurter Allgemeine Zeitung frá 16. september og ein útgáva av enska vikublaðnum Guardian Weekly. Sambært kunn­ ing­ar­málaráðharranum eru tær tríggjar útgávur­ nar steðgaðar, tí har stend­ ur, at tann muslimska trúgvin menti seg ígjøg­ num harðskap og ágang. Bannið hevur samband við tað, sum Benedikt 16. pávi segði í einari røðu í Týsklandi tann 12. sep­ tem­ber. Har endurgav hann nøkur orð frá 14. øld, sum vildu vera við, at læran hjá Muhammed profeti var ónd og ómenn­iskjalig. Orðini fingu øði í nógvar muslimar, og pávin noyddist at biðja um um­bering fyri at hava endurgivið orðini. Thaksin Shinawatra hevur verið í London, síðani hann bleiv koyrdur frá.