mánadagur 25. september 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 25. september 2006
15
tíðindi
Galathea-
myndamaður
sendur heim
Myndamaðurin hjá
Jyllands-Posten er
sendur av skipinum, eftir
at tað er komið fram, at
hann hevði stolið sprutt
frá yvirmonnunum, og
drukkið tað umborð á
skipinum, sum hevur
fullkomið alkoholforboð
á rannsóknarferðini
GALATHEA
Rólant Waag Dam
Fyri tíð síðani var danska
verjuskipið, Vædderen, í
Føroyum, sum partur av
rannsóknarferðini Gala
thea 3. Rannsóknarferðin
er ein náttúruvísundalig
verkætlan, og umframt
serfrøðingar, granskarar
og skúlanæmingar, eru
eisini
fjølmiðlaumboð
umborð, men nú eru tey
so vorðin ein færri.
Eitt danskt blað veit í
morgun at siga, at mynda
maðurin hjá Jyllands-
Posten er sendur heim
av
rannsóknarferðini,
heili sjey mánaðir áðrenn
upprunaliga ætlað. Orsøkin
er hon, at myndamaðurin
hevur stolið sprutt frá
yvirmonnunum og síðani
er tikin í at drekka tað
umborð.
Sjálvandi er tað ikki
loyvt at stjala, og tá tað
annars er fullkomið alko
holforboð
umborð,
so
hevur
myndamaðurin
forbrotið seg móti fleiri
reglum, sum eru galdandi á
rannsóknarferðini, og tí er
hann koyrdur av skipinum.
Rannsóknarferð
ella rukkutúrur
Danska blaðið Ekstra
Bladet plagar ikki at
leggja fingrarnar í millum
í sínum viðgerðum av mál
um, og tað gera teir heldur
ikki í hesum førinum.
“Ein av myndamonn
unum umborð á rann
sóknarskipinum Vædd
eren,
blandaði
sítt
uppihald á Galathea 3-
rannsóknarferðini við ein
rukkutúr á Oslo-leiðini”,
siga teir millum annað í
umrøðuni av málinum.
Blaðið veit eisini at siga,
at myndamaðurin fjasaðist
við einum 18 ára gamlum
studentaskúlanæmingi
umborð, og tað er heldur
ikki serliga vælumtókt.
Ekstra Bladet hevur roynt
at fingið viðmerkingar frá
avvarðandi pørtum, hvørki
Søværnets
Operative
Kommando ella mynda
maðurin
sjálvur
hava
hug at viðmerkja málið,
men Søværnets Operative
Kommando kann kortini
vátta, at ein av manningini
er sendur heim, og at tað
er gjørt eftir boðum frá
skiparanum.
Á býráðsfundi í
Havn hóskvøldi
fekk P/F Jákup á Dul
prinsipiella tilsøgn
at byrja arbeiði
uppi við Stórutjørn.
Nú manglar bert
endaliga loyvi frá
búnaðarstovuni,
áðrenn arbeiði kann
byrja
stóratjørn
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tórshavnar býrað samtykti
á býráðsfundi hósdagin
at geva P/F Jákup á Dul
prinsipiella tilsøgn at byrja
arbeiði
við
Stórutjørn.
Við 12 atkvøðum fyri og
einari ímóti var stór semja
í býráðnum fyri byggi
ætlanini hjá Jákupi á Dul.
Býráðið vil ikki
gera bindingar
Sjálvt um Tórshavnar býráð
hevur samtykt at geva Jákup
á Dul prinsipiella tilsøgn at
byrja arbeiði, so vildu tey
ikki gera nakra bindandi
avtalu við P/F Jákup á Dul í
samband við ítróttarøkið.
Jákup á Dul hevði sligið
upp, at Tórshavnar býráð
kundi leiga seg inn á
ítróttarøkið fyri á leið 20
mió. árliga yvir eitt ávíst
áramál, men hetta vildi
býráðið ikki binda seg til.
Teir meta tað vera bíligari
í longdini at byggja eitt
ítróttarøkið sjálvir.
Jákup á Dul er í feriu í
løtuni, so sosialurin hevur
ikki havt møguleika at fáa
viðmerkingar frá honum,
hvørt hetta fer at geva
nakrar trupulleikar, ella um
P/F Jákup á Dul ætlar at
halda fram við somu ætlan.
Loyvi væntar frá
Búnaðarstovuni
Einasta loyvi, sum nú
manglar,
eftir
at
P/F
Jákup á Dul hósdagin
fekk prinsipiella tilsøgn
til økið við Stórutjørn, er
loyvi frá Búnaðarstovuni til
byggilendið, sum ætlandi
skal vera á leið 470.000 m2
til støddar.
Avtala skal gerast um,
hvussu stórt økið skal vera,
og hvussu høgur prísurin
skal vera fyri lendið. Sum
skilst verður hetta ikki
ein trupulleiki, men tað er
meir ein spurningur um tíð,
áðrenn hetta kemur í rætt
lag.
Klárt at fara í
gongd við arbeiði
Nú P/F Jákup á Dul hevur
fingið tilsøgn frá býráðnum,
so er næstan klárt at fara í
gongd við arbeiði. Arbeiði
er lagt til rættis, og fyrsta
byggistig fer at fevna um
eina stóra handilsmiðstøð
og
skrivstovubygningar.
Annað byggistig fer at
fevna um stóra ítróttarøkið,
sum nú verður sett eitt
lítið
spurnartekin
við,
orsaka av at býráðið ikki
vil gera bindandi avtalu í
samband við ítróttarøkið.
Eftir hetta fer so at vera
arbeitt við íbúðum, rað
húsum, hotellum og vinnu
bygningum.
Ætlanin hjá P/F Jákup á
Dul er at hýsa so nógvum
ymiskum fyritøkum sum
møguligt, so arbeiði uppi
við Stórutjørn verður so
fjøllbroytt sum til ber.
Um byggiætlanin við
Stórutjøn gerst til veruleika,
so verður væntandi pláss
fyri á leið 400 fleiri familj
um í Havnini.
Teir fimm veðrarnir,
sum vóru tiknir
í Stakkinum
leygardagin vigaðu
millum 68 og 81
pund og vóru seldir
fyri tilsamans 40.000
krónur
STAKKURIN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Leygarmorgunin klokkan
hálvgum átta vóru 49 fólk
savnaði uttan fyri bygdar
húsið í Tjørnuvík. Tey
skuldu út í Stakkin eftir
veðrum, og sum sigur er, so
sungu tey áðrenn tey fóru
til gongu.
Veðrið var frálíkt og tað
gekk eisini ómetaliga væl at
taka veðrarnar. Allir komu í
rætt í fyrstu royndini, og
Høgni Hansen sum var við
á túrinum heldur fyri, at tað
gekk næstan ov væl.
- Allir komu í rætt
beinanvegin, so tað bleiv
ongantíð so spennandi sum
tað onkuntíð hevur verið,
sigur Høgni Hansen,
Kingo aftur við
matinum
Fólkið var aftur í Tjørnuvík
beint fyri døgurða, og tá
sungu tey síðsta vers av “Nú
dagurin at enda er”. Síðani
var alt fjallfólkið boðið inn
í bygdarhúsið til døgurða,
og tá liðugt var at eta var
eitt kingolag sungið.
Millum 68 og 81 pund
Klokkan fimm vóru teir
fimm veðrarnir seldu á
uppboðssølu. Teir fóru
ávíkavist 5.500, 6.000 og
tveir fyri 7.000 krónur.
Seinasti
veðrurin
varð
flettur og seldur í stykkjum,
og gav hann knappar 13.000
krónur inn, so samanlagt
var tað hann, ið royndist
best í prísi, og lá samlaða
inntøkan av søluni um
40.000 krónur.
Seinni um kvøldið vórðu
hinir veðrarnir flettir, og
vigaðu teir ímillum 68 og
81 pund, og tað eru menn
bara væl nøgdir við.
Komandi ár verða tveir
veðrar og seks ær slept út í
Stakkin, og so vóna tey, at
kunna taka eini 14 kríatúr
næsta ár.
Byggingin við Stórutjørn
kann byrja
Á býráðsfundi hóskvøldið fekk P/F Jákup á Dul prinsipiella tilsøgn til byggiætlanina við
Stórutjørn. Nú vantar bert loyvi frá Búnaðarstovuni at keypa lendið, áðrenn arbeiðið kann fara
í gongd
Veðrar fyri 40.000 krónur
KYKMYNDIR
Sí annars
kykmyndir
frá Stakkinum
leygardagin á www.
portal.fo
49 fólk vóru í Stakkinum leygardagin eftir veðrum, og tey høvdu ongar trupulleikar við at fáa alt
í rætt fyrstu ferð tey royndu
Mynd Karis á Brúgv