Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 184 - 25. september 2006 tíðindi – Higartil hevur einki virki borið seg undan at gerast Ársins virki á Vinnudegnum, sum Vinnuhúsið skipar fyri. Hinvegin hava vit nakrar ferðir sæð, at Ársins virki seinni er komið í andglettin fyri annað enn tað, sum heiðurin snúði seg um, ásannar Jan Mortensen, stjóri í Vinnu­húsinum Ársins virki Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vinnudagurin, sum nú hevur nøkur ár á baki, hevur havt sum fastan tátt at útnevna Ársins virki og Ársins átak. Soleiðis var eisini seinasta fríggjadag. Á Vinnudegnum 2005 fekk Høvdavirkið í Leirvík hendan heiður, men long tíð gekk ikki, til virkið kom í andglettin í fjølmiðlunum fyri annað enn tað, sum útnevningin snúði seg um. Dálking við slógvi Høvdavirkið varð nevniliga lagt undir at dálka bøin við slógvi og at stoyta slógv á sjógvin. Vit spurdu tí Jan Mortensen, stjóra í Vinnuhúsinum, um nakað virkið higtartil hevur borið seg undan at taka ímóti heiðrinum sum Ársins virki – av ótta fyri kanska at verða hongt út í fjølmiðlunum fyri okkurt annað seinni. – Nei, higtartil hevur einki virkið borið seg undan, so vandin við slíkum søgum hevur ikki fingið virkini at halda seg aftur, sigur hann. Ikki eindømi Jan Mortensen vísir á, at hendingin við Høvda­virk­ inum í fjør er ikki eindømi eftir, at útnevningin sum Ársins virki er veruleiki. – Hetta hava vit upplivað nakrar ferðir, sigur hann. Stjórin í Vinnuhúsinum vísir á, at tá ið Vónin varð kosin at vera Ársins virki, var onkur søga um, at virkið fekst við trolarbeiði á gamla Leir­víksvegnum. – Sama var, tá ið dóms­ nevndin útnevndi Havsbrún til Ársins virki. Tá vórðu søgur um roykin í Fuglafirði tiknar fram aftur, sigur Jan. Ein frammaná Stjórin í Vinnuhúsinum vísir á, at stingur tú nøsina fram, er ein ávísur vandi fyri, at tú kanst fáa ein frammaná, sum hann tekur til. – Tað vísir seg, at fólk eru meira bevíst um umhvørvi, og tað haldi eg bara vera gott. Sjálvandi eiga fyritøkurnar eisini at hugsa um um­hvørvisligu viðurskiftini. Hetta er nakað, sum virkini mugu taka í álvara, sigur Jan Mortensen, stjóri. Vinnudagur og Ársins virki: Stingur tú nøsina fram, er skjótt at fáa ein frammaná Hann fór ungur til skips og sigldi øll síni bestu ár. Í 1984 fingu teir eina sinnopsbumbu í trolið í Eystursjónum, men tað gingu nøkur ár, til Hálvdan Gudmundsen legðist uppi og fór undir reiðaravirksemi Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í blaðnum fríggjadagin høvdu vit samrøðu við Hálvd­an Gud­ mundsen, sum saman við øðrum hevur keypt frysti­línu­ bátin, Eklip­tiku, sum nú hevur gamla skipanavnið, Venus. Hálvdan er ein av monn­un­ um, sum í sínari tíð var við Heldarstindi, ið fekk eina bumbu við sinnopsgassi í trolið. – Eg var stýrimaður við Heldarstindi, og eg minnist hesa hending væl. Hon fór fram í Eystursjónum 21. mars 1984. Hálvdan fór til skips sum ungur og sigldi øll síni bestu ár. – Eg sigldi nøkur ár eftir hendingina í Eystursjónum, men sum tíðin leið, legðist eg uppi, tí heilsan var ikki so góð sum áður. Útgerðarmaður Síðan miðskeiðis í níti­ár­ un­um hevur Hálvdan verið út­gerðarmaður, og í dag eigur hann í trolaranum, Vesturtúgvu, Mars Chaser og nýggja Venusi, sum verður klárur til fiskiskap um eina viku ella so. – Í løtuni liggur gamli Venus, og vit ivast í, hvussu langt línuloyvini, vit eiga, fara at røkka. Hann vísir á, at Ekliptika eisini eigur kvotur í altjóða sjógvi, og tá ið summarið kemur, er ætlanin at royna hesar leiðir. Spurdur, hvussu tað hevur gingið at manna skipini, sigur hann, at tað higartil hevur gingið væl. – Eg vil siga, at hetta hevur ikki verið nakar trupulleiki. Hann vísir tó á, at teir høvdu ávísar trupulleikar í vár, og tað sama merktu onnur reiðaríir kring landið. – Men nú er líkt til, at menn aftur eru hugaðir at fara til sjós, sigur Hálvdan Gudmundsen. Gongur væl Tað er P/F Hýsisá, sum eigur Vesturtúgvu og Mars Chaser, meðan P/F Fossá eigur Venus. Tað hevur rímiliga væl, síðan Hálvdan Gudmundsen og hansara menn keyptu Vesturtúgvu. Hálvdan ein av monnunum við Heldarstindi Eftir útnevningina sum Ársins virki, fekk Havsbrún ábreiðslur fyri ringan royk Vónin fekk ábreiðslur fyri at arbeiða trol á gamla Leirvíksvegnum ... og Høvdavirkið, sum fekk heiðurin í fjør, fekk ábreiðslur fyri at dálka bøin við slógvi Ársins virki í ár er Thor í Hósvík, sum hevur nógv virksemi í oljuvinnuni