Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 25. september 2006 17 tíðindi Tað varð partafelagið Thor, sum gjørdist Ársins Virki 2006 VINNUDAGUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Nevndin greiðir í skrivi frá grundgevingunum til at velja Thor til Ársins Virki 2006: Tað var reiðaríið P/F THOR, sum gjørdist ársins Virki 2006. Niðanfyri er grund­gevingin hjá dóms­ nevndini endurgivin. Við val av ársins virki skal metingarnevndin taka støðu sína út frá hesum krøvum: • Virkið skal hava víst fram­ fýsni og áræði innan eitt nú útflutning, vørumenning, tøknifrøði, útbúgving ella annað øki, og hetta skal eftir styttri áramáli hava viðført menning og vøkstur. • Virkið skal hava verið støðugt/vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarligt úrslit seinastu árini. • Virkið skal vilja trína alment fram sum vinnari av kappingini um ársins Virki. Fiskivinnan er okkara høv­uðsvinna, beinið hjá okk­um at standa á. Men livandi tilfeingið, sum hon hvílir á, er skiftandi og við hvørt svikaligt. Vit hava gjørt ymiskar royndir at fáa annað bein at standa á, m.a. farmaskipavinnu og ali­ vinnu. Vónir eru um annað til­ feingi undir Føroyum enn fisk, og fólk eru spent um úrslitið av tí royndarboring, sum nú fer fram. Skal ein møgulig komandi oljuvinna fáa vinnuligan týdning fyri land og fólk, er ein for­treyt, at vit vinnuliga búgva okkum til at taka aktiv­an kappingarføran lut í vinnuni. Nevndin fegnast um, at fleiri føroyskar fyritøkur og samtøk í dag eru virkin á oljumótum í Evropa og víðari úti í heimi; og at tað hevur gingist teimum so mikið væl í kappingini, at tey á jøvnum føti við dugandi útlendskar kappingarneytar kunnu bjóða seg fram í tí oljuvinnu, sum stundar til her heima. Nevndin er samd í at velja eitt av hesum virkjum, sum við seiggi, støðugari góðskumenning og virkni mót­vegis keyparunum hev­ ur ment seg á altjóða markn­ aðinum fyri tær tænastur, sum tað hevur lagt seg eftir at veita. Talan er um eitt reiðaravirki, sum støðugt hevur brotið upp úr nýggjum. Tað hevur lagt seg eftir ótraditionellum fiskasløgum og fiskileiðum við góðum úrsliti, og hevur um somu tíð við hegni dif­ ferentierað sítt virksemi til eisini at fevna um tænastur innan oljuleiting, har tað veitir hjálparskipatænastur til frálandavinnuna í 50 londum kring allan knøttin (Evropa, Asia, Suður- og NorðurAmerika og Afrika). Menningin er farin fram, meðan oljuprísurin var lágur, og oljufeløgini aftraðu seg at leita eftir olju á óvissum oljumótum. Menningin er eisini farin fram, meðan doll­ arvirðið hevur verið óvanliga lágt. Hesar umstøður hava ikki hildið felagnum aftur í at leggja sær eina við at lúka øll krøv til góðsku, um­hvørvi og trygd, sum ný­mótans vinna krevur. Hetta hevur givið útslit, og í dag ræður virkið yvir 22 skipum, av hesum 15 innan oljuvinnu. Nærum 450 fólk starvast hjá fyritøkuni. Õ ár hevur tað gjørt sáttmála um at byggja supportskip í Føroyum. Fyritøkan hevði í 2005 eitt ognaravkast upp á 22 % og eitt eginpeningsavkast upp á 49 %. Eginpeningurin var upp á knappar 30 mió. kr. og soliditeturin 39 %. Nevndin hevur tí ikki ivast í at velja P/F THOR í Hósvík til ársins Virki 2006. Kelda: www.industry.fo Tað var blaðið Vinnuvitan, sum varð valt Ársins Átak. Blaðið hevur tvey ár á baki, og tað leggur seg eftir at skriva vinnutíðindi og um viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri vinnuna VINNUDAGUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Vinnuhúsið greiðir á heima­ síðuni frá grund­gev­ingunum til at velja Vinnuvitan sum Ársins Átak 2006: Ársins átak verður givið fyri at heiðra eitt virki ella ein persón, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum fram­ burði. Eisini sættu ferð hev­ur verið úr at velja í hjá nevndini í samband við ársins átak. Vit síggja stórar vinnuligar broytingar og rembingar í føroyska samfelagnum. Vit síggja ognarrættindi skifta eigara til virði, sum hava tykst óhoyrd. Tað er eitt tekin um sunt váðafýsni. Slíkir vinnuligir møguleikar og av bjóðingar verða tiknar í einum samfelagi, har borg­ arar og fyritøkur trúgva upp á framtíðina.  Í einum slíkum samfelagi er tað av størsta týdningi, at okkara fjórða statsmakt, fjølmiðlarnir, eru virknir. Fjøl­miðlar, ið ikki røkja parta­politisk, fakfelagslig ella onnur óviðkomandi enda­ mál. Fyri vinnulívið er tað eis­­ini týdningarmikið, at vit hava miðlar, sum seta fokus á føroyskt vinnulív og vinnukarmar, miðlar, sum lýsa handilsliga og bú­ skaparliga rákið, og miðlar, sum megna at viðgera gongdina hjá einstøkum virkjum og fyritøkum í land­ inum og meta um úrslit og framtíðarútlit hjá teimum. Slík viðgerð av vinnu­ lív­inum í fjølmiðlunum er eisini ein treyt fyri at menna ein partabrævahugburð í sam­felagnum. Borgararnir skulu hava møguleika at meta sjálvstøðugt um fyri­ tøk­urnar og ikki dúva upp á litaða ávirkan. Tá Vinnuhúsið fyri nøkrum árum síðani byrjaði at leggja tíðindir á heimasíðu sína, var tað tí, at vinnuviðurskiftir høvdu alt ov lítlan áhuga í fjølmiðlunum og í al­menn­ inginum. Her kann verða staðfest at vend er komin í, og størstu broytingini stend­ ur blaðið Vinnuvitan fyri. Tað er út frá hesum, at nevndin hevur valt at heiðra Vinnuvitan sum ársins átak 2006. Blaðið hevur nú so dyggi­ liga víst, at tað er komið fyri at vera - við einum blaðið um vikuna og við alt fleiri blaðsíðum. Upplagið á blaðn­ um er 2.500, upp á seg eitt sera høgt tal sæð í mun til danska Børsen við 70.000 og íslendska Viðskiptablaðið við 4.000 eintøkum. Góðsk­ an á blaðnum er eisini ment, og innihaldið vorðið meira fjølbroytt.  Nevndin hevur tí ikki ivast í at heiðra júst Vinnuvitan sum ársins átak 2006. Vinnuvitan Ársins Átak P/F Thor í Hósvík er ársins Virki 2006 Teir í p/f Thor vóru sjónliga glaðir fyri heiðurin. Mynd: Jens Kr. Vang Blaðið Vinnuvitan varð valt Ársins Átak 2006. Mynd: Jens Kr. Vang (’GGUSLOKK &Œ2/9!!'.3Œ,! 4EL  &AX  (%),3Œ,!3-£3Œ,!  PRKG 3ENTVERžURUMALTLANDIž 3AURI  PRKG