Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 184 - 25. september 2006 tíðindi Petur Petersen, aðal­stjóri, hevur gjørt eina kanning av føroysku stjór­ unum. Hann við­gerð kanningina í film­ inum, sum varð vístur á Vinnudegnum VINNUDAGUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Kanningin vísir, at føroysku stjórarnir eru ungir, og at teir hava sitið leingi, hóast teirra unga aldur. Stjórarnir sita í miðal í tólv ár. Tá ið stjórarnir vórðu spurdir, hvørji viðurskifti eru tey týdningarmestu í teirra fyritøku, svara teir flestu, at starvsfólkviðurskifti, handils­ við­urskifti og umsiting eru týdningarmiklast. Petur staðfestir, at tað er stórur munur á stjórunum í teimum privatu fyritøkunum og teimum almennu fyri­tøk­ un­um. Stjórarnir í teimum privatu fyritøkunum skulu í størri mun skapa úrslit. Teir skulu hugsað um at fáa fyritøkuni at yvirliva, meðan teir almennu stjórarnir hugsa meira um umsiting og onnur viðurskifti. Skiparahugburður Leiðsluhátturin er bundin at mentanini. Teir almennu stjórarnir hava ofta eina hægri útbúgving frá einum lærustovni uttanlanda, og teir eru tí ávirkaðir av leiðslu­ mentanini har. Teir privatu stjórarnir hava mangan fing­ið uppalingina frá teirra gomlu stjórum, og tí er hug­burðurin øðrvísi. Sum heild kann sigast, at privatu fyri­tøkurnar brúka ein leiðsluhátt, sum er ávirkaður av „skipara­hug­ burðinum“. Hetta er ein kont­ antur leiðslu­­háttur, sum eisini verður kallaður fyri „manage­ ment“. Teir almennu stjórarnir nýta ein leiðsluhátt, sum minnir um sokallað „leader­ ship“, har ið stjórin sam­ skipar og útdelegerar. – Tað er torført at siga, hvør leiðsluháttur er betri, men ein kanning vís­ir, at ein samanrenning av „management“ og „leader­ ship“ gevur besta úrslit, sigur Petur Petersen. Filmurin kann síggjast á www.foryoabanki.fo Skiparahugburður mill um stjórarnar Katrin á Neystabø hevur gjørt eina kanning av før­oyskum nevnd­ararbeiði. Niður­ støðan er, at nógv kann betrast inn­an føroyskt nevnd­ar­arbeiði - serliga í teimum smærru fyritøkunum VINNUDAGUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Filmurin um føroyska leiðslu, sum varð sýndur á Vinnudegnum, viðgjørdi tvær kanningar, sum Pet­ur Petersen og Katrin á Neysta­ bø hava gjørt. Katrin er lesandi, og hon hevur gjørt kanningina um nevndirnar. Kanningin vísir, at tær størru fyritøkurnar hugsa langt og leggja strategi. Tær hava yvirskot til at nýta orku til at menna og vaksa um virksemið. Tær smærru fyritøkurnar hava ikki so gott nevndar­ arbeiði. Tær arbeiða meira við bráðneyðugum trup­ul­ leikum, og nýta ikki tíð til at leggja virksemisætlan ella tílíkt. Nevndirnar í teimum størru fyritøkunum arbeiða óheft av leiðsluni, meðan tað eru persónligar samanrenningar millum nevndarlimir og leiðsluna í teimum smærru fyritøkunum. Sum heild verður ov lítil orka nýtt til starvsskipan og virkisætlan. Tað er lítil útskifting í føroysku nevndunum. Hvør nevndarlimur situr í miðal í 6 ár, og hvør nevndarformaður situr í miðal í 9 ár. Tað sæst eisini, at somu persónar ganga aftur í leiðslu og nevnd­um, vísir Katrin á. Katrin heldur, at út­ lendsk umboð betra um nevndararbeiði. Tey hava ein altjóða hugburð og hjálpa fyritøkuni at koma út á marknaðin. Tí er tað so upp­ lagt, at brúka útlendsk nevnd­ ar­umboð, sigur Katrin. Grundleggjandi trupul­leikin er, at tað mangl­ar út­skifting og eftir­meting í føroyska nevnd­ ar­arbeið­in­um. Filmurin kann síggjast á www.foroyabanki.fo. Ov lítil útskifting í føroysku nevndunum