mánadagur 25. september 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 25. september 2006
19
tíðindi
Sløk 400 fólk vóru
á Vinnudegnum
2006, sum varð
hildin fríggjadagin.
Tað eru eini 50 fleiri
enn í fjør. Stjórin í
Vinnuhúsinum, Jan
Mortensen, er væl
nøgdur við dagin,
sum hann heldur
eydnaðist sera væl
Vinnudagur 06
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Enn ein vinnudagur er lagd
ur aftur um, og dómsnevndin
hevur kosið Ársins virki
2006, sum gjørdist reiðara
virkið, Thor í Hósvík og
Ársins átak 2006, sum gjørd
ist Vinnuvitan.
Út við 400 fólk vóru á
Vinnudegnum í ár, sum er
fleiri enn nakrantíð áður.
Eydnaðist væl
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum, sigur, at nú
Norðurlandahúsið hevur
fingið nýggjar stólar, eru
fleiri sitipláss í húsinum, og
tí kundu tey taka imóti fleiri
fólkum hesaferð enn áður.
– Jú, eg haldi, at alt gekk
væl, og at dagurin sum heild
eydnaðist sera væl.
Hann sigur, at »konseptið«
fyri dagin hevur verið tað
sama øll árini, har Ársins
virki og Ársins átak verða
kosin, og síðan hevur ein røð
verið av fyrilestrum, sum teir
flestu á ein ella annan hátt
hava snúð seg um leiðslu.
– Eins og undanfarin ár,
vóru flestu luttakararnir á
degnum í ár vinnulívsfólk,
og síðan vóru eisini umboð
fyri ymisk ráð, sum hava
við vinnuna at gera, eitt nú
vinnumálaráðið og fiski
málaráðið.
Eftirmeting
Jan sigur, at Vinnuhúsið plag
ar at venda sær til nakrar av
luttakarunum nakrar dagar
eftir, at Vinnudagurin hevur
verið.
– Síðan verður skipað fyri
einum eftirmetingarfundi
millum stigtakarar og nøkur
vitjandi. Tá verður tosað um,
hvussu tiltakið eydnaðist,
eins og fólk hava høvi at
bera fram síni sjónarmið um
dagin – og somuleiðis koma
við hugskotum um, hvussu
dagurin kann gerast uppaftur
betri.
Hann sigur, at ætlanin er
eisini at skipa fyri einum slík
um eftirmetingarfundi í ár.
– Karmarnir um dagin
liggja í rímiliga fastari legu,
men fáa vit góð hugskot um,
hvussu tiltakið kann gerast
uppaftur betri, taka vit tey
fegin til eftirtektar, sigur Jan.
Hann vísir á, at stigtakar
arnir royna at leggja onkur
»yvirraskilsir« inn í skránna
fyri dagin, sum kunnu
snúgva seg um smá tema.
Onkur stór »kanón«
Á veitsluni, sum var á Hotel
Føroyum eftir sjálvan Vinnu
dagin, segði Jan Mortensen,
at stigtakararnir fara at
arbeiða við at fáa okkurt stórt
navn higar at halda fyrilestur
til dagin komandi heyst.
– Ja, eg nevndi til stuttleikar
í røðu míni, at vit kundu
hugsað okkum at fingið eitt
navn sum Bill Clinton – ella
onkran av hansara »kaliber«.
Um hetta er møguligt, vita
vit ikki. Bill hevur nýliga
verið í Danmark og hildið
fyrilestur fyri vinnulívsfólki,
men vit hava skilt, at prísurin
var ógvuliga høgur. Um
hetta yvirhøvur letur seg
gera fíggjarliga í Føroyum,
vita vit ikki. Tað verður helst
lættari sagt enn gjørt, men
vit fara at royna, sigur stjórin
í Vinnuhúsinum.
Jan Mortensen sigur, at
fyrireikararnir fara at leggja
seg í seðlan fyri at fáa onkra
stóra »kanón«, sum hann
tekur til, higar til lands kom
andi heyst.
– Vit ætla at hava okkurt
nýtt og øðrvísi til Vinnudagin
komandi, sigur hann.
Ymiskir fyrilestrar
Stjórin í Vinnuhúsinum
heldur, at fyrilestrarnir, sum
vóru á Vinnudegnum hesa
ferð, vóru fjølbroyttir og
áhugaverdir, og hann heldur,
at teir dekkaðu evnið, sum í
fyrsta lagi er leiðsla, rímiliga
væl.
– Men tað vil altíð vera
individuelt, hvat fæst burtur
úr slíkum fyrilestrum.
Summi hava hoyrt okkurt av
tí, sum sagt verður, áður, og
fyri onnur er tað, sum borið
verður fram, ikki hoyrt áður,
sigur hann.
Á Vinnudegnum vórðu
fyrilestrar hildnir bæði av
føroyingum og útlendingum.
Guðfinna S. Bjarnadóttir,
stjóri á Lærda Háskúlanum
í Reykjavík, helt fyrilestur
um ”leadership in an ever
changing enviroment”, og
Jan Ziskasen, stjóri í Kraft
Foods, helt fyrilestur um
leiðsluroyndir. Haraftrat
helt Emilia van Hauen,
samfelagswfrøðingur og
leiðsluráðgevi, fyrilestur á
Vinnudegnum.
Góð veitsla
Jan Mortensen sigur, at
veitslan, sum var á Hotel
Føroyum seinni um kvøldið,
eydnaðist væl.
– Út við 350 fólk vóru á
veitsluni, sum varð hildin í
góðum hýri – og við nógvum
røðum.
Stjórin í Vinnuhúsinum
sigur, at tey vóru mong,
sum serliga heilsaðu reið
aravirkinum, Thor, fyri
heiðurin sum Ársins virki
2006.
Ætla at fáa eina
stóra »kanón«
til vinnudagin
komandi heyst
20 20 20
Skrivstovulærlingur
Søkt verður eftir skrivstovulærlingi at byrja skjótast til ber.
Vit bjóða
Spennandi, mennandi og til tíðir krevjandi arbeiðsumstøður, har høvið sjálvsagt er fyri
framhaldandi, persónligari eins væl og fakligari menning í einum livandi og dynamis-
kum umhvørvið.
Lærutíð
Hevur tú
• FHS er lærutíðin 3 ár
• HH er lærutíðin 2 ár
• HF ella student er lærutíðin 2 ár og 18 vikur.
Setanarviðurksifti
Starvið verður sett skjótast til ber, og lønin er smb. lønarsáttmálanum hjá S&K.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.
Fyrispurningar
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Maluna, samskipara í kundarøktini, á
telefon 50 20 56 ella umvegis teldupost til malan@kall.fo
Umsóknir
Møguligar umsóknir saman við prógvum v.m. (CV), skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 3. oktober. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Send umsóknina til:
Kall
Postboks 3299
Óðinshædd 2
FO-110 Tórshavn
Viðm. Brævbjálvan “umsókn.”
Ella teldupost til malan@kall.fo
– Karmarnir um Vinnudagin liggja í rímiliga fastari legu, men fáa vit góð hugskot um, hvussu
tiltakið kann gerast uppaftur betri, taka vit tey fegin til eftirtektar, sigur Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum
– Eg nevndi til stuttleikar
í røðu míni á veitsluni, at
vit kundu hugsað okkum
at fingið eitt navn sum
Bill Clinton – ella onkran
av hansara »kaliber« til
vinnudagin komandi. Um
hetta er møguligt, vita vit
ikki, sigur Jan Mortensen