mánadagur 25. september 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 184 - 25. september 2006
tíðindi
– Teir hava kempað
– At teir báðir, Gunn
bjørn og Hans Andrias
fingu henda heiðurin,
er uttan iva av tí, at
teir hava kempað og
kempað fyri fyri
tøkuni, sigur 37 ára
gamla Joy Simonsen,
sum starvast sum
skrivstovukvinna hjá
Thor í Hósvík.
Hósvík: Tað er mánamorg
un, men einki óljóð at
hoyra her á skrivstovuni
hjá THOR Offshore Service
her á havnalagnum í Hós
vík.
Fólkið er komið til arb
eiðis í morgun, og tað hoyr
ist at her eru nógvir bóltar í
luftini í senn. Eingin ivi er
um, at fólk hava nóg mikið
at takast við.
At virkið varð kosið sum
ársins virki seinasta fríggja
dag, fegnast tey sjálvandi
um. Men líkt er til, at tey
ikki ætla at sóla sær á
laurberunum, men ynskja
bert at hanga enn meiri í í
framtíðini.
Í einum rúmi sita trý fólk
og skriva á teldur sínar. Í
einum øðrum er ein kvinna
í telefonini. Hon hevur júst
ringt.
– Ja, eg veit ikki hvussu
akutt tað er. Men ..... ja, vit
skulu sjálvandi loysa tað
beinanvegin, sigur hon.
Viðkomandi í hinum
endanum á telefonini hevur
ein trupulleika, og vendir
sær á rætta stað við honum.
Viðkomandi veit, at er eru
tey von at loysa alskyns
trupulleikar.
Hesin trupulleikin er ein
av mongum, sum fær eina
nøktandi loysn. Tað er helst
so sum annar stjórin, Gunn
bjørn Joensen so væl sigur
tað:
– Vit leita ikki eftir tru
pulleikum. Vit finna møgu
leikarnar. Hava vit ein
trupulleika, so er tað ein
uppgáva sum skal loysast.
– Men uttan øll hesi góðu
og vælkvalifiseraðu starvs
fólkini, hevði einki borið
til, staðfestir hann.
At tað eru onnur sum
hava fingið eyguni upp fyri
hesum sama, prógvaði
virðislønin tey fingu hand
að seinasta fríggjadag á
Vinnudegnum
í
Norð
urlandahúsinum.
Fjølbroytt arbeiði
Joy Simonsen hevur sítt
fasta pláss her á skriv
stovuni í Hósvík. Og hon
veit eisini, hvat fyritøkan
stendur fyri og megnar.
– Eg eri púra sannførd
um, at skuldi nakar hava
henda heiðurin, so vóru tað
teir báðir, sigur Joy.
Hon er úr Norðragøtu,
og hevur starvast her í
hálvttriðja ár. Hennara
arbeiði er bæði spennandi,
ábyrgdarfult og haraftrat
sera fjølbroytt.
Joy møtir vanliga til
arbeiðis kl. 8:15 og arbeiðir
niðursetta tíð – í hesum
føri 25 tímar um vikuna.
– Men eg veit ikki. Tað
blívur sjáldan til tað. Tað
verður sum oftast til meiri,
einar 30 tímar um vikuna,
sigur hon.
Hetta ávirkar tó ikki
hennara áhuga og ídni fyri
arbeiðinum. Og nú Thor
gjørdist ársins virki 2006
er tað bert ein staðfesting
av tí innsatsi sum hvør
einstakur ger – tey á skriv
stovuni í Hósvík og hini
400 sum eru knýtt at fyri
tøkuni úti í heimi.
– Hetta er eitt gott arb
eiðspláss. Her føli eg meg
sum heima, sigur Joy.
Hon má skunda sær víð
ari inn á skrivstovuna, tí
nú skal hon í holt við fyrstu
uppgávuna í morgun: Ein
hópur av telduposti er kom
in í morgun – helst fleiri
við góðynskjum til fyri
tøkuna í framtíðini.
Hesin
posturin
skal
annaðhvørt svarast ella
sendast víðari til røttu
viðkomandi.
Akutt arbeiði
Joy Simonsen hevur sum
nevnt verið til arbeiðis her
í sløk trý ár. Áður starvaðist
hon á Frímerkjadeildini á
Argjum.
Saman við øllum hinum
starvsfólkunum á skriv
stovuni loysir hon hvønn
einasta dag ein hóp av
ymiskum uppgávum sum
skrivstovufólk.
Tað eitur at hon starvast
undir skrivstovustjóranum
Sue Philbrow. Og hetta er
eitt sera fjølbroytt og
spennandi arbeiði.
Tá hon møtir hvønn morgun
er eitt tað fyrsta hon ger at
gera klárt til drekka til
starvsfólkini.
Síðani skundar hon sær
inn til skrivaraborð sítt,
har hon hyggur teldupostin,
sum er komin til fyritøku
na, ígjøgnum. Starvsfólk
ini hava hvør sína teldu-
adressu, men ofta kemur
postur sum er sendur bein
leiðis til fyritøkuna.
Sohvørt sum hon finnur
fram til, hvør eigur teldu
postin sendir hon henda
víðari til rætta viðkomandi,
samstundis sum allir spam-
fílarnir verða slettaður.
Meðan hon er í ferð við
hetta arbeiðið plagar post
boðið at koma við dagsins
posti. Hesin verður sjálv
andi eftirhugdur og býttur
út til tey, sum eiga hann.
Vanliga fer hon tá undir
tær
uppgávurnar
sum
standa til henda dagin.
Men tað kemur meiri enn
so fyri, at broyting kemur í
dagsskránna.
– Tað hendir seg av og á
at okkurt akutt skal gerast
fyri Gunnbjørn ella Hans
Andrias. Tá má eg leggja
alt annað til viks og bert
hugsa um hetta.
– Tað er neyðugt í hesi
bransjuni, har ting skulu
henda skjótt. Teir krevja
nakað av okkum, men eru
kortini góðir við arbeiðs
fólkið, staðfestir Joy.
Følir seg heima
Thor er eitt stórt arbeiðs
pláss – millum tey heilt
stóru í landinum. Á skriv
stovuni eru tey 14 í tali,
men úti í heimi liggur talið
av starvsfólkum millum
400 og 450!
Hóast talan er um eitt
rættiliga stórt arbeiðspláss
sum hevur fólk í arbeiði
kring allan heimin, so verð
ur tað einstaka starvsfólkið
ikki gloymt.
– Nei her, – her følir ein
seg sum heima, sigur Joy.
– Vit hava tað sera gott
saman.
– Vit arbeiða saman, tosa
saman og øll eru blíð og
glað mótvegis hvørjum
øðrum. Tað er líkasum at
vit eru til arbeiðis, men at
vit eisini kennast sera væl.
Eitt dømi um hetta var í
vár, tá starvsfólkini høvdu
tosað saman um at fara út
at bowla eitt kvøldið.
– Hetta vóru stjórarnir
við uppá. Teir gjørdu ikki
mætari enn at teir bjóðaðu
sær at gjalda fyri øll starvs
fólkini. Tað var flott, sigur
Joy.
Takk fyri innsastin
Sjálv visti Joy ikki av, at
Thor varð kosið ársins
virki. Og hon var heldur
ikki við í Norðurlanda
húsinum fríggjadagin.
– Eg haldi at tað var ein
røtt avgerð. Tað hevði verið
heilt løgið, um tað ikki
vóru vit sum vunnu. Um
nakar skuldi vunnið so var
tað Thor!
– Thor er bara vaksið og
vaksið. Hetta er líkasum
ikki bert arbeiðið hjá Hans
Andriasi og Gunnbjørni.
Hetta er simpelthen teirra
lív.
– Tí eiga teir ein slíkan
heiður uppibornan, slær
Joy fast.
Hóast hon ikki var við til
samkomuna, so fekk hon
kortini sín heiður sýndan
Ársins virki
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Starvsfólkini fegnast um heiðurin sum varð sýndur teirra arbeiðsplássi. Aftast vinstrumegin: Andras Ellingsgaard, Sue Philbrow, Malena í Lambanum, Petra
Eystberg Poulsen, Sámal Arnoldson, Justin Philbrow, Daysi Thomsen, Ann-Britt Johannesen, Johanna Olsen, Arnfríð Poulsen, Joy Simonsen og Sigvør B. Johannesen.
Fremst vinstrumegin: Gudrun Joensen, synir hennara og stjórarnir báðir, Hans Andrias og Gunnbjørn, og pápin Magnus Joensen