mánadagur 25. september 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 25. september 2006
21
tíðindi
fyri fyritøkuni
fyrr í morgun: Tá góvu
stjórarnir báðir nevniliga
henni og øllum hinum,
sum ikki vóru við, eina
samanplanting av blómum.
Heilsanin frá stjórunum
var greið: - Tillukku sjálv.
Og takk fyri innsatsin!
Hans Andrias Joensen, forstjóri byrjaði sína vinnuligu karrieru sum sølumaður av Sosialinum í
heimbygdini.
Petra Eystberg Poulsen fær blómur handaðar frá stjóranum, Gunnbjørn Joensen
– Alvorligt herðaklapp
til okkum øll
Hósvík: - Tað er altíð gott
at fáa eitt slíkt herðaklapp.
Men vit ætla ikki at gevast
fyri tað og seta okkum at
slappa av, sigur Gunn
bjørn.
Hann situr á skrivstovu
síni í morgun og hevur úr
at gera. Telefonin ringir í
heilum, tí fólk vilja ynskja
teimum á fyritøkuni til
lukku við heiðrinum sum
ársins virki í ár. Hetta er
eitt greitt tekin um, at
onnur eisini vita av og
fegnast um arbeiðið teirra.
– Hetta er sum at gerast
Føroyameistarar.
Tað
næsta má væl verða tað at
vit gerast Heimsmeistarar,
sigur Gunnbjørn við ein
um smíli.
Her í morgun á skriv
stovuni í Hósvík er einki
sum bendir á, at teir ætla
at seta seg hendir í favn
og bara látast sum einki.
– Tað gevur sjálvandi
íblástur at fáa ein slíkan
heiður. Hetta er haraftrat
ein góð og ókeypis rekl
ama fyri fyritøkuna.
– Hetta førir tí vónandi
við sær, at vit fáa enn
meiri vind í seglini, sigur
hann.
Heimsumfatandi
Við 450 fólkum í starvi
og við 22 skipum sum
sigla á mongum av heims
ins høvum er her talan
um eina heimsumfatandi
fyritøku. Men slíkt kemur
ikki av ongum.
– Styrki okkara er at vit
eru álítandi, hava góð
fólk rundan um okkum,
og sum eru sett at gera
tað, sum tey sjálvi eru
allarbest til.
– Vit hava somuleiðis
royndir á økinum, og
kunnu tí taka skjótar av
gerðir, tá tað krevst, sigur
Gunnbjørn.
Heiðurin sum teimum
varð sýndur á Vinnudeg
num ger bara framtíðina
hjá virkinum enn meiri
spennandi.
– Høvdu vit ikki
so góð starvsfólk
her í Hósvík og úti
í heimi, bar einki
til. Og so høvdu vit
heldur ikki fingið
ein slíkan heiður,
sigur Gunnbjørn
Joensen, annar
av stjórunum hjá
THOR.
Ársins virki
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Skrivstovuleiðarin, Sue
Philbrow ynskir fyritøkuni
blíðan byr framyvir
Brøðurnir báðir, Gunnbjørn
og Hans Andrias Joensen
fegnast um heiðurin. – At ein
er komin so langt, kemur ikki
av ongum, sigur Gunnbjørn
Joy Simonsen hevur eitt fjølbroytt arbeiði á skrivstovuni. – Thor
var rætti vinnarin sum ársins virki, sigur hon