mánadagur 25. september 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 184 - 25. september 2006 ]
Greiður meiriluti av
fótbóltsfeløgunum
og fleiri FSF nevndar
limir søgdu bums
nei, tá ið Óli Holm
fríggjakvøldið vildi
hava undirtøku fyri
at FSF skal byggja
nýtt hús við Tórsvøll
og samstundis ber
kostnaðin av at leggja
tak yvir ein part av
áskoðaraplássunum
Tórsvøllur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tummilin vendi niður. Øðr
vísi kundi tað ikki tulkast,
tá ið FSF formaðurin, Óli
Holm, á fundinum, sum
FSF fríggjakvøldið hevði
við formenninar í fót
bóltsfeløgunum royndi at
fáa undirtøku fyri, at FSF
skal byggja og betala nýtt
hús við Tórsvøll.
Óli Holm, formaður í
FSF, legði upp til, at feløgini
skuldu geva grønt ljós fyri,
at húsið skuldi byggjast
yvirav húsinum, sum FSF
longu eigur við Tórsvøll,
og at tað í sambandi við
nýggja bygningin skuldi
gerast tak yvir ein part av
áskoðaraplássunum.
Tá ið tað varð spurt, um
Fótbóltssambandið longu
hevði tørv á at byggja
størri hús enn tað, sum
sambandið fyri fáum árum
síðani bygdi, var svarið ikki
eintýðugt ja. Umsitingin
segði seg væl kunna liva
við plássinum, sum hon nú
hevur. Stóri fyrimunurin
við nýggja bygninginum,
sum FSF skal eiga og fáa
fígging til við stuðli frá
FIFA, skal vera, at tak
verður lagt yvir ein part av
áskoðaraplássunum.
Tað kemur ikki upp á
tal, at FSF leggur meiri
pengar í Tórsvøll. Skal tað
kortini koma upp á tal, so
skulu
ognarviðurskiftini
broytast soleiðis, at FSF
skal yvirtaka Tórsvøll.
Hetta vóru greiðu boðini
frá feløgunum til FSF
formannin.
Orðaskiftið
bendi eisini á, at FSF for
maðurin ikki hevur fulla
undirtøku fyri sínari ætlan í
FSF nevndini.
Hvar koyrir tokið
- Tokið kann vera koyrt, um
vit ikki taka hesa avgerðina
nú, staðfesti formaðurin,
men heldur ikki hetta
broytti á nakran hátt um
støðuna hjá feløgunum..
- Hvat er Tórsvøllur uttan
FSF og landsliðini, varð
spurt. Svarið gav seg sjálvt,
og aftur og aftur varð hetta
tikið uppaftur.
Talan var um kunnandi
fund, har fleiri onnur mál
eisini vóru á skránni. Spurn
ingurin um nýtt FSF hús
var fyrsta málið, sum var
á skránni. Á slíkum fundi
verður ikki atkvøtt og eing
in formlig niðurstøða varð
gjørd. Men umboðini fyri
feløgini og meirilutin av
nevndarlimunum í Fótbólts
sambandinum góvu greitt
til kennar, hvat tey halda
um ætlanina, sum FSF for
maðurin hevur um at byggja
nýtt við Tórsvøll:
- Um FSF skal byggja, so
skal FSF eisini eiga vøllin.
Tórsvøllur er sjálveigandi
grunnur. Vit ganga ongantíð
við til, at FSF skal byggja
og betra umstøðurnar hjá
áskoðarunum
rundanum
Tórsvøll, uttan at FSF fær
ræðið á vøllinum. Um FSF
skal byggja, so skal FSF
eisini keypa sjálvan vøllin.
Um hetta ikki ber til, og
um tað er so neyðugt, at
FSF skal hava ein uppaftur
størri bygning enn tann,
sum felagsskapurin bygdi
fyri fáum árum síðani, so
kann bygningurin, sum
vit longu eiga, seljast til
grunnin og býráðið, og so
kann nýggjur bygningur
byggjast onkra aðra staðni
enn í Gundadali. Tað ber
eisini væl til at byggja aðra
staðni enn í Havnini. Um
Tórsvøllur og býráðið, sum
eigur vøllin, vilja leggja
tak yvir áskoðaraplássini,
so kunnu tey gera og
betala tað sjálvi, var greiði
boðskapurin til FSF for
mannin.
Onga ávirkan
Ein trupulleiki í hesum
tykist vera, at feløgini halda
FSF hevur ov lítla ávirkan á
Tórsvøll, hóast teir eiga ein
nevndarlim her. Nakað sum
Óli Holm eisini vísti á.
- Vit hava onga ávirkan á
Tórsvøll. Einasti máti at fáa
ávirkan er, at vit yvirtaka alt
økið, sum tað er, var svarið
frá einum stórum meiriluta
av formonnunum.
Sum skilst, so var upp
leggið, sum FSF formað
urin legði fyri fundin
fríggjakvøldið, ikki í tráð
við tað, sum nevndin í
Fótbóltssambandinum
hevði samtykt at fara til
feløgini við. Nevndin í
FSF var samd um, at spyrja
feløgini um loyvi at byggja
nýggjan bygning treytað av,
at FSF samstundis yvirtók
Tórsvøll.
Enn eru almennu
boðini ikki komin.
Men tað skilst á
øllum brøgdum,
at Petur Reinert er
ætlaður at vera næsti
altjóða dómarin hjá
Føroyum, nú Lassin
Isaksen fellur fyri
aldursmarkinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var longu í fjør heyst
gjørt greitt, at kappingarárið
2006 millum annað skuldi
brúkast til at finna mannin,
sum næstu árini skal vera
føroyska umboðið í altjóða
dómaraheiminum.
Lassin
Isaksen,
sum
hevur røkt hesa uppgávu
í fleiri ár, fellur nú fyri
aldursmarkinum,
og
tí
stóð skjótt greitt, at talan
mest sum skuldi verða
um kapprenning millum
fremstu dómararnar um
tøka sessin.
Nakrir snøklar eftir
Í fjør var stór semja um, at
Petur Reinert hevði verið
stinnasti dómarin, tá ársins
bestu vórðu avdúkað á
Gallakvøldinum í Leirvík.
Hetta hevur helst eisini
virkað til, at Petur ígjøg
num árið hevur verið
favorittur til tøka FIFA-
plássið. Og hóast formligu
boðini enn ikki eru komin
úr FSF-húsinum, so er tað
ein staðfesting, at Petur
nú er innstillaður. Enn eru
einstaskar royndir eftir á
skránni, og stendur hann
hesar, so er talan mest sum
um
avgreiðsluspurning,
áðrenn endaliga tilnevning
in fer fram.
Vit hava spurt Petur Rein
ert sjálvan og formannin
í
Dómaranevndini
hjá
FSF, Karl Vidtfeldt um
viðmerkingar, men hvørgin
teirra vil siga nakað sum
helst um málið. Helst tí
nakrir snøklar enn eru eftir
at greiða. Og at málið tí
enn ikki er heilt skottrygt.
Umframt Petur Reinert,
verða
Regin
Egholm,
Jens Albert Simonsen og
Jón Kári Frederiksen inn
stillaðir at verða altjóða
hjálpardómarar.
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Feløgini stuðla
ikki FSF um
Tórsvøll
Lítil ivi tykist vera um,
at Petur Reinert verður
komandi føroyska
umboðið á altjóða
dómarapallinum
Petur Reinert verður FIFA-dómari
Skal FSF brúka pening til Tórsvøll, vilja
føroysku fótbóltsfeløgini, at FSF eisini skal
eiga vøllin. Tað var greiða meldingin, sum
FSF-nevndin fekk á fundinum fríggjadagin