mánadagur 25. september 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 184 - 25. september 2006 ]
So fekk Vejle stig
Eftir 900 minuttir við superligafótbólti
eydnaðist tað sunnudagin Vejle at fáa
stig. Velje flutti upp í superliguni seinasta
kappingarár, og tað hevur gingið illa í fyrstu
dystunum. Í gjár spældi Vejle ímóti Esbjerg,
og dysturin endaði við javnleiki 3-3. Esbjerg
legði seg tríggjar ferðir fram um, men
hvørja ferð megnaði Vejle at svara aftur, og
drúgvu jydarnir fingu tí eitt stig burtur úr
dystinum. Vejle liggur tó framvegis niðast í
superliguni.
Nú er tað bara HB,
sum í veruleikanum
hevur møguleika at
taka oddaliðið aftur,
og eftir trivaligan
ÍF sigur í Vági tykist
VB/Sumba at vera
illa fyri í kappingini
um at sleppa undan
niðurflytingini
Formula-deildin
24. UMFAR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Trý umfør undan kapping
arenda er einki avgjørt.
Hvørki í toppinum ella í
botninum. Tá ið B36 hevði
lagt seg framum móti HB í
Gundadali, og EB/Streymur
hevði lagt seg framum á
Toftum, bendi tað eina løtu
á, at FM heitið mest sum
skuldi koma upp á pláss hjá
EB/Streymi í góðveðrinum
sunnudagin, men soleiðis
tørnaði tað ikki út.
Munurin millum EB/
Streym og HB var undan
24. umfari sjey stig. Nú
er hann fimm stig. Eftir
tapið móti HB er B36
níggju stig aftanfyri EB/
Streym. Tað eru trý umfør
eftir at spæla, og tá ið nógv
betri málmunurin hjá EB/
Streymi enn tann hjá B36
verður roknaður uppí, so
er teoretiski møguleikin
hjá B36 at endurvinna FM
heitið burtur.
Harvið er HB einasta
felagið, sum kann taka FM
heitið frá EB/Streymi. Um
tað fer at eydnast, er ein
annar spurningur. Skráin
hjá EB/Streymi er GÍ (h),
ÍF (ú) og KÍ (h). Skráin hjá
HB er VB/Sumba (h), B68
(ú) og ÍF (h). Á pappírinum
tykist skráin hjá HB at vera
lættari, enn skráin hjá EB/
Streymi er tað. At tað fram
móti kappingarenda ikki
bara er sum at siga tað at
spæla móti botnliðunum,
var sunnudagurin á Svanga
skarði góð áminning um.
At HB nú er fýra stig
undan B36 ber við sær, at HB
eftir øllum sólarmerkjum at
døma í hvussu so er hevur
tryggjað sær rætt at luttaka
í UEFA Cup, og tað hevur
stóran týdning fyri HB,
sum í landskappingini ikki
hevur tapt, síðani teir 2. juli
taptu 6-0 móti B36. Sigurin
hesa ferð og góða gongdin
seinastu nógvu ferðirnar
ber við sær, at stoyturin av
tí avklamsingini ikki er so
meinur nú, sum hann hevur
kenst síðani fyrst í juli.
Lyklauppgerð
sunnudag
Í botninum er spenningurin
størri nú. ÍF smurdi VB/
Sumba av í Vági, og B68
megnaði at fáa eitt stig
á heimavølli móti odda
liðnum. Úrslitini bera við
sær, at B68 nú er aftast, og
at ÍF og VB/Sumba hava eitt
stig fleiri enn botnliðið.
Skráin hjá B68 sær soleið
is út: ÍF (ú), HB (h) og
NSÍ (ú). Skráin hjá ÍF er
B68 (h), EB/Streymur (h)
og HB (ú). Hjá VB/Sumba
er skráin HB (ú), NSÍ (h)
og Skála (ú).
Seinastu vikurnar kundu
bent á, at VB/Sumba
er ógvuliga illa fyri. Við
úrslitunum tvær tær seinastu
ferðirnar móti teimum báð
um botnliðunum (1-6 á
Toftum og 1-4 á heimavølli
móti ÍF) í huga er ilt at
ímynda sær, at VB/Sumba
skal megna at gera nakað
við HB, NSÍ og Skála.
Sunnudagin skal B68 til
Fuglafirðar. Gongdin sein
astu vikurnar bendir á, at
tann parturin í hesi oyggja
uppgerðini, sum møguliga
megnar at vinna øll stigini,
fer at standa seg væl í trí
kappingini um at sleppa
undan niðurflytingini.
Steypið spøkir
Fyri einari viku síðani varð
víst á, at Løgmanssteypið
kostar stig hjá teimum,
sum framvegis eru partur
av steypakappingini. Ta
ferðina taptu trý av liðun
um,
sum
mikukvøldið
skuldu spæla hálvfinalu í
steypakappingini.
Mikukvøldið er aftur
hálvfinaluumfar á skránni.
Skála skal spæla í Klaksvík,
og EB/Streymur skal spæla
í Gundadali móti B36.
KÍ vann hesa ferð tætta
uppgerð móti NSÍ, og Skála
megnaði málleysan javnleik
í Gøtu. Hjá EB/Streymi
hilnaðist tað ikki so væl
á Toftum, sum tað kundi
roknast við, at tað skuldi
gera hjá oddaliðnum, og
B36 tapti grannauppgerðina
móti HB.
KÍ tykist longu so at
siga at hava tryggjað sær
pláss í finaluni, og Skála
tykist longu at vera fokið
úr steypakappingini. Tí er
væl hugsandi, at avrikini
hjá KÍ og Skála sunnudagin
ikki vóru merkt av, at tey
skulu spæla hálvfinalu
mikukvøldið.
Millum EB/Streym og
B36 endaði tað 1-0 til
heimaliðið, tá ið liðini
mikukvøldið spældu hálv
finalu á Eiði. Harvið er
alt púra opið undan seinnu
hálvfinaluni, sum verður í
Gundadali nú mikukvøldið.
Tað kann ikki avskrivast, at
hesi bæði liðini sunnudagin
hugsaðu eitt sindur um
hálvfinaluna og harvið ikki
fult og heilt vóru savnað um
uppgávurnar, sum tey ikki
megnaðu at loysa so væl,
sum tey sjálvandi høvdu
ynskt at gera.
Í 25. umfari, sum FSF
eftir fund við feløgini síðsta
fríggjakvøld hevur staðfest
verður spælt nú sunnudagin
1. oktober, er skráin: HB-
VB/Sumba, EB/Streymur-
GÍ, NSÍ-B36, Skála-KÍ og
ÍF-B68.
Símun tapti seinasta dystin
Ì gjár var seinasta umfarið í íslendsku landskappingini.
Keflavík spældi á útivølli ímóti Breiðabliki, sum var í
niðurflytingarvanda, og Breiðablik vann dystin 2-1. Símun
Samuelsen spældi við hjá Keflavík allar 90 minuttirnar.
Keflavík endaði sum nummar 5. Íslendskur fótbóltur
savnast alt meira kring høvuðsstaðin Reykjavík, tí hesaferð
fluttu ÍBV av Vestmannaoyggjunum og Grindavík niður í
næstbestu deildina.
Tað tódnaði allar vegir
Á Toftum fekk B68 óvæntað stig móti oddaliðnum. Saman við sigrinum hjá HB í Gundadali var hetta helst ábending um, at steypaliðini hava nýtt nógvar kreftir
seinastu dagarnar
Mynd: Álvur