mánadagur 25. september 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 184 - 25. september 2006 ]
Inter skoraði fýra
men fekk trupulleikar
Inter legði seg fram um 4-0 í dystinum ímóti
Chievo í gjárkvøldið, men móti endanum av
dystinum vaknaði Chievo og skoraði trý mál
seinasta korterið. Crespo legði Inter á odda,
Walter Samuel og Dejan Stankovic økti, áðrenn
Crespo aftur var fram við. Inter var rættiliga á
sigurskós, men so kom Chievo fyri seg, og tað
var líka við, at teir kláraðu at javna. Inter vann tó
dystin 4-3 og liggur á odda í Seriu A.
KÍ hevði longu vissað
sær steypið, men tað
var ein skeina í gullið,
at tær á Argjum taptu
seinasta dystin á
kappingarárinum
Fótbóltur
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Kvinnurnar hjá AB vunnu
leygardagin 3-2 móti KÍ.
Hetta var seinasti dystur
í ár hjá kvinnunum, og tí
fekk KÍ eftir dystin handað
steypið, sum tær longu
høvdu tryggjað sær áðrenn
dystin.
KÍ legði seg á odda við
málið, sum Malena Joseph
sen skoraði. Men seks
minuttir seinni javnaði
AB. Tað var Elin Katrina
Haraldsen, sum leikti ein
sera góðan dyst, ið setti
bóltin í netið
Síðani var tað AB, sum
aftur skoraði. Tað leikaði
hart á frammanyri KÍ málið,
og til endans var tað ein
KÍ verjuleikari, sum hevði
seinasta fótin á og beindi
hann í egið mál.
Í seinna hálvleiki sat
AB á tí mesta. Tað vóru tó
KÍ, sum javnaðu. Viviann
Bjartalíð tók ein langan túr
í vinstru síðu og smekkaði
bóltin í netið tætt undir
málinum.
Men AB svaraði aftur,
og eftir eina misskiljing
millum mámlmannin og
verjuleikara hjá KÍ, sær
Mona
Breckmann
sær
møguleikan at leggja seg
ímillum og seta bóltin í
tómt mál.
Tá ið dómararin bríkslaði
fyri seinastu ferð, vóru tað
tó AB kvinnurnar, sum
vóru glaðast. Tær eru tær
fyrstu, sum hava vunnið
á KÍ kvinnunum í lands
kappingini síðani 2002.
KÍ kvinnurnar vóru tó
glaðar um steypið, og til
endans gleddust bæði liðini
saman.
AB fekk bronsu, meðan
GÍ fekk silvur.
Grand
Prix
kappingin
2006 fór av bakkastokki
um vikuskiftið, tá fyrsta
kappingin varð telvað í
Ósáskúlanum í Klaksvík.
21
telvarar
luttóku.
Umframt
fleiri
sterkar
telvarar, sum á pappírinum
vóru favorittar, luttóku
rættiliga
nógvir
ungir
telvarar eisini. Undirtøkan
var hampuliga góð, men
ivaleyst varð vónað, at enn
fleiri møttu.
Telvað vórðu 7 umfør,
har hvør telvari hevði 15
minuttir í part til talvið.
Undan seinasta umfar
inum var Carl Eli Nolsøe
Samuelsen best fyri, at
vinna kappingina, eftir at
hann hevði vunnið á Martini
Poulsen og telvað javnt ímóti
Rana Nolsøe, sum hevði
telvað javnt ímóti Martini
Poulsen. Rógvi Dragaberg
gjørdi harða mótstøðu og
í tíðarneyðini mátti Carl
Eli ásanna, at ikki var
møguligt at fáa meir enn
javnt. Tá javnleikurin varð
tikin, var heldur hinvegin
góður møguleiki hjá Rógva
at vinna. Tískil endaðu
bæði Carl Eli og Rani á
6 stigum og deildum 1.
plássi. Trygg telving frá
teimum báðum - onki tap í
7 umførum.
Telvað varð somuleiðis
um
2
ratingvirðislønir.
Margar Berg vann 1. rating
virðislønina í kappingini
fyri telvarar við styrkis
talinum lægri enn 1600.
Sára Olsen vann 2. rating
virðislønina fyri telvarar
við styrkistalinum lægri
enn 1200, í harðari kapping
við heili 4 aðrar telvarar.
Gongur betur hjá Henrik Larsen
Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin Henrik Larsen hevur fingið
gongd á liðið hjá sær. Køge spældi í gjár á útivølli ímóti Fremad
Amager, har Andrew av Fløtum framvegis ikki er klárur at spæla,
og Køge vann dystin heili 4-1. Í hálvleikinum var støðan 1-1, men
tá ið ein tími varð farin, skoraði Køge tvey tøtt mál, og so settu teir
punktum við einum máli seint í dystinum. Fremad Amager liggur
miðskeiðis á stigatalvuni, men Køge nú er komið upp á fimta
pláss.
Fyrsta Grand Prix kapping í talv í ár liðug
Vinnarar: Martin Poulsen (3), Rani Nolsøe (1-2), Sára Olsen (2. ratingvl.), Carl Eli N.
Samuelsen (1-2), Margar Berg (1. ratingvl.)
AB kvinnurnar vunnu á meistarunum
Hetta køvdi gleðina
Hóast KÍ hevur vunnið meistaraheitið í fótbólti hjá
kvinnunum fyri sættu ferð, var málverjin hjá KÍ, Randi
Wardum, als ikki fegin eftir dystin. Lagið gjørdist tó
betri eftir nakrar minuttir, men tapti dysturin køvdi tó
meistaragleðina eitt sindur.
- Hetta køvir gleðina - í hvørt fall hjá mær. Eg haldi
ikki, at eg havi latið 3 mál inn sum KÍ leikari í einari
føroyskari kapping fyrr, sigur Randi Wardum.
Hon dugir ikki at siga, hví tær ikki megnaðu at
vinna dystin í dag, tá ið tær annars hava verið mestsum
ógjørligar at vinna á.
- Vit vistu, at AB fór at geva okkum góða mótstøðu,
og at tær fóru at kempa, men eg trúgvi, at vit hava tikið
tað ov avslappað, tí at meistaraheitið var longu komið í
hús áðrenn, sigur hon.
Randi heldur annars, at hini liðini hava ment seg.
- AB og GI kunnu saktans geva okkum stóra mótstøðu
næsta ár. Tær hava góðar ungar leikarar, sum stríðast
væl, sigur føroyameistarin.
-heinik
Sigurin hevur nógv at siga
Kristina Simonsen leikar við AB. Hon er sera væl nøgd
við 3-2 sigurin á KÍ. AB kvinnurnar vóru sera fegnar,
og tað er eisini ein sannroynd, at tað er eitt satt bragd,
ið tær hava framt.
- Vit eru væl nøgdar við sigurin. Hann hevur sera
nógv at siga fyri okkum, tí at nú hava vit vunnið á
meistarunum og sostatt prógvað, at vit kunnu spæla
upp til tær. Tað var eisini gott at vinna á teimum á síðsta
leikdegi, tá ið tær fingu steypið handað, sigur Kristina.
Tær í AB ætla sær at gera seg galdandi í toppinum
næsta ár.
- Vit ætla okkum at hótta KÍ næsta ár. Um vit møta
væl upp til venjing og eru seriøsar, so kunnu vit koma
langt. Umstøðurnar eru í øllum førum góðari felagnum,
so fortreytirnar eru har, sigur Kristina.
-heinik