Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 184 - 25. september 2006 ] United snávaði Manchester United byrjaði flúgvandi í Premier League í ár, men seinastu tveir dystirnar hevur liðið bert fingið eitt stig. Leygardagin spældi United ímóti uppflytarunum úr Reading, og tað endaði við javnleiki. United hevði stóra leikliga yvirvág, men Reading kom á odda við brotssparki beint eftir steðgin. Síðani trýsti United óført, men teir skoraðu bert tað eina málið, sum Cristiano Ronaldo syrgdi fyri eitt korter fyri tíð. Úrslitið hevði við sær, at Chelsea nú er aftur á odda í Premier League. Við sigrinum á grannunum fekk HB vaskað stórtapið móti grannunum fyrr í ár av sær. Samstundis er UEFA-Cup luttøka hjá reyð/svarta havnarliðnum nú mest sum tryggjað Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo HB hevur vunnið slagið um havnina. Hóast máltalvan í innan hýsis uppgerðunum er til fyrimun fyri B36, so siga stigini, at HB eigur seks av níggju møguligum. Og so hjálpir tað lítið, at B36 enn kann erpa sær av stórsigrinum í juli mánaði. Danir taka til, at ein svali gevur einki summar, og triða plássið á talvuni stað­ festir eisini veruleikan hjá B36 í so máta. Sunnudagin var vinnarin av dystinum eisini tann rætti. Eisini hóast B36 eina góða løtu í fyrra hálv­leiki hevði gott tak á dyst­in­um. Byrj­ anin sum so var ikki óvænt­ að varin frá báðum pørtum, sum tó høvdu einstakar góðar royndir. Spakuliga settist miðvøllurin hjá B36 á dystin, og tó at tað skuldi ein verjuvilla til, áðrenn B36 skoraði, so var eingin ivi um, at leiðslan var uppiborin. Talan var um langa send­ ing niðan í vinstra borð, har óroyndi Pætur Jørgensen meira enn hálvkiksaði, tá hann skuldi sparka burtur. Tað gav Sylla møguleikan at seta kós móti HB-málinum, og so beyð ikki bøtur. Tá Bárður Johannesen kom ímót, feldi hann áleyparan, og so var brotsspark. Onkur av teimum hvítu vildi eisini hava, at Bárður skuldi hava reytt, men her valdi dómarin røttu loysnina, tí hóast mál­ verjin púra greitt tók stóran møguleika burtur, so vóru tveir verjuspælarar eisini við at hava runnið Sylla aftur, so heilt opið var mál­ ið ikki. Orkan gekk undan B36 royndi nú veruliga at trýsta HB niður, og stóri spurningurin tóktist vera, hvørt tað skuldi eydnast HB at hóra undan fram til steðgin. Tað gjørdu teir, og tá teir komu út til seinna hálv­leik, var liðið at kalla hamskift. Kanska tók B36 seg nú nakað aftur á vøllin, teir hvítu høvdu neyvan ætl­ að, at trýstið skuldi ger­ ast somikið massivt, sum veruleikin sýndi. Ser­stak­ liga skapti HB nógv upp ígjøgnum høgru síðu, har ein væl upplagdur Jákup á Borg fleiri ferðir sendi vandamiklar bóltar inn í B36 brotsteigin, umframt at hann ta einu ferðina tvingaði Jákup Mikkelsen at stórbjarga, eftir at Rógvi hevði spælt Jákupu leysan innan fyri verjuna. Og 20 minuttir fyri leik­ lok fekk HB so lønina. Aftur var tað Jákup á Borg, sum hesa ferð sneiddi sera hegnisliga frá Alex José Dos Santos og Bergi Midjord. Og tá bólturin varð sendir flatt inn í brotsteigin, stýrdi føroya mest umtalaði fótbóltsspælari hegnisliga bóltinum inn. B36 verjan tóktist bara hoykna enn meira eftir mál­ ið. Møugliga hevði dyst­urin mikukvøldið tært ov nógv á kreftirnar, og í øllum førum tóktist tað bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn HB skeyt seg framum. Ják­ up Mikkelsen hevði eina fantom-bjarging, tá Rókur av Fløtum Jespersen royndi seg við fluktara, men heldur ikki Jákup kundi gera nak­ að, tá avgerðin fall. Aftur gekk uppspælið upp í høgru, og tá Borg sendi innfyri, stóð Rógvi Jacobsen merkiliga óvardur í málteiginum, haðani hann stútaði bóltin niður móti síðunetinum. Silvurið avgjørt Og so munaði tað rættiliga lítið, at B36 royndi at flyta fólkið fram seinastu løtuna. Stóri trupulleikin hjá teimum hvítu tóktist vera, at ov lítið bit var í álopsspælinum. Tað bar við sær, at HB sjáldan hevði trupulleikar, tá teir trýstu við nógvum fólki frammi á vøllinum. Og tað bar eisini við sær, at B36 ongan veruligan møguleika fekk, hóast teir royndu at yvirfólka brotsteigin sein­ astu løtuna. Eitt langt skifti var Jákup Mikkelsen enntá frammi í álopinum, men hóast hann royndi seg við gjøgnumbroti, so varð eisini hann tacklaður, áðrenn skot fekst á. Og so máttu meistararnir bara ásanna, at tað helst er umvegis steypakappingina, at teir skulu endurnýggja europiska atgongumerkið. Her verður fyrsta uppgávan, tá teir mikukvøldið taka ímóti helst komandi meist­ ar­unum, sum eisini hava fyrimun undan seinnu hálv­ finaluni. Hjá HB er steypakapp­ ing­in ikki longur eitt tema, og tí verður øll orka løgd í landskappingina. Sig­ urin bar við sær, at teir nú eru mest sum vísir í silvurmerkjunum, og tað í sjálvum sær er helst ein stórur sigur fyri liðið, sum var fyri stórum broytingum í vetur. Enn er arbeiðið tó ikki liðugt, og hartil er enn møguleiki – á pappírinum í øllum førum – at vinna EB/Streym aftur. Og so leingi tann møguleikin er har, fer HB helst at royna eftir honum. Claus spældi aftur javnt Blackpool megnaði ikki at gera mál í triðbestu ensku deildini leygardagin. Tað kláraði mótstøðuliðið Doncaster heldur ikki at gera, og so endaði tað við málleysum javnleiki. Hetta er fimti javnleikur í 10 dystum hjá Blackpool í hesum kappingarárinum, og liðið hevur bert 8 stig fyri hesar dystir. Blackpool liggur sum nummar 21 av 24 liðum í deildini. Claus Bech Jørgensen spældi allan dystin á miðvøllinum hjá Blackpool leygardagin. HB-B36 2-1 (0-1): Stigini vórðu trýst norðurum B36 HB Kári Nielsen og miðvøllurin hjá HB áttu stóran lut í, at grannarnir úr B36 vórðu trýstir somikið, at teir at enda máttu geva skarvin yvir savnsmynd Vit vildu vinna Sum krumtappur á mið­vøllinum hevði Kári Niel­sen ein serstakliga týðandi leiklut í HB-sigrinum móti grannunum sunnudagin. Tað var nevnliga fyrst og fremst við at halda alt fast­ari um miðvøllin, at HB vann seg aftur í dystin, men Kári vildi illa geva viðhald í, at B36 sat á tí mesta fyri steðgin. - Eg haldi nú ikki, at teir høvdu alt. Teir hava kanska eitt lítið trýst, men vit eru eins vandamiklir sum teir. Eftir steðgin taka tit alt meira yvir. Hvat er tað, sum hevur hesa broyting við sær? - Vit broyta nokk ikki so nógv, men royna at fáa okkara spæl at koyra. Tað gongur eisini betri og betri, og eg haldi, at sigurin at enda var púrasta uppiborin. Og nú er silvurið mest tryggjað. Merkir tað, at úrtøkan fyri árið er í lagi? - Silvurið hevur sjálv­andi nógv at siga, tí halda vit tí, so sleppa vit í UEFA-Cup. Men enn er árið so ikki liðugt. Vit kunnu missa silvurið aftur, eins og vit eisini hava ein møguleika at taka EB/Streym. Tað verður uttan iva sera trupult, men tá møguleikin er har, so eiga vit at elta hann, helt Kári Nielsen. -mørk Kreftirnar vóru uppi B36-venjarin, Sigfríður Clementsen, var sum so rættiliga avkláraður eftir tapið í grannauppgerðini. - Vit koyra snøgt sagt flatir. Har var einki sum helst eftir í spælarunum, og so fái eg ikki kravt meira. Tær útskiftingar, sum vit gera, eru vit meira ella minni noyddir til, tí talan er í øllum trimum førum um smáskaðar, sum noyða spælarar út. Eisini hóast aðrir menn vóru, sum vildu sleppa út. Tað tykist, sum kostaði dysturin mikukvøldið nógvar kreftir hjá bæði tykkum og EB/Streymi. Eru tit klárir til enn eina hálvfinalu mikukvøldið? - Vit royna so at seta tað liðið, sum vit kunnu. Og tað er einki at ivast í, at vit gleða okkum til dystin. Hvat úrslitið so verður, fáa vit at síggja til ta tíð. -mørk