Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-25, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 184 - 25. september 2006 ] Vit eru nøgdir Vit fóru eftir trim­ um stigum og fingu eitt, men vit eru nøgdir eftir at hava fingið javnt í móti oddaliðnum, segði Bill McLeod Jacobsen eftir dystin móti EB/ Streymi Meistaraheitið útsett Toftamenn stríðast fyri lívinum í bestu deildini, og tað var eisini tað, sum setti sín dám á dystin á Svanga­ sgarði sunnudagin. Eftir eina nøkulunda javna byrj­ an, settu toftamenn seg so líðandi á dystin, og at enda sótu teir á øllum. Hinvegin høvdu teir trupult við at spæla seg framvið Egil á Bø og Knút Vesturtún, og tá Sorin Anghel, Rafal Kwiecinski og Hans Pauli Samuelsen ikki høvdu neyðuga hug­ flogið til at spæla seg fram til teir opnu møguleikarnar, og Arnbjørn Hansen ikki var nóg neyvur, tá kjans­ irnir uppstóðu, so var tað bara rímiligt, at toppur og botnur í Formuladeildini býttu stigini sína millum. Eitt brotsspark í part Ikki óvæntað var tað EB/ Streymur, ið var naskari fyrstu løtuna. Tá smáir tíggju minuttir vóru spældir var Arnbjørn Hansen nær við, tá hann fluktaði eitt innlegg frá John Hera Dam ímóti málinum, men Tórur Thomssen var vakin og bjargaði væl góða skoti­ num. Løtu seinni var Arnbjørn Hansen aftur upp á spæl. Hans Pauli Samuelsen, sum annars ikki hevði ein av sínum bestu døgum, fintaði Jóhan Petur Poulsen av úti í vinstru síðu og setti ferð á. Tá hann nærkaðist baklinjuni legði hann bóltin inn í brotsteigin til Arn­ bjørn Hansen. Hesin temur bóltin, men verður síðani koyrdur um koll av Øssur Hansen. Dagfinn Olsen ivaðist ikki, men peikaði á brots­ sparksblettin, og Egil á Bø skoraði trygt úr ellivu metrum. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin var so um reppið, at EB/Streymur økti upp aftur um leiðsluna, tá Arnbjørn Hansen endaði eitt frágera gott álop við at stúta innleggið frá Rafal Kwiecinski á tvørtræið. Eitt framúr gott álop, við nógvum statiónum og góð­ um detaljum og sum hevði uppiborið betri lagnu. Hetta gav mongu EB/ Streyma-viðhalds­fólk­un­ um vón um, at felagslið teirra fór at koyra sigurin í hús við flottum og ágang­ andi álopsspæli, soleiðis sum vit so ofta hava sæð EB/Streym gjørt í ár. Men so var ikki. Restina av fyrra hálvleiki hevði EB/Streymur millum lítið og onki at bjóða upp á frameftir, meðan B68 nú setti seg meiri og meiri á dystin. Teir gjørdust tó ongantíð vandamiklir, og frægastu royndina átti Alex Castilho, tá hann royndi seg úr spískum, men René Tórgarð tók skotið. Seinni hálvleikur byrjaði við, at Anderson ávaraði EB/Streym við einum skoti sum fór beint upp um. Hesa ávaring tóku teir ríputu ikki til eftirtektar, tí lítla løtu seinni fekk B68 horna­ spark. Bólturin varð lagdur inn fyri, og Súni Fríði Barbá vinnur bóltin, men fer um koll, tá Knút Vesturtún nokkso klossut roynir at vinna bóltin. EB/Streym­ar­ nir mótmæltu og ristu við høvdinum, men dómurin stóð við, og Anderson smekkaði bóltin trygt í netið. B68 omaná Hetta málið gav tofta­monn­ um blóð á tonna. Teir fóru nú at trýsta og kempa sum teir sjáldan hava gjørt í ár. Við Julian Johnsson á odda stríddu teir seg til ein javnleik móti oddaliðnum, og tað er eitt frálíkt úrslit við tí í huganum, at B68 fyrr í ár tapti 8-2 fyri EB/ Streymi. B68 var oman á í seinna hálvleiki, ongin ivi um tað. Men tað var so sum so, hvat teir megnaðu at skapa av málmøguleikum. Alex Castilho var hann, sum nærmast við at skora, men Egil á Bø vardi fyri við høvdinum og so spurdist ikki meiri burtur úr. Undir stórum trýsti, megnaði EB/Streymur tó at koma fram til størsta møgu­ leikan í seinna hálvleiki. Marni Djurhuus lossaði bóltin burtur úr verjuni, og tað sá Arnbjørn Hansen ein møguleika í og streyk avstað. Hann slapp fram um verjuleikaran og kom inn í brotsteigin, men ivað­ ist ov longi og so var Øssur Hansen har og taklaði bólt­ in burtur. Harvið ber til at staðfesta, at B68 hevði leikliga yvir­ vág, men at EB/Streymur áttu teir stóru møguleik­ arnar. Tí var tað eisini á eini leið, at liðini býttu stigini sína millum í einum dysti, har EB/Streymur ikki slapp at spæla sítt skjóta, smarta og ágangandi spæl, tí toftamenn stríddust fyri hvørjum einasta bólti og fingu at enda løn fyri stríðið. EB/Streymur B68 Tað er munur á at kempa hart og at spæla smart. Tað mugu sunda­ lagsmenn ásanna, eftir at hava vitjað á Toftum sunnudagin. Við Julian Johnsson á odda stríddi B68 seg til ein javnleik, og eru teir væl ávegis at prógva, at B68 ikki hoyrir heima í 1. deild FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Todi og teir taptu Start spældi í gjár ímóti Vålerenda á útivølli í norsku landskappingini. Dysturin, sum var spældur frammanfyri sløkum 14.000 áskoðar­ um á Ullevaal endaði við 1-0 sigri til Vålerenga. Todi Jónsson sat á beinkinum, men varð sendur á vøllin eitt korter fyri tíð. Todi fekk beinanvegin ein góðan møguleika, men rakti ikki bóltin. Tríggjar minuttir inn í yvirtíðina drønaði David Nielsen bóltin á tvørstongina, men inn fór bólturin ikki. Jon Dahl á beinkinum Danski álopsspælarin Jon Dahl Tomasson hevur mist plássið í álopinum hjá týska felag­num Stuttgart. Um vikuskiftið spældui Stutt­gart javnleik ímóti Frank­ furt, og Jon Dahl sat á beinkinum allan dystin. – Tað havi eg onga viðmerking til. Tað er venjarin, sum setir liðið, sigur Jon Dahl Tomas­son við danska blaðið BT. Jon Dahl hevur havt ein skaða í beininum, men hann hevur kunnað spælt seinastu vikur­nar. FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo B68 berjist fyri lívinum í Formuladeildini, og tað sást eisini aftur á Svangasgarði í gjár. – Vit fóru eftir trim­ um stigum og fingu eitt, men vit eru nøgdir nú eftir dystin, har vit spældu 1-1 móti EB/ Streymi, greiðir Bill McLeod, venjari hjá B68, frá. – Tað hevur víst seg hjá øðrum liðum, at tað ikki riggar at grava seg niður og verja móti EB/ Streymi, og tí gjørdu vit av at fara fram á vøllin eftir teimum, og tað hevur kanska tikið teir á bóli, sigur væl­ nøgdi venjarin hjá B68. – Tað var eisini rætti­ liga tilvitað, at vit kempa og stríðast so nógv sum vit gera, tí vit vóru greiðir yvir, at EB­/ Streym­ur hevur spælt eina rúgvu av dyst­um seinasta mánaðin, og at teir tí kanska vóru eitt sindur moyrir. Tað royndu vit at koyra upp á, og tað eydnaðist eisini, staðfestir Bill McLeod Jacobsen. Í gjár fekk B68 altso javnleik í móti EB/ Streymi, og áðrenn tað vunnu teir stórt í móti VB/Sumba, so nú sær av álvara út til, at menn trúgva upp á, at teir klára at leingja um tilveruna í bestu deild­ ini við einum ári. – Tað tekur tíð at venda einum seglbáti sum hesum, men vit hava arbeitt hart sein­ astu seks vikurnar, og eftir trý keðilig tap á rað sær út til, at tað er vent í holuni, so vit fara at koyra á, tað sum eftir er at spæla, sigur Bill McLeod Jacobsen, venjari hjá B68. Arnbjørn Hansen endar eitt frágera vakurt álop við at stúta á tvørtræið, og sum heild hevði EB/ Streymur teir størru kjansirnar, meðan B68 hevði leikliga yvirvág Mynd: Sofus D. Johannesen Hatta broyta vit skjótt Tað var ein fáorðaður René Tórgarð hjá EB/ Streymi, vit fingu orð­ ið á eftir dystin. – Nei, vit spæla ikki upp til tað sum vit meg­ na, og B68-arnir vóru ágrýtnir og strídd­ust væl, men okkara avrik var bara ikki nóg gott, staðfestir málverjin hjá EB/Streymi. Spurdur um, hvussu lagið í EB/Streyma- leguni nú er, og um tað eru nervarnir, sum spæla inn, sigur mál­ verjin lagið framvegis er gott, og at teir ikki hava fingið nervar. – Vit hava spælt tveir dystir, har tað ikki hevur riggað so væl hjá okkum, men tað er onki problem, tí hetta broyta vit skjótt, segði René Tórgarð eftir dystin í gjár. -rwd Spældi við brotnum gaggum EB/Streymur spældi langt frá upp til sítt besta í gjár, og ein av teimum leikarunum, sum var merkiliga lítið sjónskur í mun til van­ ligt, var Hans Pauli Samuelsen. Sjáldan royndi hann at bjóða av, og tá hann so royndi seg, misti hann bóltin. Ikki nakað, sum plagar at koma fyri hjá Hans Paula Sam­ uelsen, men nú vita vit hví. Hans Pauli Samuel­ sen spældi við brotnum gagg um at kalla allan dystin. Í samband við eitt fríspark í fyrra hálv­ leiki, har Hans Pauli skuldi skjóta, gleið hann, og tá brotn­aðu tveir teir aftastu dobb­ arnir av, so restina av dystinum spældi víka­ maðurin við eini heilari gagg u á vinstra fóti og eini hálvari á høgra fóti. -rwd