Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-25, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 184 - 25. september 2006 ] Nú er aftur stuttligt Erling Fles, sum skoraði avgerandi málið í Klaks­ vík leygardagin, hevur at kalla als ikki spælt fótbólt seinasta árið ella so. Málið í Klaksvík var hansara fyrsta í Formula- deildini í ár, og tí var lagið sjálvandi eisini gott, tá tosið fellur inn á dystin. - Tað hevur jú ikki verið serliga stuttligt við somikið drúgvum skaða­steðgi. Verður sæð burtur frá onkrum ein­støkum dystum í 1. deild, var fyrsti dysturin hjá mær, tá vit spældu móti ÍF fyri tveimum vikum síðani. Og so er tað sjálvandi stuttligt, tá mítt avrik ger ein mun, so sum tað gjørdi í gjár, heldur hann. Sigurin ber eisini við sær, at KÍ nú av álvara aftur er við í stríðnum um heiðursmerki. Meist­ ar­arnir úr B36 hava nú tapt tveir lands­kapp­ ingardystir á rað, og við bara einum stigi upp til bronsuna, er tí náttúrligt, at klaksvíkingar medda høgt. - Vit hava jú enn Europa at spæla um. Her verður minsta krav­ ið eitt fjórða pláss, men sjálvandi kunnu vit eisini smoyggja okkum bein­ leiðis gjøgnum steypa­ kappingina. Har hava vit í øllum førum góð kort undan seinnu hálv­ finaluni, og tí hevur hetta helst fremstu raðfest­ ing her og nú. Men vit vilja samstundis stríðast av ølum alvi sein­astu umførini í lands­kapp­ ingini. Í øllum førum er hetta munandi meira hugaligt, um sammett verður við kappingina í fjør, tá vit stóran part av árinum vóru við í botnstríðnum. -mørk Beckham settur uttanfyri Pláss er ikki fyri David Beckham á liðnum hjá Real Madrid í løtuni. Leygarkvøldið spældi Real Madrid ímóti Real Betis, og Beckham varð settur á beinkinum. Hann kom tó á vøllin góðar 20 minuttir fyri tíð. Dysturin endaði við 1-0 sigri til Real Madrid, og málið gjørdi dagsins maður, Diarra, longu eftir seks minuttir. Brasilski verjuspælarin Cicinho fekk eftir øllum at døma ein álvarsaman knæskaða í dystinum, og fyrstu útsagnirnar benda á, at hann kann ikki spæla næstu seks mánaðirnar Gunnar sá Frem spæla javnt Danska 1. deildarliðið Frem spældi leygardagin á útivølli ímóti Århus Fremad í næstbestu donsku deildini. Sambært heimasíðuni hjá Frem var talan um enn eitt hálvvánaligt avrik frá liðnum, sum tó fekk eitt stig við sær heim aftur. Århus Fremad byrjaði dystin betur, og teir løgdu seg á odda eftir 20 minuttir. Langt inn í yvirtíðina javnaði Tommy Olsen fyri Frem. Gunnar Nielsen, sum er eykamálmaður hjá Frem, sat á beinkinum alla tíðina, og einki var at síggja til hinar báðar føroysku spælararnar í felagnum. Bæði liðini høvdu nóg nógvar málkjansir til at vinna dystin, men tað var heimaliðið, sum hevði munin við sigursmáli í yvirtíðini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo KÍ og NSÍ spældu ein undirhaldandi og lívligan dyst í Klaksvík sunnudagin. Bæði liðini vildu leypa á, og tey skaptu eisini nógvar málkjansir gjøgnum dyst­ in. Bæði liðini kundu havt vunnið dystin, men tað gjørdist heimaliðið, sum átti munin við einum sigurs­ máli, sum kom eftir vanliga leiktíð. Ein høgur bóltur varð sendur fram á vøllin, Paul Clapson fór upp og snittaði við høvdinum, og so var kviki og innskifti Erling Fles fyrstur á bóltinum og lyfti upp um Jens Martin Knudsen og í málið til 2-1. Hetta gjørdist avgerandi løtan í dystinum, har NSÍ sanniliga eisini hevði síni tilboð at gera mál, men ein væl spælandi Meinhardt Joensen bjargaði fleiri ferðir naskum royndum. Byrjaðu varisliga Fyrstu 20 minuttirnar av dystinum var mest talan um spæl millum brotsteigirnar. Liðið pakkaðu seg bæði niður í verjustøðu og royndi síðani at spæla kontra, men longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki var alt meira opið, og liðini lupu á málini við nógvum fólki. Andy Olsen og Jústinus Hansen høvdu góð langskot móti málinum, men Mein­ hardt bjargaði væl, og stutt fyri hálvleikssteðgin stútaði Helgi L. Petersen eitt innlegg frá Christian Høgna Jacobsen móti aft­ aru stong, men bert ein framúr bjarging frá Mein­ hardti forðaði fyri einum leiðlsumáli til NSÍ. KÍ hevði eisini sínar royndir. Ágangandi Paul Clapson varð takklaður í seinastu løtu, tá ið hann rann seg væl fyri, og Sinisa Jovanovic var nær við at skora eftir hornaspark. Beint fyri hálvleik legði KÍ seg á odda. Heimaliðið hevði horna, og dómarin metti, at Sinisa Jovanovic varð skumpaður í ryggin, og so varð brotsspark. Atli Danielsen setti trygt í netið, men dómarin dømdi umspark, tí Christian Lund­ berg hjá KÍ rann ov tíðliga inn í brotsteigin. Atli var ísakaldur við næstu royndini og setti aftur í málið, og so var heimaliðið á odda. Nógvir kjansir Seinni hálvleikur gjørdist eins undirhaldandi og fyrri, og bæði liðini søktu á mál­ ið hjá hvørjum øðrum. KÍ byrjaði betur eftir steðgin, og tað lá í luftini, at heima­ liðið skuldi økja til 2-0. Men hóast fleiri nask álop og onkrar góðar støður í brotsteiginum, eydnaðist tað ikki at skora. Hjalgrím Elttør hevði eitt gott skot úti frá, men bólturin streyk fram við stólpanum, og tá ið Jens Martin Knudsen rýmdi langt út úr málinum, mátti Pól Thorsteinsson bjarga skotroynd frá Paul Clapson á strikuni. So hvør sum seinni hálv­ leikur leið, kom NSÍ meira og meira við í dystinum, og seinasta partin av dystinum vóru teir vandamiklari. Størsta kjansin hevði Christ­ ian Høgni, tá ið hann gjøridst leysur, men Meinhardt kom út og blokeraði sera væl. Góðar 10 minuttir fyri tíð javnaði NSÍ. Julian Florescu, sum mest gjørdi um seg í sambandi við deyðbóltar, tók fríspark úr 20 metrum. Bólturin rakti ein KÍ-spælara, skifti kós og smeyg sær inn um við stólpan. Eftir hetta høvdu bæði liðini stóran kjans at avgera. Tann fyrra kjansin fekk KÍ, og hann brúkti Erling Fles til fulnar. Tann seinna kjansin fekk innskifti Fróði Jóannesarson, tá hann gjørd­ ist leysur mitt fyri, men enn einaferð bjargaði Meinhardt sera væl. Samanumtikið ein góður og lívligur dystur, har bæði liðini vildu vinna, men har tað endaði við, at KÍ togaði seg trý stig fram um NSÍ á stigatalvuni. KÍ-NSÍ 2-1 (1-0): Fyrsta Fles-málið gav sigurin NSÍ KÍ Paul Clapson var sterkur í luftspælinum, og tað var eisini umvegis hetta, at avgerandi málið við Djúpumýru fall sunnudagin Mynd: Álvur