mánadagur 25. september 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 184 - 25. september 2006 ]
Siðvenja
skal verða
galdandi
Hóast formans
fundirnir ikki
telja formliga, so
vóru boðini til
Kappingar- og
Dómsnevndina
greið. Hevur
spælari einki
spæliloyvi, eigur
tað at kosta dystin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Páll M. Joensen er
endaliga avgreitt. Málið,
sum hevur rumblað
í føroyskum fótbólti
stóran part av hesum
kappingarárinum, hevur
ferð eftir ferð verið á
fótbóltsbreddanum, og
fatanirnar um málið
hava verið bæði nógvar
og ymiskar.
Málið
endaði,
tá
Dómsnevndin gjørdi av
at ógilda úrskurðin hjá
Kappingarnevndini,
og hóast VB/Sumba
síðani kærdi hetta til
Ítróttardómstólin, so
varð avgerðin ikki at
vita.
Siðvenjan skal
fylgjast
Við hesum veik Dóms
nevndin hjá FSF frá
teirri siðvenju, sum
hevur verið galdandi á
økinum í nógv ár. Og tað
er nakað, sum føroysku
fótbóltsfeløgini tykjast
vera rættiliga ósamd
um.
Málið um spæliloyvi
var millum teirra, sum
stóð á skrá til formans
fundin, og her var
útmeldingin
púrasta
greið. Ein stórur meiri
luti av føroysku fótbólts
feløgunum komu við
staðiligari áheitan um,
at siðvenjan á økinum
skal fylgjast. Hetta so
mál av hesum slag ikki
gerast drúgvari, enn
gott er.
Drykkjuskapur í Bolton
Ísraelski verjuspælarin Tal Ben Haim er kløkkur
av, hvussu nógv liðfelagarnir hjá honum í enska
felagnum Bolton drekka.
- Spælararnir elska at fara í býin at drekka. Eg eri
skelkaður av hesum. Eg vandi í alt summar, men
teir gingu fullir í ein mánað, sigur Tal Ben Haim við
blaðið News of the World.
Hann undrast tó á, at drykkuskapurin ikki tykist
ávirka avrikini hjá spælarunum, tí teir eru væl fyri,
og úrslitini eru góð.
Suðuroyarliðið
hevur nú tapt báðar
botnupperðirnar,
sum skuldu avgera
niðurflytingarstríðið,
og avrikini geva lítla
vón, um at liðið skal
vinna seg upp um
strikuna aftur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
ÍF legði fyri sum eitt óløgi
í Vági sunnudagin. Longu
áðrenn hinir dystirnir kring
landið vóru byrjaðir, høvdu
fuglfiriðingarnir mest sum
gjørt greitt, hvar stigini
skuldu.
Væl hjálptir av vindinum
øgdu teir alt fyri eitt stórt
trýst oman móti heima
málinum, og tað var eisini
heilt skjótt, at hetta gav
úrslit.
Frá 10. til 27. minutt sendu
fuglfirðingar tríggjar bóltar
í kassan, og so var dysturin
mest sum avgjørdur.
Uppgevandi
Hóast bæði liðini í dystinum
høvdu alt at spæla fyri,
so var tað merkisvert, at
heimamenninir als ikki
tóktust eins gearaðir til
uppgávuna, sum fuglfirð
ingarnir vóru tað. ÍF hevði
lætt spæl í vindinum, sum
teir høvdu undan, og fer
eftir ferð var heimaverjan
um ein háls í trýstinum,
sum varð lagt á teir.
Nenad
Saric
legði
gestirnar á odda eftir 10
minuttum, og bara níggju
minuttir seinni stóð trý
til gestirnar og einki til
vertirnar. Í báðum førum
var tað Atli Petersen, sum
var skarprættarin. Nenad
økti til 4-0 lítla løtu seinni,
og so var tað mest sum
fakta, at júst teir báðir mál
skjúttarnir hava verið glóð
heitir seinastu tvey viku
skiftini. Tað vóru nevnliga
eisini teir, sum stóðu fyri
málunum, tá B36 fyri viku
síðani varð sent heim úr
Fuglafirði við ongum.
Vindurin vendi
Stutt
undan
steðginum
minkaði Dan Djurhuus
um munin fyri heimaliðið,
men høvdu áskoðararnir nú
væntað, at VB/Sumba fór
at trýsta í undanvindinum,
fóru tey skeiv í hesum.
Tí vindurin mest sum
hvarv eftir steðgin. Vertir
nir royndu tó at flyta
nógv fólk niðan á vøllin,
men veruligan spenning
megnaðu teir ongantíð at
skapa. Snøgt sagt, so var
ov langt millum nakrar
veruligar málmøguleikar,
og hóast liðið kendi seg
snýtt fyri einum brotssparki,
so hevði hetta neyvan gjørt
nakran mun í sjálvum sær.
Sær svart út í
Suðuroynni
Úrslitið bar við sær, at
ÍF nú er oman fyri niður
flytingarstrikuna, sum alt
árið hevur verið ein støðug
hóttan. Hvørt tað so eydnast
at halda fast um hetta
plássið veldst helst í stóran
mun um, hvussu leikur fer,
tá teir komandi umfarið fáa
vitjan av B68.
Og júst tann dysturin
ber við sær, at støðan hjá
VB/Sumba tykist mest
sum púrasta vónleys. Við
dystum móti HB, NSÍ
og Skála eru útlitini fyri
fleiri stigum á ongan hátt
ljósareyð, men roknast
kann við, at í minsta lagi
ein sigur í hesum trimum
dystunum er neyðugur, skal
liðið hava nakran sum helst
kjans.
VB/Sumba-ÍF 1-4 (1-4):
Sær svart út hjá VB/Sumba
Rasisma skal úr fótbóltinum
Eingin felags yvirlýsing varð gjørd, tá føroysku feløgini høvdu
fund fríggjadagin. Men einmæld semja er um, at ein møguligur
trupulleiki við rasismu, skal takast í størsta álvara
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Óli Holm, FSF-forseti, sigur, at fundurin viðgjørdi málið væl og virðiliga. Og orðaskiftið
bar boð um, at talan er um ein trupulleiki, sum fleiri feløg hava kent.
- Tað verður ikki soleiðis, at feløgini ella FSF koma við eini felags yvirlýsing,
men tað er eingin sum helst ivi um, at hetta er nakað, sum føroyskur fótbóltur tekur
kraftiga frástøðu frá.
- At eingin felags yvirlýsing verður gjørd her og nú, kemst einamest av, at ein slík
í sjálvum sær ikki loysir nakran trupulleika. Feløgini eru hinvegin á einum máli um,
at formenninir nú fara aftur til baklandið hjá sær, har spurningurin verður tikin upp.
Altso soleiðis at venjarar, leiðarar og onnur, sum varða av tí, sum fyriferst í øllum
feløgunum, verða tikin við í arbeiði. Tí tað er fyrst og fremst við einum aktivum
innsatsi, at vit kunnu koma einum slíkum trupulleiki til lívs, sigur Óli Holm.
Lyngby aftur á sporið
Lyngby togaði seg upp aftur á næstfremsta
plássið í donsku 1. deild, tá ið liðið í gjár vann
stórsigur á Thisted. Dysturin á Lyngby Stadion
endaði við 6-2 sigri til Lyngby. Í hálvleikinum
var støðan 3-1, og í seinna hálvleiki skoraðu
liðini eins nógv mál í part afturat. Christian
Lamhauge Holst spældi ikki við hesaferð.
Lyngby liggur nú næstfremst í 1. deild við 19
stigum.
ÍF
VB/Sumba