mánadagur 25. september 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 184 - 25. september 2006 ]
Liverpool hevur
fingið sjálvsálit
Nú er komið glið á spælið og málskjótingina hjá
Liverpool, eftir at liðið hevði trupulleikar í fyrstu
dystunum í Premier League. Leygardagin spældi
Liverpool á heimavølli ímóti Tottenham og van nheili
3-0.
- Hetta var ein góður dystur. Vit høvdu trupulleikar í
fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki gekk nógv betur
hjá okkum, og tá skoraðu vit eisini trý mál. Tað gevur
okkum sjálvsálit, at vit vinna, sigur venjarin Benitez.
Ranieri liggur fram við
Fyrrverandi venjarin hjá Chelsea, italumaðurin
Claudio Ranieri, kundi hugsa sær at sloppið aftur
til Onglands at starvast. Leeds manglar venjara,
og har er Ranieri ein av favorittunum til at fáa
starvið. Fyrrverandi eigarin av Chelsea, Ken
Bates, er nú nevndarformaður í Leeds, og hann
hevur áður givið Ranieri starv í sínum felag.
- Eg vil gjarna aftur til Ongland at arbeiða, sigur
54 ára gamli Ranieri, sum fekk sekkin í Chelsea í
2004, tá ið Jose Mourinho var kallaður inn.
Hvørki GÍ ella Skála
hava stórt annað enn
æruna at spæla fyri,
men í løtum var talan
tó um undirhaldandi
dyst í Sarpugerði
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Meðan at kalla øll hini
feløgini í landinum hava
stríðst um heiðursmerki
ella rættin til komandi
luttøku í Formula-deildini,
er støðan hjá GÍ og Skála
nakað øðrvísi hesi seinastu
umførini.
GÍ byrjaði annars árið
sera væl, men ein langur
niðurtúrur bar við sær,
at teir mistu mest sum
alt sambandið til oddin í
kappingini. Skála hevði
hinvegin sera trupult við at
finna fótafesti, og leingi var
liðið í veruligum vanda fyri
niðurflyting. Tann vandin er
tó beindur av vegnum, men
meira enn tað sama verður
tað tó ikki til hjá Skála, eftir
at teir annars hava myndað
oddin í kappingini tey bæði
seinnu árini.
At liðini einki høvdu at
spæla fyri, bar tó eisini við
sær, at eingin ótti var at
hóma, og serliga GÍ nýtti
hetta høvið ti lat leypa á frá
byrjan.
Teir megnaðu eisini at
skapa sær møguleikar, men
tá Poul Arni Jacobsen eftir
bara 35 minuttum fekk sítt
seinna gula kort – eina
avgerð, sum heimamenninir
vóru ónøgdir um – broyttust
fortreytirnar munandi.
Eftir hetta royndi gøtu
menn fyri tað nógva at
standa rætt á vøllinum,
soleiðis at javnleikurin í
øllum føurm kundi bjargast.
Tað gav stóra leikliga yvir
vág til Skála, sum eisini
skapti fleiri møguleikar,
men tað eydnaðist ongan
tíð at seta avgerandi fótin
á bóltin. Hinvegin hevði GÍ
eisini onkra góða roynd, so
heilt tannleysir vóru teir tó
ikki.
Steypakappingin eftir
Hjá GÍ var nøgdsemi
hampuliga stórt eftir dystin.
Serstakliga soleiðis sum for
treytirnar lagaðu seg.
- Vit megna so loksins
at halda málið reint, og tað
er sjálvandi at fegnast um,
sigur Petur Mohr, venjari.
- Eg haldi eisini, at vit
fóru undir uppgávuna við
góðum treysti, men útvís
ingin broytir sjálvandi alt,
og so ráddi bara um at
verja. Sjálvandi kundi eg
valt at satsa við at halda fast
um tveir áleyparar, men eg
haldi ikki, at tað vildi tænt
nøkrum endamáli sum so,
heldur hann.
Hjá Skála er steypakapp
ingin helst tað, sum menn
nýta størstu sálarligu ork
una til í hesum døgum.
Mikukvøldið er seinna hálv
finalan móti KÍ á skránni,
men við 3-0 leiðslu til
klaksvíkingarnar, er mót
brekkan her heilt stór hjá
Skála. Í øllum førum krevur
tað, at liðið frá fyrsta bríksli
skal hugsa meira frameftir,
enn teir gjørdu í Gøtu
sunnudagin.
Fair-Play dagur
Eins og tað varð gjørt aðra staðni kring allan
fótbóltsheimin, so markeraðu tey í Gøtu eisini, at
altjóða Fair-Play dagur var sunnudagin.
Undan dystinum varð lisið burtur úr Fair-Play
stevnuni fyri altjóða fótbólt, eins og eitt stórt flagg
markeraði hugtakið, sum er av so stórum týdningi,
um sálin í spælinum skal verða tann rætta.
Á vøllinum fóru nærdystirnir sjálvandi fram,
sum teir altíð gera í fótbólti, men við markeringini
av Fair-Play degnum varð mint á, at hóast spælið
ofta verður heitt, so ræður eisini um at halda seg til
góðan gamaldags fólkasið.
-mørk
GÍ-Skála 0-0:
Mál- og týdningarleyst
Skála
GÍ
Hvørgin parturin í Gøtu hevði
nakað at spæla fyri, men til tíðir
varð undirhaldsvirðið tó høgt
Mynd: Álvur Haraldsen