mánadagur 25. september 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 184 - 25. september 2006 ]
Europa vann Ryder Cup
Seinastu dagarnar hava bestu golfspælararnir í Europa
og USA spælt sonevnda Ryder Cup dystin ímóti
hvørjum øðrum. Sunnudagin vóru einstaklingardystir
á skránni, og Europa var aftur greitt við yvirlutan.
Endaliga úrslitið av dystunum gjørdist, at Europa vann
18,5-9,5. Hetta er størsti sigurin hjá Europa á USA
nakrantíð, og liðformaðurin Ian Woosnam var sera
fegin um sigurin hjá sínum liði.
Sigursgongdin og
harvið kósin móti
bestu deildini
hjá oddaliðunum
báðum var hesa
ferð í skugganum
av vánaligu upp
møtingini, ið bar tvær
avlýsingar við sær
1. DEILD
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hesa ferð gekk tað, sum
tað plagar at gera. Tey
bæði
toppliðini
vunnu
og hildu seg væl á kósini
móti Formuladeildini, VB/
Sumba møtti ikki upp á
útivølli, og hesa ferð orkaði
Royn heldur ikki norður
um Suðoyarfjørð.
VB/Sumba skuldi havt
spælt í Klaksvík. Leygar
morgunin luktað FSF luntin.
Tá ið Fótbóltssambandið
fregnaðist hjá KÍ fyri at
frætta, um teir vistu nakað
um vitjanina úr Suðuroy,
og KÍ upplýsti, at teir einki
høvdu frætt um nakað
avboð, vóru teir í FSF
ikki heilt álvuligir. Teir
bóðu KÍ spyrja seg fyri,
um VB/Sumba liðið var
á veg norðureftir. FSF vil
ikki hava, at dómarabólkur
møtir upp til onga nyttu,
og at heimaliðið skal hava
útreiðslur av hesum, og at
áskoðarar skulu møta upp
og so fáa at vita, at tað
ikki verður spælt kortini.
Hetta sømir seg ikki fyri
næstbestu deildina.
KÍ fregnaðist um VB/
Sumba var á veg norður
eftir, og við bit og slit funnu
klaksvíkingar at enda út av,
at eingin dystur fór at verða
í Klaksvík.
Heldur ikki hvalbingar
møttu upp til útidystin í
Leirvík. Men har var tað so
mikið frægt, at Royn hevði
givið avboð!
Næstbesta deildin hev
ur verið illa plágað av
avboðum frá niðast staddu
feløgunum. Í dag skuldi
FSF aftur taka spurningin
til viðgerðar, hvat skal ger
ast við feløg, sum aftur og
aftur ikki møta til ásettu
dystirnar.
Feløgini fara fyrst at fáa
boð um, hvat FSF ætlar
at taka sær fyri. Men tað
tykist eingin ivi at vera um,
at í hvussu so er VB/Sumba
liðið í næstbestu deildini
fer at verða varpað úr
deildini, sum liðið longu er
flutt niður úr. Spurningurin
er so, um liðið fer at fáa
møguleikan at spæla í 2.
deild, ella um tað skal flytast
uppaftur longri niður.
Merkisvert er tað, at odda
liðið, B71, tvær tær næstu
ferðirnar sambært skipanini
skal spæla á útivølli móti
Royn og á heimavølli móti
VB/Sumba. Í skrivandi
løtu er spurningurin, um
hesir dystirnir fara at verða
spældir ella um B71 longu er
flutt upp í Formula deildina
– uttan at sandoyingar eru
greiðir yvir tað!
B71-SÍ
Sørvingar vitjaðu á Sandi,
og har var ongantíð nakar
ivi um, at heimaliðið var
stinnari parturin. Um nær
lagni hevði havt verið størri,
so kundi heimasigurin væl
havt verið uppaftur triva
ligari enn 6-2.
Stórir tíggju minuttir vóru
farnir, tá ið miðvallarin
Wellington Soares setti hol
á, og tveir minuttir seinni
var tað Jónsvein Thomsen,
sum setti bóltin framvið
Hans Fróða Jensen í SÍ
málinum.
SÍ hevði undan fyrsta
málinum verið í nánd av
málinum hjá Jóhan Falkvard
Clementsen nakrar ferðir,
og okkurt hornasparkið
høvdu teir havt, áðrenn
Wellington úr 20 metrum
plaseraði bóltin í málið.
Jónsvein Thomsen økti til
2-0 eftir skjótt uppspæl í
høgru og flatt innlegg frá
Magnusi Olsen.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki
minkaði SÍ liðformaðurin
Jóan Petur á Stongum
um munin, eftir at snildi
Marcello Marcelino við
hælinum hevði spælt hann
leysan.
B71 royndi at halda høga
leikferð. Á hálva tímanum
økti veteranurin Eli Hentze
til 3-1 eftir uppspæl í vinstru
og út frá bólt frá Magnusi
Olsen. Átta minuttir seinni
økti Wellington til 4-1, tá
ið hann við handara stólp
an við høvdinum stýrdi
hornasparksinnleggi
úr
høgru í meskarnar. Undan
steðginum minkaði Jens
Erik Rasmussen við brots
sparki um munin til 4-2.
Dómarin peikaði á ellivu
metra blettin, eftir at Ebbe
K. Thomsen var farin um
koll.
Eftir steðgin var ferðin
lítil. Eftir uppspæl í høgru
og innlegg frá Jóhannesi
Jensen og upp á tvørs
stýring frá Clayton Soares
økti Jónsvein Thomsen um
munin til 5-2, og í yvirtíðini
staðfesti Símun Hansen
trivaliga 6-2 heimasigurin.
TB-FSVágar04
Tá ið teir ferðaust á veg suður
um Suðuroyarfjørð, mundu
gestirnir úr Sandavági ikki
vera heilt álvuligir við
støðuna. Teir vóru bara tólv
í ferðalagnum. Næstbesta
liðið hjá FSV04 skuldi
spæla finalu á Argjum, og
tí høvdu teir gjørt av, at
tað bara skuldu vera tólv
spælarar í ferðalagnum til
Suðuroyar.
Hvørki liðið hevði undan
dystinum møguleika at flyta
upp ella at flyta niður, og
tað mundi seta sín dám á.
FSV04 legði bragdliga
fyri. Ferðin hjá teimum
var høg, og teir dugdu væl
at spæla í síðurnar. TB,
sum var illa fyri orsaka
av tveimum leikbannum
og fleiri skaðum, hevði
ilt við at fóta sær. Tá ið
heimamenninir fingu bólt
in, vórðu teir kroystir
frammarlaga á vøllinum, og
tískil gjørdust teir ongantíð
vandamiklir.
FSV04 hevði fleiri møgu
leikar at fáa mál longu í
1. hálvleiki. Men tað var
ikki fyrrenn lítla løtu
eftir steðgin, at teir fingu
sigursmálið. Tað skoraði
annar av álopsspælarunum,
Elfinn Ørvarodd. Jógvan
legði flatt innfyri úr høgru,
og við handara stólpan
stýrdi Elfinn bóltinum í
málið.
Stutt undan leikloki varð
Elfinn Ørvarodd feldur í
brotsteiginum.
Hilmar
Sveinbjørnsson tók sær av
brotssparkinum, sum hann
sendi upp um málið.
HB-AB
Argjamenn tevja Formula
deildina. Í góðveðrinum í
Gundadali leygardagin var
fitt at fólki møtt upp til
grannauppgerðina
móti
teimum næstbestu í HB.
Saman við fleiri ungum
spælarum vóru royndir
menn á heimaliðnum – eitt
nú Hans á Lag, Uni Arge,
Jan C. Dam og Krzystof
Popczynski.
Málmøguleikarnir vóru
ikki so nógvir. AB var ikki
so sannførandi, men tíggju
minuttir undan hvíldini
varð brotsspark dømt, tí
dómarin metti, at Tony Ras
mussen varð feldur. Allan
Mørkøre, sum skuldi visa
seg at gerast eyðsýndur á
so mangan hátt, umsetti úr
ellivu metrum.
Eftir hvíldina var AB væl
bragdligari, enn argjamenn
høvdu verið fyrra umfarið.
Fyrstu løtuna høvdu teir
tríggjar góðar møguleikar,
og í hinum endanum var
Uni Arge eina ferð upp á
spæl.
AB dúvaði upp møgu
leikan fyri skjótálopum,
og HB royndi at trýsta.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki
eydnaðist tað AB at tvífalda
leiðsluna. Allan Mørkøre
smekkaði fríspark dygst
uttanfyri brotsteigin dygst
niðri við stólparótina, og so
var tað bara ein spurningur
um, hvussu stórur AB sig
urin fór at verða.
Lítla løtu undan dystar
enda var Allan Mørkøre
aftur í miðdeplinum. Hesa
ferð fekk hann seinna
gula kortið og varð harvið
rikin av vøllinum. Kortið
fekk hann, tí dómarin,
Jóannes Mikkelsen, metti
tað at vera lítið sømiligt
móti linjuverjanum, Pet
uri Reinert, at veteranurin
klappaði eftir frísparks
dóm.
B71-SÍ 6-2 (4-2)
1-0: Wellington Soares 11.
2-0: Jónsvein Thomsen 13.
2-1: Jóan Petur á Stongum 22.
3-1: Eli Hentze 30.
4-1: Wellington Soares 38.
4-2: Jens Erik Rasmussen br 40.
5-2: Jónsvein Thomsen 57.
6-2: Símin Hansen 90.
TB-FSVágar04 0-1 (0-0)
0-1: Elfinn Ørvarodd 47.
HB-AB 0-2 (0-1)
0-1: Allan Mørkøre br 35.
0-2: Allan Mørkøre 65.
Reytt kort: Allan Mørkøre (2 gul) 90.
LÍF-Royn
Royn gav avboð
KÍ-VB/Sumba
VB/S møtti ikki
FAKTA um 1. deild
Skulkingin er størsti spenningurin
Argjamenn hava framvegis beina kós móti Formula-deildini. Leygardagin vunnu teir 2-0 á
næstbesta HB-liðnum
Mynd: Álvur
Lampard í rætta essinum
Frank Lampard gjørdi av álvara um seg, tá ið Chelsea
leygardagin vann 2-0 og togaði seg upp á fremsta
plássið í Premier League. Frank Lampard, sum ikki
hevur spælt sannførandi higartil í ár, var liðformaður á
liðnum hesaferð, tí John Terry varð skaddur, og hann
tók rættiliga ábyrgdina á seg. Fyrst skoraði Lampard
til 1-0 við brotssparki, og síðani økti hann til 2-0 við
góðum skoti.