mánadagur 25. september 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 184 - 25. september 2006 ]
Steypa
finalan
í leysum
lofti
Eftir fótbóltsfund
in í gjárkvøldið er
tað greitt, at hildið
verður fram við
landskappingini
soleiðis, sum tað
er ásett í skipanini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinnu hálvfinalurnar
í kappingini um Løg
manssteypið
verða
nú mikukvøldið. Nær
finalan
verður
er
ógreitt.
Á fundinum millum
fótbóltsfeløgini og FSF
í gjárkvøldið var breið
semja um, at lands
kappingin skal halda
fram soleiðis, sum hon
er ásett í skipanini. Tað
vil siga, at 25. umfar
verður spælt 1. oktober,
sum kappingarnevndin
annars hevði ásett skuldi
vera steypafinaludagur.
Kappingarnevndin
spurdi seg fyri, og fund
urin í gjárkvøldið var
samdur um, at tað hevði
verið sera óheppið, um
steðgur hevði verið
í
Formuladeildini
í tríggjar vikur - frá
sunnudegnum
24.
september,
sum
er
í morgin, og fram til
15. oktober (orsaka av
landsdysti verður einki
umfar 8. oktober).
Í morgin verður 24.
umfar, og næsta sunnu
dag, sum er 1. oktober,
verður 25. umfar á
skránni. 15. oktober
verður 26. umfar, og
27. og síðsta umfarið
verður leygardagin 21.
oktober.
Í næstu viku verð
ur støða tikin til, nær
finalan um Løgmans
steypið skal spælast.
Celtic skerdir undan
FCK-dystinum
Eftir øllum at døma má Chelsea vera vandamikla
áleyparan, Jan Vennegoot of Hess eling, fyriuttan, tá teir
týskvøldið spæla móti donsku meistarunum úr FCK.
27 ára gamli áleyparin noyddist skaddur av føllinum,
tá Celtic um vikuskiftið spæla grannauppgerð móti
Glasgow. Og roknað verður ikki við, at hann er førur fyri
at spæla longu týskvøldið.
Celtic vann annars uppgerðina 2-0, og var tað danski
miðvallarin, Thomas Gravesen, ið skoraði fyrra málið.
Svik skal kosta nógv meira
Venjarin hjá Fulham í Premier League, Chris Coleman, vil
hava, at tað skal kosta spælarum og venjarum nógv meira,
um teir ikki fylgja teimum reglum, sum eru galdandi á
transfer-marknaðinum.
- Ein og hvør, sum verður dømdur sekur, skuldi verið
bannaður í fótbóltss pælinum fyri lívið, sigur Coleman.
Tað hevur skapt stóra øsing í Onglandi, at BBC fyri
stuttum hevði sending um trupulleikan, tá feløg seta seg
í samband við spælarar, heldur enn tosa við feløg teirra,
soleiðis sum reglurnar fyriskriva.
Við finalusigri móti
FS Vágum 2004
tryggjaði B36 sær í
dag sigurin í 3. deild
Fótbóltur
Rolant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað var annars FS V 04,
sum kom á odda, tá Jón
Gregersen í fyrra hálvleiki
skoraði eftir frísparkss tøðu.
Rógvi Róin javnaði fyri
B36 minuttin eftir, og stutt
undan steðginum legði
Magni á Lakjuni B36 fram
um.
Tann støðan helt sær til
fram móti dystarenda, tá
Djóni N. Joensen við einum
sera góðum skoti avgjørdi
dystin við málinum til 3-1.
Samanlagda drengjaliðið
í Suðuroy tryggjaði sær
leygardagin føroyameist
araheitið. VB/TB vann sín
dyst, og tá nærmasti kapp
ingarneytin tapti, var FM-
heitið viss að
VB/TB spældi í næst
seinasta
umfarinum
á
heimavølli ímóti KÍ, og
tað gjørdist til tryggan 6-1
sigur til VB/TB.
Samastundis
kláraði
næsti kappingarneytin hjá
VB/TB ikki at vinna sín
dyst. NSÍ spældi ímóti B36,
og B36 vann 4-1.
Harvið er tað vist, at
VB/TB hevur vunnið FM
í dreingjadeildini, hóast eitt
umfar er eftir at spæla.
VB/TB er føroyameistari
hjá dreingjum
B36 vann 3. deild
B36-liðið, sum nú hevur vunnið kappingina í 3. deild. Standandi eru Vinjard Guttesen, Sámal Ímundarson, Egin Høgnesen, Djóni
N. Joensen, Jens Kristian Hansen, Jákup Mørk, Bárður Anthoniussen, Ólafur Debes, Jóannes Guttesen, Magni á Lakjuni, Tummas
Eli Hansen. Sitandi eru Rógvi Róin, Hans Jacob Heinesen, Hallur Holm, Kaj Niclasen, Kári Gullfoss, Dánjal Petur Johansen, Petur
Martin Johansen og Kári Johansen
Mynd: Bjarke Sørensen
Samansetta dreingjaliðið í Suðuroynni, sum í fyrstu royndini vissaði sær FM-heitið