Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 26. september 2006 3 tíðindi Allar sjúkrasystrarnar á tuberkladeildini á Church of Scotland Hospital í tí lítla suðurafrikanska býnum Tugela Ferry einar 250 kilometrar norðan fyri Durban hava bind fyri munnin TUBERKLAR Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tað kemst ikki av ong­ um. Av teimum 63 smittu­ tilburðunum, sum eru skrá­ settir í KwaZulu Natal- landspartinum, eru 60 fólk deyð, og tey flestu doyðu minni enn ein mánað eftir, at tey komu á sjúkrahúsið. Men tað eru ikki bara sjúkrasystrarnar á Church of Scotland-sjúkrahúsinum, sum ganga við bindi fyri munnin, tí ikki færri enn 28 sjúkrahús har á leiðini hava viðgjørt og viðgera fólk við tuberklum. Av teimum 536, sum hava fingið staðfest smittuna í hes­um árinum, hava 41 prosent havt eitt slag av mótstøðuførum tuberklum. Av teimum vóru 24 prosent smittað við einum nýggjum slagi av sjúkuni, sum hevur fingið heitið Extensive Drug Resistant TB ella stytt TDR. Hetta slagið av tuberklum er eisini staðfest í Evropa, Asia og Norðuramerika, men har hava tilburðirnir kortini ikki verið so nógvir. Í 2004 vórðu bara 347 tilburðir staðfestir í øllum heiminum, men tað er nógv, sum bendir á, at tað finnast fleiri sløg av hesari tuberklasjúkuni. Rópar varskó Bæði suðurafrikanskir og altjóða heilsumyndugleikar bera ótta fyri, at ein lívs­ hættislig tuberklafarsótt er í ferð við at taka seg upp, tí tað hevur víst seg at vera torført at viðgera hetta slagið av sjúkuni við antibiotika. Myndugleikarnir hava tí skotið upp at skipa betri eftirlit við sjúkuni, soleiðis at tey smittaðu verða við­ gjørd, alt eftir hvat slag av sjúkuni tey hava fingið, og soleiðis at tey verða viðgjørd, til tey eru vorðin lekt. . Harafturat vilja teir hava betri rannsóknarstovur og betri heilivág. - Vit mugu hava betri rannsóknarstovur, tí tað er umráðandi, at tey smittaðu verða betur kannað, so vit kunnu staðfesta ta røttu sjúkuna. Okkum tørvar tøkni, sum kann vísa okk­ um, um talan er um mót­ støðu­­førar bakteriur, sigur gransk­­arin Stephen Lawn. Hann starvast á lærda háskúl­an­um í Cape Town og hevur tropiskar sjúkur og smittusjúkur sum sergrein, og hann ivast ikki í, at tað er orsøk til at rópa varskó. Tann seinasta mánaðin hava umborð fyri heims­ heilsu­stovnin WHO og amerikonsku heilsu­myndug­ leikarnar havt fleiri fundir við suðurafrikanskar serfrøðingar í Johannesburg. Tey hava umrøtt ta veks­ andi tuberklasmittuna í Suðurafrika, og hvat kann gerast fyri at fáa tamarhald á sjúkuni. Eingin heilivágur - Tuberklar er ein sjúka, sum ikki kennir mørk. Tað, sum hendir í Suðurafrika, eigur at fáa okkum at bøta um eftirlitið í tí almenna heilsuverkinum. Hetta slagið av tuberklum er ein hóttan ímóti okkum øllum, sama hvar hon tekur seg upp, og sama hvar vit eru, sigur Kenneth G. Castro, sum er leiðari á tuberkladeildini hjá amerikonsku heilsumyndug­ leikunum. Suðurafrikonsku fjølmiðl­ ar­nir hava gjørt nógv burtur úr teimum lívshættisligu tuberklatilburðunum í sein­ ast­uni. Teirra niður­støða er, at heimsins heilsu­ mynd­ug­leikar hava ikki lagt nóg stóran dent á at menna nýggjan heilivág ímóti tuberklum. Tí ber tað ikki til at lekja fólk, sum eru smittað við XDR- tuberklum, skriva bløðini og vísa á, at tey seinastu 40 árini er eingin nýggjur heilivágur ímóti tuberklum komin á marknaðin. Fyrr vóru tuberklar ein tann vandamesta smittu­ sjúkan, men ta senastu øldina hava tilburðirnir verið fækkandi. Kortini krevur sjúkan framvegis umleið 1,7 millión mannalív á hvørjum ári og er tann mest vanliga, lívshættisliga smittusjúkan í heiminum. Hóttir immunverjuna Í Vesturheiminum hava heilsu­myndugleikarnir tamarhald á tuberklunum. Tað kemst ikki minst av, at myndugleikarnir hava hildið eitt vakið eyga við sjúkuni, og smittutilburðirnir eru vorðnir alsamt færri. Har suðuri í Afrika er støðan ein onnur. Um vit síggja burtur frá India, hevur Suðurafrika teir flestu tilburðirnar av HIV- smittu í heiminum, og ein tuberklafarsótt kann fáa álvar­samar avleiðingar fyri verjueginleikarnar hjá fólki. Í Suðurafrika hevur tað eisini víst seg, at tey flestu, sum hava fingið staðfest tað mótstøðuføra slagið av tuberklum, hava eisini HIV. (Kelda: Aftenposten) Menningarstovan skal menna føroyskan ídnað, handverk og tænastur og vendir sær á føroyskum og enskum til útlendska og føroyska vinnu og vinnuáhugað við upplýsingum um vinnur, fyritøkur og vinnuligar karmar í Føroyum, og við leiðbeiningum til útflutningsfyritøkur og íverksetarar. Arbeitt verður við at leggja Ferðaráð Føroya og Menningarstovuna saman í ein stovn. Setanarviðurskiftini verða tá flutt til nýggja stovnin. Tann, ið settur verður, skal tí vera til reiðar at taka við skipanarligum broytingum. Set Føroyar á heimskortið Nú eitt av starvsfólkum okkara er farið í annað starv, sóknast vit eftir einum starvsfelaga, ið aftur kann styrkja okkara ráðgevingarførleika á útflutningsøkinum. Tú fer m.a. at gera uppsøkjandi tørvs- og marknaðarkanningar, upplýsa um mark- naðarmøguleikar, ráðgeva nýggj virki, fyriskipa útflutningsátøk og kunningarferðir v.m. Vit hugsa okkum, at tú hevur ástøðiligan, akademiskan førleika í altjóða handli ella líknandi útflutningskenda og/ella vinnu- relateraða útbúgving. Tað hevur eisini týdning, at tú hevur vinnuligar royndir og kanst vísa á verklig, kreativ avrik á hesum øki. Vit vænta, at tú hevur innlit í siðbundna føroyska vinnu, men við vinnupolitiska setninginum um nýggjar vinnur og mark- naðarføring í huga, verður størri dentur lagdur á kunnleika til altjóða marknaðin og vinnuliga altjóðagerð. Tú byrjar í starvinum 1. november 2006 ella sum skjótast. Starvið verður sett sambært avtalu millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið, ella avtalu, ið kann góðkennast av Fíggjarmálaráðnum. Umsóknin, saman við viðkomandi skjølum, skal í seinasta lagi 6. oktober 2006 sendast til: Menningarstovan Bryggjubakki 12 Postsmoga 259 100 Tórshavn Att.: Kjartan Kristiansen Spurningar í sambandi við starvið kunnu setast til Kjartan Kristiansen, stjóra á Menningarstovuni, tel. 353 100. Arbeiðsuppgávur Førleikar Setanarviðurskifti Umsókn Fjøltáttaðar og vaksandi uppgávur standa fyri framman, bæði innan ráðgeving og fyriskipan av átøkum fyri útflutningsvinnuna, og fyri átøkum at menna og altjóðagera nýggjar vinnur Tuberklarnir kunnu fara at gera um seg aftur