Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 185 - 26. september 2006 Postboks 329, 110 Tórshavn Tel 345600, Fax 345601 tf@trygging.fo, www.trygging.fo Tryggingarfelagið Føroyar P/F hevur høvuðsskrivstovu á Kongabrúnni í Havn, og 5 deildir kring landið. Í felagnum starvast 118 fólk. Vit styrkja okkara kt-menningarøkið, og sóknast tí eftir starvsfólki. Saman við einum framfýsnum toymi verður tú við til at menna og røkja okkara tryggingar- skipanir. Tú kemur at arbeiða nógv við verkætlanum, ið krevja innlit, samskipan og verkseting, og tí mást tú duga væl at sam- skifta. Vit nýta tryggingarskipanina, TIA, sum er ein framkomin og altjóða skipan, ið verður nýtt í 40 tryggingarfeløgum í 18 londum kring um í heiminum. Aðrar skipanir, sum vit nýta til heimasíðu, intranet, tilgongdir og hagtøl, eru eisini natúrligur partur av menningarøkinum. Starvið Vit kunnu bjóða eitt starv, sum fevnir rættiliga breitt í einum spennandi og mennandi um- hvørvi. Starvið inniheldur nógvar avbjóðingar, og tú fært møguleikan at ávirka gongdina í einum nýggjum og slóðbrótandi felagi. Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um kt-verkætlanir har samskipan, samskifti og íverksetan eru av stórum týdningi. Førleikakrøv Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við verkætlanum og hevur royndir við verkætlanar- leiðslu.Tú hevur eina hóskandi kt-útbúgving ella viðkomandi royndir. Persónliga ert tú fyrikomandi. Tú arbeiðir sjálv- støðugt og ert samstundis ein góður viðleikari. Tú dugir at gera tað torføra einfalt, tú hevur ábyrgdarkenslu og vilt veita eina góða tænastu. Setan, umsókn og freist Starvið verður sett sum skjótast og lønin verður ásett eftir avtalu í samsvari við royndir og førleika. Umsóknir skulu verða okkum í hendi áðrenn 15. oktober 2006. Send tína umsókn við lívsgongdarlýsing (CV) til: Tryggingarfelagið Føroyar att. Starvsfólkadeildin Kongabrúgvin Postboks 329, FO-110 Tórshavn Umsóknin kann eisini sendast við telduposti til: starvsfolkadeild@trygging.fo Vilt tú vita meira um starvið, kunnu spurningar setast Óluvu Poulsen á telefon 215594 ella teldupost op@trygging.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Verkætlanarfólk til KT menning sansir.fo DANSUR Tað eru fyrireikararnir aftan fyri MC & Countryfestivalin, sum verður komandi ár, og Vestmanna Kappróðrarfelag, sum vóna at fáa fólk úr øllum landinum at leita sær í dansin. Fyriskipararnir hava leit­að fram teir allarbestu tónleikarnar at spæla. Nýggi og sera vælumtókti countrybólkurin Fellowship, sum júst er komin aftur av sera væleydnaðari kon­sert­ ferð í Hetlandi, fer at spæla. Teir, ið manna bólkin eru: Fimmbogi Lisberg sang, Rúni Lisberg sang, Ólav­ur Øster gittar, Jákup Zach­ ariasen steel gittar, Jógv­an Olsen klaver, Pauli Magn­ us­sen bass, Jónleif Jensen trummur. Hesi nøvn skuldu borga fyri góðsku. Tað verður eisini gjørt nógv burturúr at fáa sang og tónleik so fjølbroyttan sum gjørligt, og tí verður eisini ein gestasangarar bjóðaðir við. Eitt nú kemur Noel Joensen sangari í Countrybólkinum í Klaksvík at syngja. Joen Magus Danielsen, ið millum annað syngur sang­ in, ”góða mamma”, verður eisini eisini við. Seinast countrydansur var í Vestmanna, var høllin stúgvandi full, og tí hava fyriskipararar lagt doyin á, at stranga 18 ára aldursmarkið aftur verður hesaferð. Í samband við Country­ dansin kemur Sarita Funn at skipa fyri LINE DANSI millum kl. 23.00 og 24.00, og tí ræður um at møta upp stundisliga. Í Vestmanna og annars í Norðstreymi sum heild, er line dansur sera væl umtóktur og tí kann væntast, at stórur hópur av linedansarum koma til countrykvøldið. Sarita Funn kemur at hava skeið í line dansi í samband við hetta tiltakið. Dansurin tann 30. sep­ tember er upptakt til fleiri slík dansitiltøk komandi mánaðirnar. Í ár hava stigtakararnir valt at lata avlopið av country­ dansinum fara til Vestmanna Kappróðrarfelag, sum ætlar sær at keypa rógvimaskinur, og tí fer peningurin hesuferð til hetta endamál. Nú tað eisini verður ókeyp­is at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin tann 30. september, vóna fyrireik­ ar­arnir, at nógv fólk eisini koma har frá. Stórur countrydansur í Vestmanna Leygarkvøldið verður stórt dansitiltak í Vestmanna, tá áhugaverdur countrydansur verður ARBEIÐS­ MARKNAÐUR Tann 1. apríl var Fasti Gerð­ ar­rætturin settur á stovn. Uppgávan er at loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum. Fasti Gerðarrætturin hev­ur síðani skipað skriv­ stovu í samstarvi við Ar­beiðsloysisskipanina. Eisini er heimasíða løgd til rættis við yvirliti yvir sáttmálapartar, reglu­gerð­ um um mannagongdir og gjøld, úrskurðarsavni, og ymsum kunnandi tilfari. Partarnir á arbeiðs­ markn­aðinum hava sett Fasta Gerðarrætt á stovn við sáttmála. Løgtingið hev­ur samtykt lóg um mál, ið hoyra undir Fasta Gerðarrætt, ið heimilar, at landið stuðlar stovninum. Landið sum arbeiðs­gev­ ari er eisini partur í sátt­ málanum. Partarnir binda seg til at lata Fasta Gerðarrætt gera av trætu­mál um brot á sátt­mála, marknamál, óheim­ ilað stríðsstig og aðr­ar líkar trætur í sáttmála­skeið­in­um. Partarnir kunnu eisini velja at lata Fasta Gerðarrætt gera av trætumál um tulking av sáttmála og tílíkar trætur í sáttmálaskeiðinum; hetta kunnu partarnir gera í hvørj­ um máli sær ella í fakligu (kollektivu) sáttmálunum millum arbeiðsgevarafeløg og løntakarafeløg. Gerðarrætturin fingið skrivstovu