týsdagur 26. september 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 26. september 2006
5
tíðindi
Føroyski yrkisdans
arin Kristina Ougaard
Sørensen skal við
stykkinum Polaroid,
what´s really going
on around the north
pole? á ferð kring
norðurlond, m. a.
skulu tey hava fýra
sýningar í Opera
húsinum í Keyp
mannahavn
Leiklist
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Føroyski
yrkisdansarin
Kristina Ougaard Sørensen er
í hesum døgum um at leggja
síðstu hon á venjingarnar av
stykkinum »Polaroid, what´s
really going on around the
northpole?«, ið hon saman
við
fýra
grønlendskum
sjónleikarum fer á pall
við fríggjadagin i Nuuk.
Leikurin fer komandi tíðina
at ferðast kring Norðurlond.
Eftir Nuuk stendur Sisimiut
á skránni, áðrenn farið verð
ur til Danmarkar, Áland,
Finland,
Sámaland
og
Føroyar. Í Danmark verður
leikurin sýndur í Opera
húsinum, meðan tað er Norð
urlandahúsið, ið leggur pall
til leikin í Føroyum.
Tað Napa, grøndlendska
Norðurlandahúsið í Nuuk,
ið
stendur
aftan
fyri
Polaroid, stjórin í Napa
Anders Berndtsson sigur í
grønlendska dagblaðnum
Sermitsiaq, at hetta er nógv
størsta satsið innan sjónleik
og dans, ið tey hava gjørt
í Napa, tey einastu tiltøk,
ið kunnu samanberast við
hetta eru tónleikatiltakið
Crossroads
og
tiltakið
Veiðumentan í Útnorði.
Modernaður dansur
made in Greenland
Til at leikstjórna Polaroid
hevur Napa fingið norð
mannin Jo Strømgren, ið
er ein nógv eftirspurdur og
væl dámdur leikstjóri, bæði
í og uttan fyri Norðurlond.
Jo Strømgren sigur við
Sermitsiaq, at tað er eitt
sindur trupult at greiða frá,
hvat leikurin snýr seg um:
- Hetta er jú absurdur
sjónleikur, ljósið, dansurin,
pallmyndin og ljóðið siga
søguna. Temaið er um, at
Heimurin í veruleikanum
einki veit um, hvat tað er,
ið hendur heilt her norðuri
tætt við Norðurpólin. Hann
heldur fram:
- Eg ætli tó ikki, at vit
skulu vísa nakað av tí gamla
og etniska, ið fólk kanska
altíð vænta at síggja. Vit
skulu vísa nakað, ið er
modernað og sum kortini
er made in Greenland.
Í leikinum eru fýra grøn
lendskir sjónleikarar og ein
føroyskur yrkisdansari, og
fyri føroyska yrkisdansaran
er upplivingin rættiliga ser
lig, ikki minst tí, at leik
stjórin er eitt gamalt idol
hjá Kristinu.
Kristina Ougaard Søren
sen er útbúgvin yrkisdansari
á London Contemporary
Dance School og hevur lut
tikið í nógvum ymiskum
framleiðslum í Bretlandi, Dan
mark og Føroyum. Í fjør vann
hon saman við skúlafeløgum
sínum Seke Chimuteng
wende og Ránnvá Káradóttir
kappingina Dancesolution á
Dansescenen á Østerbro í
Keypmannahavn. Hesin sigur
gav teimum møguleikan at
gera stykkið Rout Entry, ið
tey vístu á Dansescenen fyrr
í ár.
Mest sum av tilvild
Vit prátaðu við Kristinu, ið
hevur verið í Nuuk síðan
28. august. Hon greiðir
okkum frá, at tað var mest
sum av tilvild, at tað kom í
lag, at hon gjørdist partur
av hesum leiki. Hon var
í
Norðurlandahúsinum
í Havn í onkrum øðrum
ørindum, tá hon hitti Niels
Halm stjóra í húsinum.
Hann hevði júst tá vitjan
av Napa stjóranum Anders
Berndtsson og presenteraði
tey fyri hvør øðrum. Niels
Halm hevði hoyrt um hesa
verkætlainina og skeyt upp,
at tað hevði verið stuttligt
at fingið føroyska luttøku í
verkætlanina.
Tá Kristina hoyrdi, at
Jo Søndergren skuldi leik
stjórna, gjørdist hetta sera
spennandi, tí Søndergren er
eitt av hennara stóru idolum.
- Eg sá hann fyrstu ferð
á Listastevnuni í 2002, og
mær dámdi hann ótrúliga
væl, tí havi eg sæð hann
sum eitt idol líka síðan,
greiðir Kristina frá.
- Eg vildi tí sjálvandi
gjarna luttaka í hesum og
tí sendi eg eina fløgu við
ymiskum dansi hjá mær og
mítt CV, og Jo var eftir
øllum at døma nøgdur
við tað, ið hann sá, sigur
Kristina Ougaard Sørensen
í telefonini úr Nuuk.
Fyrireikingar
ganga væl
Kristina letur væl at fyri
reikingunum til leikin.
- Vit koma øll frá sera
ymiskum bakgrundum, men
vit fungera væl sum bólkur,
og eg haldi, at vit læra nógv
av hvør øðrum sigur hon.
Nuukaka Coster Waldau
er nýútbúgvin sjónleikari
við Statens Teaterskole í
Keypmannahavn,
Varste
Mathæussen
Berndtsson
er útbúgvin sjónleikari
við Tuukkaq sjónleikar
húsið, meðan Vivi Søren
sen og Kristian Mølgaard
eru royndir ungdómssjón
leikarar og dansarar í
Grønlandi, ið tó ikki hava
útbúgving innan leiklist
ella dans.
Hevur lært nógv
- Nú spæla vit øll sjónleik
og dansa øll. Hetta er
sjálvandi eisini avbjóðandi
fyri leikstjóran, ið vanliga
bara arbeiðir við super
professionellum dansarum.
Hann noyðist tí, at finna
okkara forsir, og tað dugur
hann eisini væl. Hann fær
ótrúliga nógv burtur úr
lítlum. Eg kann tosa fyri
meg, at eg hesar farnu
fýra vikurnar havi lært
meira enn eg gjørdi 3 ár
á dansiskúlanum, sigur
Kristina
- Eg havi roynt at lokka
Jo at koma til Føroyar at
gera okkurt, og eg vóni, at
tað fer at eydnast. Hann er
bara bookaður øgiliga langt
fram, so tað verður ikki
fyribils, greiðir Kristina
frá.
Nú standa framførslur á
skránni fram til 25. oktober
m. a. í loftshølunum á
Operaini í Keypmannahavn,
og Kristina leggur ikki skjól
á, at hetta er nakað, ið tey
øll gleða seg til:
- Tað er forbiðið spenn
andi, at skula spæla í
Operahúsinum, eg vænti,
at tað verður nakað heilt
serligt. Hetta er eisini fyrsta
grønlendska framleiðslan,
sum sleppur á pall har.
Stykkið
»Polaroid,
what´s really going on
around the northpole?«
verður sýnt í Operahúsin
um í Keypmannahavn í
døgunum 14.-17. oktober.
Í Føroyum verður sett upp
í Norðurlandahúsinum leyg
arkvøldið 21. oktober
keldur:
Operahus – here we come!, Sermitsiaq
nr. 37, 2006
Spændende Blanding, Sermitsiaq nr.
38, 2006
www.napa.gl
Kristina Ougaard Sørensen á pall í Operaini
Kristina Ougaard Sørensen
og Kristian Mølgaard undir
venjing í Nuuk
Mynd: Napa.gl