týsdagur 26. september 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 26. september 2006
6
tíðindi
Føroya Felag móti
Krabbameini fer til
heystar at stovna
sjálvhjálpsbólkar fyri
børn og ung, sum
hava foreldur, ið eru
rakt av krabbameini
Børn og ung
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Kathrina Lindenskov Joen
sen, ið er sjúkrarøktarfrøð
ingur og sálarfrøðingur, fer
at taka sær av nýstovnaðu
sjálvhjálparbólkunum, hjá
Føroya Felag móti Krabba
meini.
- Hesir bólkarnir vera fyri
børn og ung, sum hava sjúk
foreldur, tí børnini hava tørv
á at savnast, meðan foreldrini
eru sjúk. Har kunnu tey tosa
um felags trupulleikar við
onnur, sum eru í somu støðu,
tí børn og ung gerast ofta
sera einsamøll, tá foreldur
eru sjúk, sigur Kathrina Lind
enskov Joensen.
- Krabbameinsfelagið hev
ur í longri tíð ætlað at gjørt
eitt tilboð til børn, sum
hava sjúk foreldur. Vit fáa
fleiri fyrispurningar frá for
eldrum og avvarðandi, um
tilboð til børn, greiðir Jansy
Gaardlykke, formaður í
Krabbameinsfelagnum frá.
- Foreldrini sígg ja at børn
ini hava brúk fyri hjálp, tí
tey sígg ja, hvussu ringt tað
er at tosa við børnini, tá tey
hava fingið staðfest eina
álvarliga sjúku, sigur Jansy
Gaardlykke.
Nógvar tankar
og kenslur
- Tað kann vera ringt hjá
foreldrunum, at skula siga
børnum frá sjúkuni. Ofta
fáa børnini fakta at vita um
sjúkuna og viðgerðina, með
an tað ikki verður fokuserað
so nógv uppá, hvussu børnini
hava tað, sigur Kathrina Lind
enskov Joensen, sum hevur
royndir við líknandi arbeiði
úr Danmark.
- Foreldrini eru glað, um
børnini klára skúlan og
vanliga frítíðarvirksemið.
Børnini ganga og hugsa um
tað man fara at ganga. Tey
hygg ja eftir, hvussu mamm
an ella pápin hevur tað. Tey
hava nógvar tankar og kensl
ur, sum tey ikki fáa sett orð
á. Samstundis ansa tey eftir,
hvat tey siga heima, tí tey
ikki vita, hvat tey kunnu
spyrja um og royna at spara
foreldrini.
Fokus á børnini
Í bólkunum skal fokus vera
á børnini. Tey skulu kunna
tosa um, hvussu tey sjálvi
hava tað, nú mamman ella
pápin eru sjúk.
- Vit skulu ikki tosa um
mammuna, tað kann gott
vera, at tað er natúrligt við
hvørt, men tað skal snúgva
seg um, hvat børnini og
tey ungu halda vera trupult.
Hvørjar tankar tey gera sær
í samband við, at foreldrini
eru sjúk, og hvat tey hava
brúk fyri, sigur Kathrina
Lindenskov Joensen.
- Tað kann gott vera, at
tey fara at tosa um vinir, tí
tað er sera týdningarmikið
í lívinum hjá børnunum,
hvussu teirra samband við
vinirnar er. Tey kunnu til
dømis tosa um, hvussu vinir
nir taka tað, at mamman ella
pápin eru vorðin sjúk, hvat
tey kunnu tosa við vinirnar
um, og hvussu tey kenna seg
saman við vinunum, greiðir
Kathrina Lindenskov Joen
sen frá.
Hon heldur tað vera gott
fyri børnini at koma saman
við øðrum børnum og ung
um, sum eru í somu støðu,
sum tey sjálvi eru.
Og Jansy greiðir frá, at
tey sígg ja tað eisini í øðrum
bólkum, í felagnum, at tað
hevur so ótrúliga nógv at
siga fyri sjúklingarnar, at
sleppa at tosa við onkran,
Hjálp til børn við sjúkum foreldrum
Nú fjøllini verða
gingin og slaktið
stendur fyri durum,
kemur út forkunnug
og snotilig myndabók
um slaktið, sæð
gjøgnum eygu
barnsins.
Mentan
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað er gjøgnum eyguni á
børnunum, at vit eygleiða
skurðtíðina í nýgg ju bókini
Heystsuita, sum Bókadeild
Føroya Lærarafelag gevur
í hesum døgum. Heystsuita
er bók við fotomyndum
eftir Olav Schneider, og
evnið, ið verður viðgjørt
er slakt í Føroyum, frá
rakstri til rullupylsu. Talan
er fyrst og fremst um eina
søgu í myndum við smáum
tekstabrotum og yrkingum,
sum fyri ein stóran part
er søgd úr barnsins sjónar
horni: hvat sígg ja barnaeygu,
hvussu taka tey lut í hesum
serliga universi, og hvat
gera tey saman við teimum
vaksnu.
Í bókini er hópur av vøkr
um huglagsmyndum, sum
lýsa, hvussu henda sið
bundna mentanin verður
løgd niður í børnini og tey
ungu, ið fara at taka við.
Tað er Olav Schneider,
sum hevur tikið myndirnar.
Hann arbeiðir við klassisk
ari fotodokumentasjón og
hevur seinastu árini havt
fleiri framsýningar. Yrking
arnar og tekstabrotini eru
eftir Sonju Schneider. Hon
hevur skrivað og týtt barna-
og ungdómsbøkur.
Serføroysk og
týðandi mentan
Í sambandi við útgávuna,
sum Mjólkarvirki Búnaðar
manna hevur stuðlað, varð
skipað fyri móttøku og fram
sýning í fundarhølunum
hjá Mjólkarvirki Búnaðar
manna við Vegin Langa í
Hoyvík týsmorgunin. Har
greiddi Hans Jákup Thom
sen, leiðari fyri Bókadeild
ina, frá, og Olav Schneider
fekk eisini orðið.
Hans Jákup segði eitt
nú, at tá Olav Schneider
hevði framsýning í Smiðj
uni í Lítluvík í fjør, ivaðust
tey í bókadeildini ikki í, at
myndirnar høvdu verið sera
vælegnaðar til eina mynd
abók.
- Hetta er ein týdning
armikil dokumentatión av
einari elligamlari siðvenja,
sum í dag er serføroysk í
mun til grannalondini, har
tað er forboðið við lóg at
slakta heima.
Gjøgnum eygu
barnsins
Og Olav Schneider greiddi
soleiðis frá:
-
Hendan
siðbundna
mentanin er tíbetur livandi
millum føroyingar enn, og
kann hon metast sum eina
felags verkætlan millum
børn og vaksin, sum øll
taka í størsta álvara, segði
Olav Schneider. Og hann
legði dent á, at bókin ikki
er ein dokumentatión av
slaktinum, men haraftur
Frá rakstri til rullupylsu
Guvan í kjallararúmi
vásaklæddir menn, sum
biðja tey smáu bíða
uttanfyri
meðan svævað verður
úr bókini: Heystsuita
Soleiðis skal lítlin
læra lívsins treytir.
Í spølni og kæti
og djúpum álvara –
eygleiða tey vaksnu
gera sum tey vaksnu
úr bókini: Heystsuita
Sígg j børnini!
Sígg j heimin lata seg upp
við teirra eygum.
úr bókini: Heystsuita
Hagtøl
Fólkatalið: Seinast í
18. øld vóru umleið
5.000 fólk í Føroyum.
Í 1870 fór talið upp um
10.000, í 1933 upp um
25.000 og í 1973 upp
um 40.000. Í 2003 fór
talið av íbúgvum upp
um 48.000 og er tað
hægsta, tað nakrantíð
hevur verið. Næstan alla
tíðina hevur fólkatalið
verið vaksandi, men
seinasta árið er vøkstur
in tó minkaður niður í
lítið og einki. Eitt sera
týdningarmikið undan
tak frá hesi gongdini
var tó fyrra helvt av
1990-árunum, tá fólka
talið vegna ringar tíðir
minkaði nærum 10%.
Fruktbærið: Í 1970
fingu konur í Føroy
um 3,4 børn í miðal,
meðan talið í 2004 var
komið niður á 2,6 barn.
Hóast hetta, so er frukt
bærið í Føroyum nú tað
hægsta í Evropu, har øll
londini uttan Grønland
og Ísland hava færri enn
2 børn í miðal.
Væntað lívsævi:
Miðallivialdurin er so
líðandi vorðin hægri.
Nýfødd dreingjabørn
kunnu vænta at liva 77
ár, meðan genturnar
kunnu rokna við at fara
upp um 81 ár. Fyri 30
árum síðani vóru hesi
tølini ávikavist 73 og
77 ár.
Flytingin:
Flytingin til og úr Før
oyum er stór sammett
við fólkatalið, ið eisini
verður nógv ávirkað
av hesum. Í árunum
1980-88 vóru umleið
líka nógvir tilflytarar
sum fráflytarar, men í
1989-1995 var fráflyt
ingin sera nógv størri
enn tilflytingin, og fólk
atalið minkaði tí ógv is
ligt. Í 1996-2003 var
tilflytingin aftur størri,
men í 2004 kom aftur
vend í til eina netto frá
flyting.
www.hagstova.fo