týsdagur 26. september 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 26. september 2006
7
tíðindi
sum hevur verið ígjøgnum
tað sama.
- Tá man kemur saman við
øðrum, ið eru í somu støðu,
leggur man merki til, at man
slett ikki er øðrvísi, sigur
Jansy Gaardlykke.
Stórur tørvur
Jansy Gaardlykke heldur
stóran tørv vera á einum
tílíkum bólki, og hon sigur,
at, fyri nøkrum árum síðani
kom eitt tilboð til børn, sum
hava mist.
- Tað er gott við einum tílík
um tilboði, men samstundis
dekkar tað ikki allan tørvin
hjá børnum. Tí tað vísir
seg, at tey børnini, sum
hava mist, hava haft brúk
fyri hjálp longu áðrenn tey
hava mist. Tí foreldrini hava
verið sjúk í langa tíð, sorgin
hjá teimum byrjaði, longu tá
foreldrini gjørdust sjúk. Tí
vilja vit seta inn beinanvegin
og hjálpa teimum áðrenn tey
missa.
Kathrina Lindenskov Joensen, ið er sjúkrarøktarfrøðingur og
sálarfrøðingur, fer at taka sær av nýstovnaðu sjálvhjálparbólku
num, hjá Føroya Felag móti Krabbameini
- Tá man kemur saman við øðrum, ið eru í somu støðu, leggur
man merki til, at man slett ikki er øðrvísi, sigur Jansy Gaard
lykke, formaður í Føroya Felag móti Krabbameini
ímóti at myndirnar eru eyg
leiðingar barnsins.
- Við myndarøðini vil eg
vísa, hvussu børnini uppliva
skurðtíðina, og hvussu tey,
so við og við, verða drigin
inn í heimin hjá teimum
vaksnu. Hendan mentanin
er ein dýrabarur gripur,
sum vit eiga at varðveita -
ikki minst í dag, har vit liva
í einum heimi, har børn og
vaksin eru alt meira burtur
frá hvørjum øðrum, segði
Olav Schneider. Og hann
greiddi frá, at honum hevur
altíð líkað at taka myndir
í døkka og dramatiska
umhvørvinum undir slakt
inum.
Karmur um myndirnar
eru tvær yrkingar, eftir
Sonju Schneider. Bókin
er býtt í brot, sum bera
heitini: Av fjalli í bóndans
garð, Teir svæva, Teir
tumma, Teir opa og taka
innanúr, Vambakonur, Í
løtum, Seyðarhøvd og Tey
gera rullupylsu. Aftast er
samandráttur á donskum og
enskum.
Myndirnar eru tiknar á
ymsum bóndagørðum í
Kaldbak, Kaldbaksbotni og
á Sundi. Heystsuita er 136
blaðsíður og innbundin.
Blóðið! Sveitin!
deymurin,
dampandi blóð.
úr bókini: Heystsuita
og mammubeiggin
við skálkabrosi:
“Tí hvør av øðrum liva má...”
úr bókini: Heystsuita
Lívsins múrsterium
er teimum eingin gáta.
Er teimum
eyðsýnd
elligomul vitan
úr bókini: Heystsuita
Olav og Sonja Schneider, sum hava
gjørt bókina: Heystsuita
Mynd: Jens Kristian Vang
Heðin
Kambsdal
í Galerie
Focus
LISTAFRAMSÝNING
Fríggjadagin 29. sep
tember kl 16 til 18 let
ur ein framsýning við
málningum hjá Heðin
Kambsdal upp í Galerie
Focus í Gríms Kambans
gøtu 20 í Havn. Heðin
Kambsdal er úr Fugla
firði, útbúgvin lærari
og undirvísir m.a. í tón
leiki. Hann hevur málað
í nógv ár og m. a. sýnt
fram í Føroyum á Varm
akeldu, í Ribarhus og
í Listaskálanum og í
Danmark í Galleri Flint
holm og Galleri Arleth.
Heðin Kambsdal hevur
prýtt m. a. gongina í
Mentannarhúsinum í
Fuglafirði. Møtisalin í
Horbelev prestagarði á
Falster. Føroya Banka í
Fuglafirði.
Myndevnið hjá Heðin
Kambsdal er ofta bygdin,
tað mystiska ljósið tá
myrkur og dagsljós brót
ast. Hann málar ljósið
komandi úr erva millum
tey døkku høgu fjøllini
og speglast í fjørðinum.
Gøtuljósini - tað man
vera um kvøldið, um
náttina ella kanska
tíðliga sunnumorgun.
Ljósið fellur á húsið, á
úthurðina, tað mystiska,
hvar eru fólkini, tær liv
andi verðirnar? Kanska
fólk eta náttura, hyggja
í sjónvarp ella sova,
hvør veit, men eitt er
vist, fólk eru ikki at
síggja í bygdamyndini,
í vindeygunum, í hurða
opinum ella á vegnum.
Húsið stendur sum fyri
seg sjálvt, myndin er real
istisk, men eisini onku
ntíð meira abstrakt.
Á framsýningini eru
oljumálningar á lørift.
Framsýningin verður
opin til 13. oktober, týs
dag til fríggjadag kl. 15
til 18 og leygardag kl. 16
til 18.