Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 185 - 26. september 2006 tíðindi Ofta verður sagt, at ein ikki eigur at selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin. Tó kunnu tónleikarar í Føroyum spakuliga byrja at gleða seg um, at eitt nýtt spæli­stað er á veg. Hergeir Eldevig hev­ur seinastu vik­ ur­nar arbeitt við einum uppskotið sum lýsir hvussu eitt tílíkt spælistað kann byggjast Mána­ morgunin legði hann uppskotið fram fyri borgarstjóranum – og Borgarstjórin var sera bjartskygdur, skilst Mentanarlív Rókur Jákupsson Jakobsen Hergeir Eldevig er partur av Asfalt átakinum, sum m.a. arbeiðir fyri at betra um­støðurnar hjá tónleikarum í Føroyum. Saman við fel­ agnum Mentón, hava fólkini í Asfalt ment eitt uppskot um eitt komandi spælistað, sum kann húsa alskyns tónleiki. Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit hoyra røddir um at nú er eitt spælistað á veg, men Hergeir vísur á, at nú verður farið meiri ítøkiliga til verka. – Tað sum vit ynskja er, at hava eitt stað sum hevur fokus á tónleikinum. Vit vilja hava ein pall, sum hevur eina rættiliga lága gátt. Tað sum er av størsta týdningi er, at fokus alla tíð verður hildið á tónleikinum. Vit vilja ikki byggja eitt hús, sum má rekast ov kommersielt. Vit vilja ikki reka tað við at hava dans o.s.fr. Tó er tað eyðsæð, at tú helst verður noyddur til at reka staðið kommersielt, um tað skal bera seg, men vit ætla at royna at reka tað við konsertum heldur enn við dansitiltøkum, sigur Hergeir. Býráðið er við uppá tað Í løtuni liggur bólturin so at siga hjá Býráðnum. Verkfrøðingar hjá Býráðnum fara nú at hyggja eftir onkrum øki, har spælistaðið kann byggjast. Sostatt er ikki avgjørt júst hvar spælistaðið kemur at liggja, men tó sigur hann, at ynskiligt er, um tað er onkrastaðni miðskeiðis í Havnini. Hergeir vísur á, at tað stendur í samgonguskjalinum hjá sitandi býráðssamgongu, at eitt spælistað skal byggjast í Havn. Sostatt er tað ikki so løgið, at Býráðið er positivt yvirfyri uppskotinum hjá Asfalt og Mentón. – Nú hava vit lagt okkara uppskot til viðgerðar. Síðan fer Býráðið at gera tær neyð­ugu metingarnar, og so hittast vit aftur um einar tríggjar vikur. Tá vænti eg, at verkætlanin gerst enn meiri ítøkilig, sigur Hergeir við Sosialin. Spurdur um hann hevur nakað spælistað sum fyri­ mynd vísur Hergeir á, at hansara dreyma spælistað er intimt og fleksibult. – Eg kann ímynda mær, at spælistaðið verður bygt sum eitt nú Copenhagen Jazz­house, ella Lille Vega í Keypmannahavn. Tað sum er gott við hesum støðum er, at hølini eru fleksibul. Tú kanst hava eina lítla intima konsert, og síðani opna hølini til størri konsertir. Men vit hava ongar ætlanir um at byggja spælistaðið stórt, bara fyri at gera tað stórt. Eg kann ímynda mær, at hølini skulu kunna rúma okkurt um 200 fólkum, greiður Hergeir Eldevig frá. Spælistað hevur stóran týdn­ing fyri menning av tónleikarum í Føroyum Á heimasíðuni hjá Asfalt stendur at lesa: asfalt og grunn­urin – til frama fyri før­oyskan tónleik: Fíggjarliga avlopið av tiltakinum í Tórsgøtu fer í asfaltgrunnin. Grunnurin skal virka fyri at fáa til vega eitt spælistað í Havn og fer eisini at kunna stuðla øðrum tónleikaátøkum. (www. asfalt.fo) Sostatt er verkætlanin í trá við ein av arbeiðssetninginum hjá framtakinum. Eg spyrji Hergeir um, hvønn týdning eitt tílíkt spælistað kemur at hava fyri tónleikarar í Havn og í Føroyum annars. – Tað fer at hava alstóran týdning. Vit vita hvussu stór­ an týdning fótbóltsvøllir hava fyri fótbóltsspælarar. Tú kanst ímynda tær, hvussu torført tað hevði verið hjá fótbóltspælarum at ment seg, um teir ikki høvdu vøllir at spæla á, vísur Hergeir á. – Soleiðis kunnu vit eis­ ini meta týdningin á ein­ um spælistaðið. Um ein tón­l­eikari veksur upp í einum umhvørvi, har tað er natúrligt at framføra sín egna tónleik, er tað eyðsæð, at hann/hon mennir eina fatan av hvussu tónleikurin skal framførast. Bara tað, at kunna ganga á konsertir, har umstøðurnar eru góðar, kann vera ótrúliga mennandi fyri ein tónleikara. Við tí í huga, so er skjótt at staðfesta, at tað eisini er mennandi at spæla konsertir á einum slík­um stað. Alt í alt, trúgvi eg, at hetta staðið kemur at hava eina risastóra ávirkan á føroyskt tónleikalív, metir Hergeir. Hvørjum skal spælistaðið húsa? – Tað skal húsa øllum sløgum av tónleiki. Vit fara ikki at seta avmarkingar á, men tó er spælistaðið kanska mest ætlað rútmiskum tón­ leiki. Men vit leggja upp til, at gáttin verður lág fyri hervið at loyva meira óroynd­um kreftum, úr eitt nú musikkskúlanum, fram­ at. Soleiðis gerst húsið meira opið og ágóðin av spælistaðinum gerst møgu­ ligur fyri einum breiðari skara av tónleikarum – Tað er upplagt, tá ið Kommunan er við í verk­ ætlanini, at lata Musikk­ skúla konsertirnar verða hildn­ar í spælistaðnum, sum enn ikki hevur fingið eitt navn. Musikkskúlin verð­ ur ein natúrligur partur av spælistaðnum. Fleiri byggistig Hergeir greiður frá, at tað sum er mest átrokandi er, at fáa ein sal, ein pall og útgerð til vega. Hetta rópar Hergeir fyri fyrsta byggistig. Men síðan er møguleiki at byggja víðari. Eitt nú hevur verið talan um, at hava skrivstovur hjá fólkið ið fáast við tónleik inni á spælistaðnum. Hetta kundi verið næsta byggistig. Soleiðis kunnu vit hugsa víðari, sigur Hergeir. Tá ið staðið er endaliga liðugt, kunnu vit ímynda okkum, at vit hava eitt nú­tímans, fleksibult spæli­ stað, sum altíð hevur tón­leik­ in í fokus, sigur Hergeir. - Men tað er av alstórum týdningi, at vit fáa tónleikarar við í verkætlanina. Vit fara nú at byggja brýr mill­um okkum í Asfalt og tónleikarar, soleiðis at teir eisini sleppa at føra fram síni ynskir og hugsanir. Tá kemur Mentón eisini kraftigari inn í myndina, tí at Mentón er eitt samtak sum er savnað av tónleikarum. Hvør er tíðarætlanin? ­ –Vit vóna og ganga út frá, at spælistaðið er klárt um eini tvey ár. Hetta skal tó takast við fyrivarni, men vit hava sett eina verkætlan í gongd, og vilja fylgja henni upp. Vit sum eru í Asfalt og Mentón brenna øll fyri tón­ leikinum, og vit gera hetta til okkara hjartamál. Havn­ in og Føroyar hava tørv á hesum spælistaðið, og í hesum døgum tá tað er so nógv fokus á tónleik, er tað bara natúrligt at vit gera eina tílíka verkætlan. Vit sum eru í Asfalt eru ikki tónleikarar. Vit eru fólk sum elska og brenna fyri tónleiki. Vit nýta okkara orku til at gera og umsita hetta húsið, soleiðis at tónleikarar kunnu savnað sína orku um tað sum teir eru bestir til – at spæla tónleik, sigur Hergeir at enda. Haðani ynskja vit Mentón, Asfalt og Tórshavnar Bý­ráð góða eydnu við hesi til­ trongdu verkætlan. Hergeir Eldevig hevur tilevnað eitt uppskot um hvussu eitt framtíðar spælistað kann byggjast. Mynd: Rókur J. Jakobsen Havnin fær eitt spælistað