týsdagur 26. september 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 26. september 2006
9
tíðindi
Gongur sum Neyð
hjálp Fólkakirkjunnar
ætlar verður ein
endurnýtsluhandil
settur á stovn í Havn
um stutta tíð.
– Vit hava funnið
hølir til handilin.
Nú vantar okkum
bert fólk at skipa
fyri handlinum, varð
upplýst á kunnandi
fundi í Havn í farnu
viku. Ætlandi letur
handilin upp um ein
góðan mánað
Neyðhjálp
Orð & myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Hesin virkni felags
skapurin hevur longu oman
fyri 100 slíkar handlar í
Danmark.
Men hetta verður altso
fyrsti handil teirra á føro
yskari jørð. Endamálið
við hesum handlum er at
útvega pening til víttfevnda
arbeiðið sum felagsskapurin
ger heima og úti.
Avlopið frá søluni í handl
unum kemur veruliga til
sín rætt:
- Hjá okkum er tað
soleiðis, at 66 % av hesum
fara til arbeiði okkara úti í
heimi, sigur Kamilla Bals
lev-Olesen, hvørs ábyrgd
arøki eru handlar av hesum
slagi.
Hon var her saman við
aðalskrivaranum í Neyð
hjálp fólkakirkjunnar, Hen
rik Stubkjær og øðrum frá
felagsskapinum. Endamálið
var at kunna um arbeiðið
og bjóða fram møguleikan
at stuðla einum slíkum
endurnýtsluhandli.
Á fundinum varð upp
lýst, at í Danmark eru
eini 125.000 fólk sum
regluliga stuðla Neyðhjálp
Fólkakirkjunnar. Í Føroyum
er talið eisini rættiliga stórt,
tí her hevur felagsskapurin
einar 600 stuðlar.
– Tað vóru nakrar av hes
um, sum vit eisini fegin
ynsktu at hitta, sigur Henrik
Stubkjær.
Yptu øksl
Í Føroyum finnast longu
slíkir endurnýtsluhandlar
í Klaksvík og í Havn.
Hesir geva eitt gott íkast
til raksturin av felags
skapunum, sum varða av
handlunum.
Neyðhjálp Fólkakirkjunn
ar var fyrsti felagsskapurin
sum byrjaði við at selja
brúkt klæðir í Danmark.
Hetta hendi í 1972, og
vóru tað tá mong sum yptu
øksl til eina slíka ætlan.
Tað var tá hildið at vera
óhugsandi at kunna selja
brúkt klæðir til onnur.
Tað vísti seg kortini,
at hetta bar til, og í dag
eru íalt 115 slíkar handlar,
har eini 4000 sjálvboðin
fólk íðin arbeiða fyri at
stuðla
felagsskapinum
á henda hátt. Fólk frá
felagsskapinum hava eis
ini verið dúglig savna
fløskur, m.a. á Roskilde-
festivalinum.
Bara
við
hetta høvið fingu tey einar
900.000 kr. til felagsskapin
í ár.
Út frá hesum ber til hjá
teimum at kunna verða
til hjálp hjá neyðstøddum
fólkum kring allan heimin
– annaðhvørt tey so eru
stødd í neyð av tsunami,
jarðskjálvta, kríggi, land
minum ella á annan hátt.
Vónað verður nú, at føroy
ingar eisini vilja stuðla ein
um slíkum handli – bæði
í praktiskum arbeiði og
sum keyparar av vørunum
í handlinum.
Tá hann verður veruleiki
verður hann tann 116. í
røðini hjá felagsskapinum.
Hølini liggja væl fyri í mið
býnum í Havn, har Køku
búðin helt til í síni tíð.
Johan Nielsen var
millum luttakararnar
á kunnandi fundinum
í farnu viku.
- Eg vildi vita meiri
um tað arbeiðið
sum Neyðhjálp
Fólkakirkjunnar ger,
sigur hann
Endurnýtslu
handil
Snorri Brend
Havn: Á fundinum í farnu
viku varð nógv greitt frá
tí víttfevnda virkseminum
sum
Neyðhjálp
Fólka
kirkjunnar ger kring allan
heimin.
Arbeiðið byrjaði millum
flóttarfólk í Europa eftir
fyrra veraldarbardaga, men
verður í dag fyri tað mesta
gjørt í Afrika, Mið-Amerika
og í Eystur-Europa.
Uttan góðan stuðul frá
fólki og fyritøkum hevði
hetta arbeiðið ikki borið
til. Og tí varð á fundinum
eisini lagdur dentur á tað,
sum danir nevna “folkelig
forankring”.
Víst varð m.a. á, at bert
tveir tímar eftir at tíðindini
bórust um tsunami-vanlukk
una í Fjareystri, vóru fyrstu
bússurnar til innsavningina
úti í donskum handlum.
- Hetta var sera áhugavert
og inspirerandi at hoyra,
sigur Johan Nielsen, sum
dagliga arbeiðir sum gartn
ari.
Hjálpa til
Johan Nielsen hevur góðan
kunnleika til skótaarbeiðið
gjøgnum KFUM-skótarnar.
Og hann vildi nú hoyra enn
meiri um tað arbeiðið sum
Neyðhjálp Fólkakirkjunnar
ger úti í heimi.
Á fundinum var tað m.a.
arbeiðið við minu-rudd
ingini sum hevði hansara
áhuga. Her er Neyðhjálp
Fólkakirkjunnar við í hes
um arbeiðinum á fleiri
frontum.
Hugskotið um ein endur
nýtsluhandil í Havn heldur
hann somuleiðis vera gott.
– Eg haldi at tað hevði
verið fínt við einum slíkum
handli, sum minnir eitt
sindur um Rokkjallaran á
sinni.
– Hesin handilin var væl
dámdur tá. Og tað vænti
eg tí eisini, at hesin nýggi
handilin verður, sigur Johan
Nielsen.
Hann hevur sjálvur áhuga
at hjálpa til í einum handli.
– Ein kann jú altíð
umvæla okkurt og hjálpa
til við innrættingini – og
kanska selja eisini, sigur
hann.
Endurnýtsluhandil nr. 116 í Havn
– Eitt gott arbeiði
Johan Nielsen (høgrumegin) vildi fegin vita meiri um arbeiðið hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.
Og tað fekk hann. – Ein kann altíð hjálpa eitt sindur til, sigur hann
Nógv praktisk viðurskifti skulu fáast í rættlag, áðrenn ein endurnýtsluhandil kann lata upp. Men tað visti Kamilla Balslev-Olesen ráð fyri