týsdagur 26. september 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 185 - 26. september 2006
Vit kunnu í hesum døgum sanna orðini, at tað kann
vera stutt millum orð og gerð, hvat tó ikki altíð
er so vanligt. Í fyrilestri sínum á Vinnudegnum
í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, róði Elin
Heinesen, blaðstjóri framundir, at vinnulív og
mentanarlív í størri mun eiga at stuðla upp undir
hvørt annað. Hetta er gongdin í útheiminum, og
hetta er ein gongd, sum eisini Føroyar kunnu
gera sær dælt av. Ikki meira enn hálvtalað orð
og vit hoyra góðu tíðindini av Müllersbrúgv, um
at føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevur
gjørt av at lata 400.000 kr. í stuðuli til tí fyrstu
føroysku operuna.
Nú er tað einki nýtt í tí, at oljufeløg og fyri
tað vinnufyritøkur sum heild lata stuðul til
mentanarlig tiltøk. Tað nýggja í hesum er so,
at føroyska oljufelagið fer undir framleiðslu í
bretskum øki í næstu framtíð og í tí sambandinum
letur inntøkurnar frá teimum fyrstu 1000 tunn
unum av olju til hetta serstaka mentanarliga
tiltakið. Hetta er so eisini í tráð við ynskið
hjá einum av okkara mentanarfólkum, Gunnari
Hoydal, rithøvunda, sum nøkur ár herfyri helt
fyri, at ein komandi føroysk oljuvinna átti at seta
sær sum mál at lata inntøkurnar, sum svara til
ein pott av olju av hvørjari framleiddari tunnu av
olju, til føroysku mentanina. Hvør veit, kanska
hetta hetta átakið hjá føroyska oljufelagnum er
ein staðfesting ella byrjan í so máta.
Felagið hevur annars fyri kortum verið úti eftir
meiri partapeningi millum føroyingar og útlend
ingar til nettupp at kunna fara undir umrøddu
framleiðslu. Ein kann so eisini siga, at avgerðin
at lata pengar til eina føroyska operu er tøkk fyri
tann áhuga, sum er vístur AP og tess komandi
virksemi.
Í sambandi við at tíðindini um stuðulin komu
alment fram takkaði ein av oddamonnunum
aftanfyri tónleikatiltakið, Sunleif Rasmussen fyri
stuðulin og helt fyri, at tað má sigast at vera ávíst
samband millum oljufeløg og list, tí bæði alla
tíðina royna at finna nýggjar leiðir. Hann helt
tað eisini vera víðskygt av einum oljufelag at lata
slíkan stuðul. –Tað vísir vit hava vinnulívsfólk,
sum hava áræði segði hann á kunnandi fundinum
um tiltakið.
Operain, sum talan er um, verður framførd í
Norðurlandahúsinum 12. oktober.
Sosialurin
Kærkomin gáva
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Tað ultimativa má altíð
verða, at tónleikurin kemur
í fyrstu røð, men nú tað
kann staðfestast, at Prixið
er rokið, skal enn størri
fokus setast á, í hvønn mun
vit vilja hava tónleikin
fram
Fleiri ferðir hava vit ført
fram, at tónleikurin kundi
verið eitt alternativ til
fiskivinnuna o.a, men fyri
mong av okkum kann tað
tykjast, eftir at avgerðin er
tikin um, at Prix Føroyar
ikki verður ein partur at
føroyska tónleikapallinum,
at vit ikki eru sørt fjáltur
stungin.
Vit skulu minnast til, at
t.d. karrieran hjá Eivør o.ø.
júst er sprottin úr Prixinum,
og tí má tað vera ein løgin
kensla, at nú skal hesin
møguleikin ikki verða at
finna longur.
Sjálvur eri eg ikki vísur í,
at hetta er ein fremjandi og
nýskapandi avgerð – men
tað er nokk ikki tí støðan
er sum hon er – men skal
nakað beinast av vegnum,
skal eitt ella annað koma
ístaðin – alt annað gevur
onga meining.
Festivalarnir er IKKI
avloysarin
Eg eri sannførdur um, at
festivalarnir ikki er nakar
avloysari til Prixið, og tí
eri eg eitt sindur bangin
fyri, at tað veruliga ikki er
tann stóri møguleikin at fáa
eygað á talentini, og tískil
detta mong hesum niður
ímillum.
Alt hevur sín prís, plaga vit
at siga, men her er prísurin
sera stórur – bæði, tá hugsað
verður um stóra arbeiði hjá
Musikkskúlanum o.ø, og
tað arbeiðið tann einstaki
leggur úr hondum.
Tað er nú einaferð so, at,
innan undirhaldsvinnuna,
er tað alla tíðina ein spurn
ingur um at gera seg sjón
ligan, og nú mugu vit so
staðfesta, at ein av hesum
møguleikunum hevur fingið
eitt slag fyri bógvin.
SETIÐ TÓNLEIKIN Á
DAGSSKRÁNNA!
Eitt er at geva skarvin
yvir og eitt annað er so at
vísa á alternativir, og so er
spurningurin um vit hava
nakað at seta ístaðin.
Onki er lýtaleyst og uttan
feilir, men eg má siga sum
er, at eg føli hetta at verða
eitt afturstig, og eri stórliga
bangin fyri, at enn einaferð
hevur tónleikurin, og tey
sum ROYNA at arbeiða fyri
hesum, ligið STÓRTAP!
Havi fleiri ferðirnar hoyrt
hetta, at tónleikurin ikki
skal verða ein kapping, men
eitt kann eg so staðfesta, at
verður ikki henda saman
tvinningin millum listarliga-
og kappingarliga partin ikki
gjørdur ein partur av tón
leikinum, verða vit fyri stór
tapi – í sera hørðu altjóða
kappingini.
Tónleikurin er eisini
partur av LIBERAL
ISTISKA rákinum
Um vit vilja tað ella ei,
so er tónleikurin eisini ein
partur av globaliseringini
og tí liberalistiska rákinum,
vit síggja um allan heimin,
og tí mugu vit reisa okkum
úr hesum “jantaliga” fjasin
um, og heldur síggja møgu
leikarnar enn forðingarnar.
Vóni, at vit fara síggja
brúkiligar loysnir – tón
leikinum at frama!
Prixið reyk – og hvat so?
Fríðálvur
Jensen
Tann 14. september 1946
var fólkaatkvøða í Føroyum.
Tey, ið høvdu atkvøðurætt,
skuldu svara »ja« ella »nei«
til spurningin, um vit skuldu
loysa úr ríkisfelagsskapinum
við Danmark.
Sum kunnugt greiddu
5.656 atkvøður ja fyri loys
ing, meðan 5.490 greiddu
nei.
Tá í tíðini var Fólkaflokk
urin einsamallur flokkur
á tingi, sum virkaði fyri
»loysing«.
Til
løgtingsvalið
6.
november 1945 - fyrsta val
eftir seinna heimsbardaga
- greiddu 5.725 atkvøður
fyri Fólkaflokkin, og til
løgtingsvalið 8. november
1946 - tveir mánaðir eftir
fólkaatkvøðuna - greiddu
5.396 atkvøður fyri Fólka
flokkin.
Niðurstøðan av hesum
er, at av teimum, ið høvdu
atkvøðurætt, atkvøddu:
Hetta skal skiljast sum
uppískoyti til eina gallup-
kanning fyri tveimum vik
um síðani.
Tað er tó illa hugsandi,
at Georg Gallup, sum við
stórum kynstri fyri 70
árum síðani legði støð
ið til respektabla Gallup
stovnin, vildi brýggjað
seg um, at hansara navn
varð sett í samband við
øsing og beistagerð framd
(fyri aðruferð) móti minn
isvarðanum »Kongaminn
ið«, einasti obeliskur í okk
ara høvuðsstaði gjørdur úr
gróti av dugnaligum havn
armonnum.
Vit føroyingar eiga, eins
og øll onnur upplýst fólk, at
ræðast fysiskan og psykiskan
terror, sum nú á døgum,
eins og í miðøldini, verður
framdur við abnormum,
destruktivum symbolikki,
kompromileysum
poli
tikki og religiøsari funda
mentalismu.
Ágangur
við
slíkum
dimensiónum
ørkymlar,
órógvar okkara mentala
tryggleika. Og hetta er í
sjálvum sær ein álvarsom
hóttan, tí natúrlig javnvág
ella linni millum sál og
likam var sjálvt jørðildið,
har okkara viðkvæma forna
andaliga mentan mentist so
at siga av sær sjálvum – og
als ikki við innantómum
rópi og geipi og løgnum
lótum um frelsu.
Gallup
Heri
Mohr
31% fyri loysing 6. november 1945. Luttøka 75.7%
33% fyri loysing 14. september 1946. ” 63%
30% fyri loysing 3. november 1946. ” 73.3%