Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 26. september 2006 11 Í bløðunum hevur Bjørn Kalsø eitt svarskriv til mína blaðgrein, um álagda gjaldið fyri fiskiloyvi og flytan av fiskidøgum. Tøkk skal landstýrismaðurin hava fyri tað. Svarið gevur tó onki gjøgnumskygni av, hvussu júst 500 krónum í avgreiðslugjaldi av fiskiloyvinum kemur fram. Hvat skal útróðrarmaðurin í veruleikanum gjalda fyri ? Tað var høvuðsboðskapurin í lesarabrævi mínum. Í § 9 stk.1 stendur í lóg um vinnuligan fiskiskap, at landstýrismaðurin hevur heimild at gera: 5) Skipan við veiðu- og fiskiloyvum og av­greiðslu­ gjald í hesum sam­bandi og í sambandi við avhending av fiskidøgum og kvotum. Formelt hevur lands­stýris­ maðurin, sum eg eisini vísti á í greinini, loyvi til at áleggja gjøld fyri fiskiloyvi, men eg meti ikki at tað er í tráð við andan í lógini, at smærru útróðrarbátarnir skulu gjalda 500 krónur fyri at endurnýggja sítt fiskiloyvi. Er tað ikki út­róðrarbátarnir og smærru fiskiførini ið gjalda bróður­ partin av áløgdu upp­hædd­ ini og hvussu stórur (lítil) er part­urin, ið hevur upp í 15 loyvir. Mær vitandi eru hvørki brúkarar ella politiska skipanin hoyrd, og eg eri framhaldandi av tí áskoðan, at Løgtingið ikki hevði samtykt, at út­róðrarmaðurin og tey smærru fiskiførini skuldu gjalda stórt sæð alt gildið. Skemtilig er saman­ber­ ingin hjá lands­stýris­mann­ inum, tá hann til sam­ metingar nevnir nøkur dømi um gjøld fyri tænastur, ið eg haldi fult undirbyggja, at onki grundarlag er fyri okursgjaldinum fyri loyv­ inum til smábátar, citat: Fyri at lýsa spurningin kann til samanberingar nevn­ ast, at skal borgari hava pass, koyrikort, nummar­ spjaldur á bilin ella ein seyð fluttan í aðra oyggj, verða avgreiðslugjøld kravd inn av avarandi stovni ella ráði. • Fyri eitt pass ið er gald­ andi í 10 ár verður gold­ ið 400 krónur, sama arbeiði at útskriva barna­ pass, men hetta er nógv bíligari. • Útskrivan av koyrikortið ið er laminerað kostar 550 krónur og kann í besta føri verða galdandi í 58 ár. Verður kortið endurnýggja vegna burt­ urmiss ella tað brotnar er prísurin 250 krónur. Endurnýggja vegna ald­ ur skal brúkarin bert gjalda fyri læknaváttan. • Tá talan er um numm­ ar­spjøldur, er tað eisini ein langtíðaríløga, har tú fyri peningin fær út­flýggjað eitt sett av numm­ar­plátum. • Tá talan er um seyða­ flutning millum oyggjar fær tú eina tænastu. Nú talan er um gjald hjá smábátum mótvegis risa­ skipum, hevði eg roknað við, at ivaleyst kostar meir at fáa eina kúgv flutta um fjørðin enn ein seyð. Til seinast fari eg at heita á landstýrismannin um at geva eina frágreiðing við greiðari uppseting av rokni­ stykkinum, hvussu lutfallið millum arbeiðsorku og út­reiðslurnar hjá Fiskimála­ stýrinum av at útskriva fiski­loyvi kann verða 500 krónur. Hvar eru trupulleikarnir? Tað er ofta hugaligt hjá summum at tosa um trupulleikar hjá grannanum. Lat meg seta nakrar fáar spurningar, nú eitt útmerkað orðaskifti hevur tikið seg upp um sjúkhúsverk. Hvar man tað føroyska sjúkhúsverkið liggja, um ein “pisakanning” verður gjørd av hesum. Eru tey føroysku sjúkhúsini “akkrediteraði” (kvalitets- vurderaði) av amerikanska góðskumetingarstovninum Joint Commission International (JCI), soleiðis sum sjúkhúsini í HS (Hovedstadens Sygehusfællesskab, har Rigshospitalet er ein partur) eru blivin bæði í 2002 og 2005? Har hægstu kræv verða sett til hesi punkt, (endurgivið frá internetsíðuni: http://www.rigshospitalet.dk/rh.nsf/Content/ 8BC8035D39310224C1256F86004530C3?OpenDocu ment --- De 368 standarder dækker følgende områder: Adgang til behandling og sammenhængende patient­ forløb Patient- og pårørenderettigheder Vurdering af patienter Behandling af patienter Vejledning af patient og pårørende Kvalitetsudvikling og patientsikkerhed Forebyggelse og kontrol af infektioner Ledelse Sikkerhed, infrastruktur og forsyninger Personalets kvalifikationer og uddannelse Data og informationsstyring Viðmerking til svar: “Avgreiðslugjald ella eykaskatt” løgtingsmaður Kári P. Højgaard Rolf Guttesen Aftan á býráðsfundin í síðstu viku, tá Áki Bertholdsen ringdi og spurdi, hví vit valdu at stovna okkara egnu sosialu deild, metti eg ikki at nøkur blaðskriving skuldi standast av hesum. Men í Sosialinum hin 21. september kemur so ein long blaðgrein, har min vin­ur, samstarvsfelagi og starvsfelagi, Jens Jo­­ hanne­­sen kemur við frá­ greið­­ingum um málið. Eg skrivi hettar og komi ikki við aftursvari. Eg skal ikki koma við nøkr­­um nýggj­um, men bert kom­men­tera nakað av út­søg­num hans­ara. Eru teirra orð (sosial­urin nr. 182 – 21 sept. 2006) Í einum sam­­starvs­­høpi eru tað part­­ar­­nir sum sam­ starva, men í grein­ini vísir Jens á, at hettar er upp­legg frá Tvøroyrar býráð – hvar eru hinir partarnir í upp­ bygg­ingini av málinum? Víst verður í útalilsinum, at Tvøroyrar býráð hevði stovnað eina sosiala deild, og hinar komunurnar sloppu (allarnådigst) at seta síni fingramerki í hesa avtalu, sum Tv. Býráð hevði gjørt. Eitt ófrávíkiligt krav frá vágbingum var, at sosiala deildin skuldi hava opið í Vági og Tvøroyri, tað kom ikki við í samstarvsavtaluna. Tá vit vístu á hettar, segði Kristin Mikkelsen, at Tvør­ oyrar býráð hevði brúkt nógva tíð upp á sáttmálan (samstarv??) og tað blivu ikki nógvar broytingar framd­­ar. Vágbingar fingu einki lyfti um, at tað kom at standa í sáttmálanum, at opið bleiv í Vági. Ein annar tvørámaður, býráðslimurin og bygdamaður mín Sverri Midjord segði, at nú varð nokk farið av Tvøroyri, tað skuldi einki meir úr býnum. Jens fílist á, hvussu leingi teir skuldu blíva við at samráðast. Tað var eingin samráðingarfundur hildin, men bert kunnandi fundir millum bý/bygdaráðslimir. Og teir vóru tveir í tali, aftan á at Tv. býráð hevði orðað leistin, ið teir valdu at samstarva eftir. Smid­lig­ari loysn (sosialurin nr. 182 – 21 sept. 2006) Her verður í greinini víst á, at Tv. Býráð hevði valt leist, og sosiala deild skal liggja (nær hevur verið samráðst um hettar, hvar sosiala deild skal liggja). Tað hevur verið skotið upp og sagt nógv ymiskt, men samráðingar hava ongar verið. Tað hevur verið og er ein stórur bági í samstarvi millum Tvøroyri og Vág og tað er tí, at ongar samráðingar eru. Víðari vísir Jens á, at so sum hann hevur skilt, so brúkar Vágs kommuna henda sama leistin, fyri at samráðast um eina sosiala deild í syðru hálvu. Men so er ikki Jens, tú mátti biðið, heimildamannin sum bæði tú og eg vita hvør er, um at víst tær samstarvsavtaluna. Samstarvsavtalan sum Bergur Berg gjørdi er væl úr hondum greidd, so sjálvandi brúka vit hana, tá vit nú hava hana við hondina, høvdu tit brúkt hana til fulnar og troytt møguleikarnar í sam­starv­ inum var nógv vunnið. Í partinum um samstarvsøkið nevna vit, at samstarvað verður um tey øki, sum vit samráða okkum fram til. Og tað var tað sum glapp í samstarvinum mill­um Tvør­ oyri og Vág. Tvørámenn søgdu her skuldu ikki stórar broytingar til, og so er alt sagt um samstarv. Jens Johannesen sigur at enda, at hetta var lættasti mátin, og hann valdu vit. Vit mugu siga, at hettar var einasti máti og hann valdu vit. Vón mín er eisini, at vit einaferð seinni finna fe­lags­ stev á hesum í mín­um hugaheimi sera stóra og viðkvæma øki. Eg vil við hesum ynskja Tvørá­monn­ um blíðan byr frammyvir. Vágbingar sluppu ikki at seta síni fingramerki 900 Vágur Sølvi Andreasen Hans Pauli sigur ósatt Mikil orðadráttur hevur seinastu dagarnar verið millum Finn Helmsdal, løgtingsmann og Hans Paula Strøm, landstyrismann, um flytanina av 5 búfólkum frá bústovninum við Sundsvegnum og út á Eirargarð. Eg kann sum formaður felagsins váttað, at Hans Pauli Strøm ikki hevur grein í sínum máli, tá hann sigur, at eingin viðmerking er komin til Serstovnadeildina. Tað er beinleiðis lygn! Álitisfólki á stovninum hevur sjálvt sent sínar egnu viðmerkingar til málið – og var so mikið at sær komin at handa brævið persónliga til umsitingina á Al­manna- og Heilsumálaráðnum. Undirritaði læs sjálv­ur viðmerkingarnar ígjøgnum áðrenn skrivið varð handað, og tískil sat eg sum kánus, tá eg í Tinginum hoyrdi lands­ stýris­mannin siga, at ongin viðmerking var komin. Sigast skal eisini í hesum sambandi, at avgerðin um at flyta búfólkini út á Eirargarð er tikin fyri fleiri mánaðum síðani, tí tann 31. august vóru umboð fyri serstovnadeildina greiddi starvsfólkunum frá hesum. So har varð ongin vegur uttanum. AVGERÐIN VAR TIKIN – og stóð ikki til at broytast. Starvsfólkini vóru als ikki tikin við uppá ráð – men tað kundi man kanska heldur ikki væntað, tí hetta er enn eitt dømi um, hvussu nógvir spurningar verða avgreiddir. Hví ikki hava serkunnleikan – starvsfólkini – við í hesari viðgerð? Føroya Pedagogfelag hevur eisini sent Serstovna­ deildini skriv um við fyrispurningi um hvørjar broyt­ ingar eru í væntu innan Serstovnaøkið. Men svarið varð í stuttum, at tað skuldu vit ikki blanda okkum uppí, tí Føroya Pedagogfelag hava ongan leiklut í teirri ráðleggingini leiðslan fyri Heimarøktini og Ser­ forsorgini arbeiði við!! Hetta eru tónarnir – og ikki haldi eg, at tað eru blíðir tónar, sum boða frá samstarvi. Formaður í Føroya Pedagogfelag Jarvin Feil­ berg Hansen Sat og læs um, at nú var aftur harðskapur í býnum í Havn. Hugstoytandi kortini aftur eitt offur, aftur ein ákærdur. Hugsi at tað kundi verið vert at hugt nærri eftir, hvat kommunan í Sønderborg roynir at gera fyri at tálma harð­skapinum. Har er eitt sam­starv millum kommunu, politi og nátt­ klubbarnar komið í gongd, har fólk, sum verða dømd fyri harðskap, verða úti­ hýst úr náttarlívinum í vikuskiftinum í tvey ár. Verða tey sædd á náttar­ tíð í býarlívinum, verða tey hand­tikin og latin leys, tá dagur er. Hettar vildi kanska fingið onkran at hugsa seg um, áðrenn viðkomandi nýtur harðskap sum fyrsta val. Harðskapur – lærið av Sønderborg Martin Kúrberg viðmerkingar