Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 185 - 26. september 2006 Minni óviðgjørdur fiskur av landinum Fyri stuttum viðgjørdi Útvarp Føroya orsøkirnar til gongdina, ið vísir at minni av óvirkaðum fiski fer beinleiðis av landinum. Orsøkirnar eru iva­ leyst nógvar, og ein av teimum er tann sonevndi Fiskapakkin, ið fór at virka á heysti 2005. Hagstova Føroya hevur kunngjørt seinastu tølini, ið lýsa lutfallið av óvirkaðum fiski, sum er landaður beinleiðis uttanlands. Niðurstøðan er greið: Nøgdin av óvirkaðum fiski er minkað seinasta tíðarskeiðið, samanborðið við sama tíðarskeið í fjør. Í Útvarpinum metir stjórin á Hagstovu Føroya, at orsøkin er at finna í hækkandi oljuprísum. Tískil er avleiðingin hon, at siglingin niður á marknaðin er vorðin ov kostnaðarmikil. Meting Hagstovunnar er ikki skeiv, men eg vil minna á, at aðrar orsøkir eisini hava byrgt upp undir hesa góðu gongd. Politiskt eru beinleiðis stig tikin hesum viðvíkjandi. Hugsað verður um sonevnda Fiskapakkan, sum varð samtyktur – og fór at virka – á heysti í 2005. Uttan at fara í smálutir kann nevnast, at Fiskapakkin umfatar: Lógarbroytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Nýggja kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands. Broytingar í reglugerð um Fiskamarknað Føroya. Broytingar í kunngerð um almenna uppboðssølu. Nevndu stig hava viðført: at føroyingar og útlendingar kunna bjóða javnsíðis uppá føroyskan fisk heima í Føroyum. at skip uttanfyri fiskidagaskipanina eru áløgd at avreiða í minsta lagi 75% av veiðuni í Føroyum. Hetta var frammanundan bert galdandi fyri skip í fiskidagaskipanini. Harumframt eru reglur gjørdar, og settar í verk, ið hava til endamáls at koma so nevndu “proformahandlunum” til lívs. Mín niðurstøða er tí, at júst hetta stigið við “Fiska­ pakkanum”, er ein av høvuðsorsøkunum til, at minni fiskur nú verður landaður uttanlands. Fiskapakkin er eitt úrslit av tí arbeiði, Fiskimálaráðið tók stig til, og sum seinri varð skipað í samstarvi við politisku skipanina annars, og ikki minst vinnuna sjálva. Grønlendski fólkatings­mað­ urin Kuupik Kleist hevði eina grein í Dimmalætting í farnu viku, har hann gjørdi viðmerkingar til tað, sum ein blaðmaður á Dimmalætting skrivaði tann 24. august um ætlanirnar hjá Útnorðurráðnum um undirvísing í grønlendskum og íslendskum í føroyska fólkaskúlanum. Av tí at undirritaði hevur ført somu sjónarmið fram sum blaðmaðurin, loyvi eg mær at koma við hesum viðmerkingunum. Kuupik Kleist sigur í grein­ini, at tað er at yvir­ meta samtyktina hjá Út­ norð­ur­ráð­num, tá ført verð­ur fram, at ráðið vil hava før­oysk børn at læra grøn­lendskt og íslendskt í fólka­skúlan­um. Lat okk­um vóna at so er. Men sambært tí sum Útvarpið segði frá fundinum í Út­norð­ur­ ráðnum, so er talan ikki um eina yvirmeting. Útvarpið segði millum annað soleiðis (orðarætt endurgivið): “Vit skulu duga betur at skilja og tosa grønlendskt og íslendskt við. Grannamálini skulu á tímatalvuna í fólka­ skúlanum í útnorðri, ja útnorðurbúgvar skulu læra meira um viðurskiftini hjá hvørjum øðrum yvirhøvur. Á landsfundinum sum endaði í gjár mælti Útnorðurráðið stjórnini í Íslandi, og lands­stýrunum í Føroyum og Grønlandi til, at seta í verk undirvísing í søguni, samfelagsviðurskiftunum, mentanini og málunum hjá hvørjum øðrum. Hetta skal vera fastur táttur í tíma­talvuni í fólkaskúl­ anum, og heitt verður á londini um at gera felags undirvísingartilfar á øll­um trimum málum” (endur­ geving endað). Eg ivist onga løtu í, at tá eitt fak fær pláss á tímatalvuni sum eitt av teimum føstu fakunum, so er tað tekin um, at fakið verður tikið rímiliga seriøst. Og tað at nýtt undirvísingartilfar skal gerast til nevnda fak­ ið, ber boð um, at tað verður raðfest hægri enn nøkur av verandi fakum, har skúlabøkurnar ikki eru endurnýggjaðar í mong ár. Tí vísti eg á í míni grein, at tá økt undirvísing í enskum skuldi á tímatalvuna, so varð beinan vegin tosað um, hvat fak skuldi víkja, fyri at geva pláss fyri hesum, og tá var tað fyri mongum ein sjálvfylgja, at tað skuldi vera danskt, sum mátti víkja. Grundgevingin var, at í stóru verð tosaðu fólk ikki danskt, men enskt. Um íslendskt og grønlendskt nú eisini skulu á tímatalvuna, so havi eg hug at spyrja, um undirvísingin í enskum longu skal minka aftur, ella hevur onkur kanska aftur hesa ferð hugsað um at tað skal ganga út yvir dansktundirvísingina? Og forrestin! hvussu nógv í stóru verð tosa grøn­ lendskt? Hvat er endamálið? Kuupik Kleist skrivar í greinini seinasta mikudag millum annað: “Jeg er over­ bevist om, at både Færøerne, Grønland og Island vil klare sig langt bedre i forhold til globaliseringer, hvis vi øger videns- og erfaringsudvekslingen mell­em os og står sammen som region på flest mulige planer.” Hetta sigur hann er ein orsøk til, at “vi i Vestnordisk Råd arbejder på at ruste ungdommen til globaliseringen ud fra et regionalt perspektiv”. Til hetta er at siga, at Føroyar og Grønland hava longu frammanundan eitt tætt samstarv á uttan­ ríkis­politiska økinum. Vit hava jú, sum partur av danska ríkinum, felags uttanríkispolitikk við Dan­ mark. Men so vítt eg veit, arbeiðir Kuupik Kleist við hond og fót fyri at loysa okkum úr verandi ríkis­rættarligu støðu, og nú vísir tað seg, at sami maður arbeiðir eisini fyri at styrkja samstarvið millum Føroyar, Grønland og Ísland. Hann vil hava Danmark út og Ísland inn. Og her er tað, at ynskið kemur fram, um at vit skulu læra meira um søgu, mál og mentan hjá grønlendingum og íslendingum, samtíðis sum sterkar kreftir virka fyri at troka danskt út úr skúlunum. Og so kemur tann brenn­ andi spurningurin: Verða vit meira altjóðagjørd saman við Íslandi enn saman við Danmark ? Tí vísti eg á í míni grein, at við at duga danskt, kunnu vit samskifta við íbúgvarnar í bæði Danmark, Noreg og Svøríki (einar 19 mió. fólk). Hetta eru hóast alt meira enn 50 ferðir so nógv fólk sum tað búgva tilsamans í Íslandi og Grønlandi. Danmark er limur í ES, har tað búgva 480 mió. fólk, meðan Ísland er limur í EFTA, sum telur 3,4 mió. fólk. So her átti at verið lætt at valt, um endamálið er at blíva meira altjóðagjørdur. Í býráðnum í Havn verð­ ur landbúnaðurin ikki vird­ur. Við eini samtykt á býráðsfundinum hós­kvøld­ ið skal ítróttarhøll byggj­ast á dyrkaðum lendi á Argj­ um. Bóndin má við sínum mjólkineytum víkja fyri gravkúgvum Á Argjum búgva nú so nógv fólk, at har skal byggjast ein ítróttarhøll. Alt gott um tað. Eina ítróttarhøll skulu tey sjálvandi hava, men tað átti at borið til at funnið eitt annað hóskandi lendi har úti til hesa bygg­ ing enn júst dyrkaða lendið, sum bóndin hevur velt til bø sum fóður til síni mjólkineyt. Skal umrødda lendið brúkast til at byggja ítrótt­ ar­høll á, krevur verandi byggisamtykt eina broyt­ ing. Tað var henda broyt­ ing av galdandi samtykt, Tórshavnar býráð á fund­ inum hóskvøldið samtykti at fremja. Við 12 atkvøðum fyri og einari ímóti, nevniliga atkvøðuna hjá undirritaða, samtykt býráðið at broyta samtyktina, og við hesum koma gravkýr at mynda bøin í staðin fyri livandi kýr. Tá sama mál var fyri í býráðnum í vár, var tað einmælt samtykt. Eisini eg tók undir við tí tá, við tí sjálvfylgju, at bóndin sjálvandi var kunnaður um tað, sum henda skuldi. Men tað var hann ikki, vísir tað seg nú. Og tí kann eg ikki taka undir við bygging av ítróttarhøllini á dyrkaða bøin. Í brævi sent býráðslimum tíðliga í summar, greiddi bóndin okkum frá, at hann fyrst frætti um ætlanina hjá býráðnum at taka velta bøin frá honum í fjølmiðlunum. Eingin hevði kunnað hann um ætlanina. Hann noyddist sjálvur biða um fund við umsitingina og teir býráðslimir, sum hava arbeitt við málinum. At hann mótmælti, skilji eg væl. Føðigrundarlagið burtur Talan er um dyrkilendi, sum hoyrir til festið hjá bóndanum. Sambært løg­ tingslóg um landsjørð frá 17. mai 2004 stendur í grein 10, at øki, ið Búnaðarstovan selur av landsjørð at byggja á, skal fyrst og fremst umfata ódyrkaða jørð. Umrødda dyrkaða lend­ ið er partur av bøi, sum er grundarlagið fyri, at at bóndin kann hava mjólki­neyt. Skulu vit her í landinum hava nakran sum helst møguleika at geva børnum okkara góða, fríska føroyska mjólk, so kann hetta ikki gerast, tá vit taka føðigrundarlagið undan mjólkineytunum. Og tað er júst tað, sum Tórshavnar býráð gjørdi við broytingini av samtyktini hóskvøldið í farnu viku. Hetta er ein liður í samlaðu almennu byggiætlanini hjá Tórshavnar kommunu. Tað vita vit, men ein ítróttarhøll á Argjum kann saktans byggjast onkra aðra staðni á Argjum enn beint á einum uppdyrkaðum lendi. Eitt kolossalt arbeiði er lagt í umrødda lendið, sum núverandi bóndin og pápi hansara, sum eisini var bóndi, hava lagt í jørðina, sum teir hava drenað og bøtt um síðani 1980, so at bøurin er góður í dag. Havnin er ikki tann part­ urin av Føroyum, sum er mest kent fyri jarðarbrúk ella neytahald. Seinni árini hevur nógv verið gjørt fyri at menna mjólkaframleiðsluna í Før­oy­um og sam­stund­is minka um inn­­­flutn­ingin av út­lendsk­ari mjólk. Hetta hev­ur fyri ein part eydnast. Lógin skúgvað til viks Tá vit í Tórshavnar býráð leggja á veltað bøin, skerja vit møguleikarnar hjá bónd­ um at hava mjólkineyt og harvið minka vit um før­ oyska mjólkaframleiðslu og økja aftur um innflutningin av útlendskari mjólk. Tað er ikki eitt serliga jaligt tekin at geva smærru kommununum, sum lagt hava saman við okkum seinnu árini. Kúgvin, vit mest kenna til her, man vera gravkúgvin. Tað sær út til, at vit her í býráðnum hava so lítla virðing fyri tí sindri av jarðarbrúki sum eftir er í kommununi, at lendi skal ofrast til frama fyra eina ítróttarhøll. Eg havi einki ímóti eini ítróttarhøll. Sjálvandi skulu Argir, sum er vaksin til ein stóran og fólkaríkan bý í býnum, hava eina ítrótt­ar­ høll, sum er hósk­andi til tann aktivitet, sum okkara ungfólk íðka og venja í dag. Ongantíð ov skjótt. Men at høllin skal byggjast á dyrkaðum lendi, sum verður brúkt til mjólkaframleiðslu, tað havi eg nógv ímóti. Tað mátti verði eitt minsta­krav, at býráðið og byggi- og býarskipanar­ nevndin kunnaðu bóndan á staðnum um ætlanina um at ognartaka stóran part av uppdyrkaðu jørðini. Við byggingini av eini ítróttarhøll á dyrkaða jørð, ganga vit beint ímóti eini galdandi løgtingslóg. Helgi Abrahamsen býráðslimur í Havn Beate L. Samuelsen, Bjørn Kalsø Heimsins størsta oyggj, men ikki heimsins størsta mál Mjólkneyt mugu víkja fyri gravkúm viðmerkingar