Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 26. september 2006 13 Kári Leitisstein Knudsen, búsitandi í Grenå, andaðist leygardagin 23. september, 38 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Grenåkirke, Torvet, hósdagin 28. september, kl. 13.00. Vermund Niclasen í Froðba andaðist í heiminum sunnukvøldið, 72 ára gamal. Kistan fer úr kapell­in­ um í kirkjuna mikukvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 12.30 úr Tvøroyar kirkju. Tey, ið vilja minnast Vermund, kunnu lata eina peninga­ gávu til Missiónshúsið í Tøvoyri; konta í Føroya Banka Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Sunnudagin 24. september fylti Petur Martin Rasmussen, búsitandi í Hoydølum, 75 ár. Petur Martin var í mong ár sóknarprestur, og hann hevur eisini á so mangan annan hátt verið við til at sett dám á føroyska samfelagið. Petur Martin er skálamaður. For­ eldur hansara vóru Sús­anna, fødd Johannesen og ættað av Skála, og Olaf Ras­mussen, sum var ættaður úr Syðrugøtu. Tey fingu fýra børn: Petur Martin, Jóhanna Olafsdóttir, Hans Andreas ella Dia og Pálma Joensen. Jóhanna og Pálma búgva á Skála, og har búði Dia eisini. Hann var 56 ára gamal, tá ið hann doyði í 1988. Eftir barnaskúlan á Skála arbeiddi Petur Martin eitt skifti í handli og á bed­ing­ini á Skála, áðrenn hann fór til Havnar at ganga í stud­entaskúlan, sum tá helt til á VBV. Petur Martin tók preliminerprógv í 1950, og í 1952 var hann liðugur við studentaskúlan. Leiðin lá síðani til Keyp­manna­ havnar, har Petur Martin í juni 1960 var liðugur við cand. theol. lesturin. Eftir pastoralseminariið hetta sama heystið var hann 1961-62 hjálparprestur í Klaksvík fyri Jóhan Nielsen, sum var fólkatingsmaður. Undir lesnaðinum hevði Petur Martin roynt seg sum læraravikarur í skúlunum á Strondum og í Kollafirði og eisini í studentaskúlanum. Í 1962 varð hann sett­ur sum adjunktur í studenta­skúl­an­ um, har hann undirvísti í kristni, latíni og søgu. Frá 1965 og fram til 1971 var Petur Martin fyrst hjálp­ar­prestur í Havnini og síðani kal­s­kappellanur í Suð­ur­streymoy­ar presta­gjaldi. Í 1971 gjørd­ist hann prestur í Eiðis prestagjaldi, og Petur Martin var prestur og familjan búði á Eiði inn­til í 1983. Tá fluttu tey til Havnar aftur, tí Petur Martin fór í fulltíðarstarv á Fróð­ skaparsetrinum, har hann hevði verið við til at seta gud­frøðideildina á stovn, og sum hann eisini var leiðari fyri. Eftir at Føroyar vóru vornar sjálvstøðugt bispadømi í 1990, gjørdist Petur Martin fyrsti dómpróvstur Føroya. Hann sat í tí starvinum inn­til miðskeiðis í níti ár­unum, tá ið hann tók við sóknarprestaembætinum á Tvøroyri. Tað starvið røkti hann, inntil hann vegna aldur legði frá sær. Petur Martin hevur verið íðin við penninum. Hann hevur skrivað fleiri bøkur og nógvar greinar í ritum og bløðum, og hann hevur hildið nógvar fyrilestrar í Útvarpi Føroya. Krúnan á bókmentaliga arbeiðnum var tað, tá ið Petur Martin í 1987 gav út Den færøske sprogrejsning med særligt henblik på kampen om færøsk som kirkesprog i national og partipolitisk be­lysning. Hetta sama árið vardi hann bókina sum dokt­ara­ritgerð við lærda háskúlan í Lund. Petur Martin dugir væl at grundgeva fyri sínum áskoð­anum, sum viðhvørt kunnu vera í andsøgn við tað, sum er alment. Hann er hugnaligur at vera saman við, og hann hevur stórt innlit í føroyska samfelagnum á so mongum økjum. Ikki minst tá ið tað kemur til ættar- og bygdarsøgu er hann sum tikin úr leikum. Petur Martin hevur luttikið í fleiri ráðum og nevndum, sum hava havt við kirkjulig og skúlalig viðurskifti at gera. Hann var formaður í byggi­­nevndini og ein av for­­sprákarunum, tá ið felags­ skúlin á Oyrabakka varð bygd­u­r, og hann var limur í nevndini, sum fyri landsstýrið skrivaði álit um yvirtøku av fólkakirkjuni. Í avmarkaðu frítíðini, sum Petur Martin hevur unt sær sjálvum, hevur honum dám­að væl at gingið í fjøll­unum, og hann sæst fram­veg­is ganga langar túrar í Hoyvíkshaganum. At eyg­leiða náttúruna hevur hon­um dámað væl, og saman við konuni røkir hann fram­vegis urtagarðin kring hús­ini í Hoydølum. Stóra upp­gávan, sum hann nú fæst við, er at skriva søguna hjá heimbygdini Skála, sum hann altíð hevur gingið nógv uppí at varðveita sambandið við, hóast tað skjótt eru seksti ár síðani, at hann flutti av bygdini. Petur Martin giftist 4. mai í 1957 við Ingibjørg fødd Jakobsen og ættað úr Hvalvík. Tey eiga trý børn: Ólavur (1957), Súsanna (1960) og Ári (1962). Ólavur býr í Hvalba, Súsanna býr í Keypmannahavn, og Ári býr á Argjum. Føðingardagin var Petur Martin á Skála. J Petur Martin Rasmussen 75 ár 90 ára føðingardagur 26. september verður Sofus A. Gregersen, Syðrugøtu, 90 ár. Dagurin verður hildin í Dagtilhaldinum í Gøtubrá frá kl. 17.00. Øll eru vælkomin. 50 ára føðingardagur Týsdagin 26. september verður Laila í Garðinum, Klaksvík, 50 ár. Opið hús á Bumshamarsvegi 42 frá kl. 13.00. Tøkk Hjartaliga vil eg takka øllum, sum mintust til mín 13. aug. á 80 ára degnum. Ein serlig tøkk til børnini við familju, sum gjørdu, at dagurin eydnaðist so væl. Tøkk fyri blómur, gávur og telegrammir. Tøkk til tykkum, sum vundu merkið á stong. Kærastu heilsanir Eleonora Joensen, Oyndarfjørður Tøkk Eina hjartans tøkk vil eg veita øllum tykkum, sum mintust til mín á 85 ára føðingardegnum tann 9. august. Kærar heilsur Emly Nolsøe, Tvøroyri Lítið vardi tað meg, at dysturin í Sør­ vági ímóti SÍ skuldi vera tann seinasti við Rúna sum liðleiðara. Fekk orðið á Rúna hóskvøldið fyri dystin og legði eg tá til merkis, at hann var ikki sum hann plagdi. Fjáltur var á honum. Eg kom at kenna Rúna, tá ið eg byrjaði at spæla við aðru deild. Minnist ikki, um Rúni byrjaði sum liðleiðari sama árið, men tað var so um tað mundið. Sostatt hevur Rúni verið ein sera stórur partur av mínari tíð sum vaksnamannaleikari í LÍF. Rúni gjørdi ikki nógv um seg í sínum arbeiði í LÍF, men arbeiðið, sum hann legði eftir seg, var ómetaliga stórt og týdningarmikið. Hann tók sær av at vaska bæði venjingarklæði og dystarklæði, og tað var ongantíð nakað at finnast at. Tvørturímóti. Sum leikari visti tú altíð, hvar tíni klæði vóru, og at alt var, sum tað skuldi. Klæðini vóru altíð væl samanløgd, og var nakað ivamál, kundi tú altíð heita á Rúna. Rúni visti eisini júst, hvussu hvør leikari var, og hvussu viðkomandi vildi hava síni klæði. Hann gekk ikki og spurdi hvønn ein­stakan, hvat honum dámdi best, men hann fylgdi við og eygleiddi leikararnar. Hann visti, til dømis, at eg, tá ið dystur var, ikki hitaði upp í joggingbuksum. Tí legði hann mær heldur ongar buksur klárar, tá ið vit skuldu spæla dyst. Hann hevði ong­an­ tíð spurt meg, men hann visti tað. Rúni hugsaði altíð nógv um hini og syrgdi fyri, at skil var í. Vit hava verið nógvar suðuroyartúrar við LÍF, og tá var tað altíð Rúni, sum skipaði fyri, at allir leikararnir fingu hvør sín ferðaseðil. Hann gekk runt og býtti út og spurdi allar spælararnar, um teir høvdu fingið ein. Rúni var spentur sum fáur, tá ið dystur var á skránni, og vunnu vit, var lagið altíð gott. Komi at hugsa um dystin ímóti FS Vágum fyri stutt­um. Vit vunnu 1-0, men spælið hevði ikki verið nakað at reypa av, og tá ið avtornaði vóru vit hepnir at vinna. Menn vóru misnøgdir við dystin og gloymdu, at vit, hósast alt, høvdu vunnið. Tá kom Rúni inn í um­klæðingarrúmið, ovurfegin og spurdi, um vit ikki vóru glaðir. Vit høvdu jú vunnið dystin, so sjálvandi skuldu vit vera glaðir. Rætt hevði hann! Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um Rúna Heinesen. Tórhallur Minngarorð um Rúna Heinesen Dagurin eitur Kosmus 27. september. Kosmus (eisini skrivaður Cosmas), deyður umleið ár 300. Tikin av døgum undir Diocletianus keisara.