Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 185 - 26. september 2006 Hóast Tvøroyrar Kommuna hevur tapt bæði í Føroya Rætti og í Landsrættinum,ætlar býráðið ikki at leggja kongin, tí tey halda seg hava eina góða sak Rættarmál Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ósemjan ímillum Strand­ ferðsluna og Tvøroyrar Komm­ unu um havnagjaldið hjá Smyrli, er ikki liðugt enn. Tvøroyrar Býráð hevur kravt, at Smyril skuldi betala meiri í havnagjaldi, men hig­artil hevur tað gingið strilti at fáa undirtøku fyri kravinum. Her er talan um gjald fyri gamla Smyril, sum brúkti havnina á Drelnesi, ið komm­ unan sjálv bygdi og átti. Talan er um eina mun­ andi upphædd, sum komm­ unan hevur kravt í meiri havnagjaldi og Strand­ ferðslan hevur víst á, at fær Tvøroyrar Býráð viðhald, skal Strandferðslan betala kommununi einar níggju milliónir krónur. Málið endaði í Føroya Rætti, men har tapti komm­ unan. Hon skeyt málið inn fyri Landsrættin, men har tapti kommunan eisini. Men á býráðsfundi á Tvør­ oyri fríggjakvøldið varð gjørt av at kanna møguleikarnar fyri at sleppa í hægstarætt við málinum. Løgfrøðingurin hjá Komm­ unusamskipan Føroya, har Tvøroyrar Kommuna er limur, hevur nú málið til gjøgnumgongd fyri at fáa eina nýggja, løgfrøðiliga meting. Tvøroyrar Býráð sigur, at tá ið ein niðurstøða er komin frá honum, skal støða takast til, um býráðið skal søkja um at fáa málið fyri hægstarætt. Á Býráðsfundinum fríggja­­kvøldið metti bý­ráðs­ for­maðurin fram­veg­is, at tey høvdu eina góða sak, tí hann metti, at hóast Tvør­ oyrar Kommuna tapti bæði í Føroya Rætti og í Land­s­ rættinum er ikki sam­svar ímillum báðar dómar­nar. Í Føroya Rætti taptu vit, tí at vit ikki høvdu ein ser­skildan roknskap fyri Havnina á Drelnesi. Men í Landsrættinum taptu vit tí at allur roknskapirnir hjá havnunum skuldu leggjast og tilsamans máttu teir ikki geva avlop. Teir skuldu somu­ leiðis vera inni í kommunala roknskapinum. Tí heldur býráðið, at sam­ svar er ikki ímillum grund­ gevingarnar fyri dóminum og sostatt kanna tey møgu­ leikarnar fyri at royna málið í Hægstarætti. Meiri havnagjald Men Tvøroyrar Býráð steðg­ ar ikki her. – Vit halda okkum eisini hava rætt til havnagjald fyri nýggja Smyril og tað er ein spurningur, sum vit taka upp við Strandferðsluna og landsstýrið, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Hann sigur, at hóast tað er landið, sum hevur gjørt og eigur nýggju sam­ ferðsluhavnina á Kramba­ tanga, eigur Tvøroyrar Komm­ una rætt til havnagjald. Skip, sum leggja at bryggju skulu vanliga betala havnagjald, brúgvagjald og vørugjald. – Vit krevja ikki brúgva­ gjald og vørugjald, tí bryggjan er landsins ogn, men vit halda framvegis, at Strandferðslan eigur at rinda havnagjald fyri at koma inn í Havnina, ella inn á fjørðin. Kristin Michelsen vísir á, at í Havnini rindar Strand­ ferðslan bæði havnagjald, bryggjugjald og vørugjald og tí heldur hann, at Tvøroyrar Kommuna eisini hevur rætt til havnagjald fyri nýggja Smyril, hóast sjálv bryggjan er landsins ogn. Kanna møguleikan fyri at fara í hægstarætt Tvøroyrar býráð gevst ikki á hendur, hóast bæði Føroya Rættur og Landsrætturin hava gingið teimum ímóti. Kommunan vil framvegis hava hægri gjald fyri gamla Smyril og hon við eisini hava gjald fyri nýggja Smyril Landsstý­rismála­ nevndin, sum hev­ur eftirlit við em­bætisførsluni hjá landsstýrinum, krevur nú eina frá­ greiðing frá lands­stýr­ is­manninum í menta­ málum um ætlanin at siga ein lærara á Vinnuskúlanum, upp Uppsøgn Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er eisini landsstýris­mála­ nevndin komin upp í sakina um ætlanina at siga ein lærara úr starvi á Vinnuskúlanum. Landsstýrismálanevndin hevur eftirlit við em­bætis­ førsluni hjá lands­stýr­is­ fólkum og nevndin hevur nú kravt eina frágreiðing frá Jógvani á Lakjuni, lands­ stýrismanni í mentamáli, sum varar av málinum. Ætlanin var at siga ein lærara á Vinnuskúlanum upp tí hann hevði fingið at vita, at ein starvsfelagi framvegis fekk fulla løn, hóast hann var farin undir útbúgving. Tað spurdi hann mentamálaráðið um, tí hann helt, at allir lærara áttu at fáa somu sømdir. Men hetta var tikið sum óloyal framferð og tí var ætlanin at siga hann upp. Í løgtinginum hevur Jógvan á Lakjuni sagt, at hann kendi ikki til málið. Lærarin, sum ætlanin var at siga úr starvi, Páll I. Joensen hevur áður sent málið til Løgtingsins Um­boðsmann. Men hann hevur eis­ini vent sær til lands­stýr­is­mála­ nevndini við málinum, tí hann góðtekur ikki fram­ ferðina í málinum. Hann sigur, at fyri honum er tað greitt, at Menta­mála­ ráðið vil ikki hava, at allur sannleikin kemur fram í málinum og at menta­ málaráðið veit meiri um málið enn tað letst. Biðja um frágreiðing Kári P. Højgaard, formaður í Landsstýrismálanevndini, sigur, at enn hevur nevndin ikki gjørt av, um hon tekur málið upp. Men fyribils hevur nevnd­in biðið Jógvan á Lakj­uni, landsstýrismann í mentamálum, um eina frá­ greiðing. – Landsstýrismálanevndin hev­ur gjørt av at biðja Menta­málaráðið um eina frá­greiðing um málið og at senda nevndini allar við­ komandi upplýsingar, sigur Kári P. Højgaard. Hann sigur, at Menta­mála­ ráðið er eisini biðið um at senda landsstýrismálanevndini øll viðkomandi skjøl í málinum og tær viðmerkingar, sum Mentamálaráðið møguliga hevur havt til málið. Tá ið allir upplýsingar eru fingnir til vega frá Menta­ málaráðnum, tekur lands­ stýrismálanevndin støðu til, um hon skal taka hetta upp til viðgerðar. Krevja frágreiðing frá Jógvani á Lakjuni Jógvan á Lakjuni skal nú svara fyri, hvat hann visti um ætlanin at siga ein lærara á vinnuskúlanum upp