Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 26. september 2006 15 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Málningar hjá Hitler til sølu Tey, sum hava áhuga í at ogna sær eitt listarverk hjá sjálvum Adolf Hitl­ er, hava møguleikan í dag, tá eitt bretskt upp­ boðssølufelag selir 21 akvarellir og tvær skits­ ur hjá gamla týska Før­ aranum. Listarverkini vórðu funn­in á einum bónda­ garði í Belgia, har Hitler var sum týskur hermaður undir fyrra heimsbardaga. Serfrøðingar, sum hava kannað verkini, siga, at tað er Hitler, sum hevur sett sítt navn á tey, men teir kunnu tó ikki siga við vissu, at tað er hann, sum hevur málað tey. Kortini væntar uppboðssølan at fáa einar 50.000 krónur í meðal fyri verkini. Hetta er ikki fyrstu ferð, at listarverk hjá Adolf Hitler verða seld á uppboði. Hann málaði fleiri hundrað málningar, áðrenn hann gjørdist leiðari hjá týsku nazistunum, og fyrr eru verk hansara seld fyri millum 3.000 og 300.000 krónur, skrivar AP. Men tað eru ikki øll, sum eru so fegin um hesi uppboðini. Fyri fimm árum síðani ætlaði ein týsk uppboðssøla at selja nakrar málningar hjá Hitler, men mátti avlýsa søluna, eftir at fleiri høvdu mótmælt. Tubbaksvirkir í rættin Rúsevni hóttir tjóðina Skal Afghanistan nak­ ran­tíð gerast eitt við­ ur­kent samfelag í heims­­høpi, má landið fyrst sleppa burtur úr teimum ovurhonds stóru rúsevnistrupulleikunum. Tað sigur forsetin, Hamid Karzai. Nógvir túsund bøndur í Afghanistan liva av at dyrka opium, og onga­ staðni í heiminum verður so nógv opium dyrkað sum har. ST hevur mett, at tann árliga framleiðslan liggur um 6.000 tons, og at framleiðslan er vaksin eina helvt tey seinastu árini, sjálvt um altjóða samfelagið hevur roynt at tálma vøkstrinum. ST og aðrir felagsskapir hava roynt at fáa bøndurnar at dyrka ymiskt annað heldur enn opium, men uttan úrslit, tí bøndurnir fáa nógv meiri burtur úr rúsevninum. Tá Hamid Karzai, for­ seti, í gjár hitti umboð fyri amerikanska verju­ mála­ráðið, segði hann, at rúsevni er ein álvars­samur trupulleiki fyri Af­ghanistan og hóttir tjóð­ina. Nakrar av teimum størstu amerikonsku tubbaks­ fyri­tøkunum noyðast nú aftur í rættin at verja seg og sigarettirnar, sum tær gera, sigur BBC. Hesaferð eru fyri­tøk­ urnar ákærdar fyri at hava villeitt fólk til at halda, at tær sokallaðu ”light”- sigarettirnar eru ikki so skaðiligar fyri heilsuna sum tær vanligu. Rætt er tað, at minni tjøra er í ”light”-sigarettunum, men kanningar hava víst, at tað er ikki minni heilsu­ skaðiligt at roykja tær. Ein dómari hevur gjørt av, at stevnararnir skulu sleppa at royna málið í rættinum, og serfrøðingar siga við BBC, at eitt tí­líkt rættarmál kann lætt­liga kosta tubbaks­ fyri­tøkunum eina billión ella 1.000 milliardir krónur. Fyritøkurnar, sum eru stevndar, eru Philip Morris, RJ Reynolds og British American Tobac­ co. – Rúsevnið er ein hóttan ímóti Afghanistan og afghansku tjóðini (Hamid Karzai, forseti) (’GGUSLOKK &Œ2/9!!'.3Œ,! 4EL  &AX  (%),3Œ,!3-£3Œ,!  PRKG 3ENTVERžURUMALTLANDIž 3AURI  PRKG Eysturríkska Natascha Kampusch hevur fingið 12 milliónir krónur inn á bankabókina, síðani hon rýmdi frá burturflytara sínum. 18 ára gamla Natascha Kampusch, sum herfyri flýddi frá burturflytaranum Wolfgang Priklopil, livir í dag eitt lív í marglæti, skriva eysturríkskir fjølmiðlar. Samrøður og myndarættindi hava givið so mikið nógv av sær, at í dag hevur hon einar 12 milliónir krónur í bankanum. Hetta er bara byrjanin, tí fleiri vilja sleppa at skriva søgu hennara, og onnur vilja sleppa at gera ein film um hana, og slíkt gevur pengar. Sambært eysturríksku fjølmiðlunum er Natascha uppi í øllum samráðingunum, og ráðgevar hennara sleppa ikki at taka nakra avgerð, fyrr enn hon hevur sagt sína hugsan. Samstundis eru gitingar um, at foreldur hennara kendu Wolfgang Priklopil. Ein granni sigur seg hava sæð tey saman, og onnur halda uppá, at ein fyrrverandi sambúgvi hjá mammuni kendi eisini burturflytaran. Norðmenn umhugsa at grava kongin Harald Harðráða uppaftur Nú er komið undan kavi, at leivdirnar av norska kong­ inum Haraldi Harrráða liggja undir einari gøtu í miðbýnum í Tróndheimi, og tað hevur fingið fleiri at tala fyri at grava leivdirnar uppaftur og at flyta tær inn í Nidarosdómkirkjuna. Haraldur Harðráði og Ólavur tann heilagi vóru hálvbrøður, og hann verður vanliga roknaður sum mað­ urin, ið grundlegði Oslo. Haraldur doyði í bardaga við enska kongin Harald Godwinsson við Stanford Bridge í Norðuronglandi tann 25. september í 1066. Árið eftir varð hann fluttur til Tróndheim og jarðaður í Maruikirkjuni. Umleið 100 ár seinni vórðu leivdirnar av kongi tiknar uppaftur og fluttar til kleystrið Helge­ seter í Tróndheimi. Hetta kleystrið bleiv rivið niður í 16. øld, og nú er so komið fram, at leivdirnar av kongi liggja undir gøtuni Klostergata. Men tað verður ikki hildið vera sømiligt,og tí verður kongur helst grivin uppaftur og fluttur í ta kendu Nidarosdómkirkjuna. Kongur gravast uppaftur Nú livir Natascha í marglæti