týsdagur 26. september 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 185 - 26. september 2006
tíðindi
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er deiligt og avslappandi
at vera á báti, serliga tá ið
veðrið er gott. Hetta er
heilsubót til likams og sálar.
Er fiskur at fáa, ger tað ikki
løtuna verri.
Alfred Eliasen og Andre
Johannesen úr Leirvík hava
verið onkran kalvatúrin sam
an í føroyskt bygda bátinum,
Beintu.
At seta nakrar kalvalínur
av og á er spennandi ítrív hjá
monnum.
Hendan dagin vignaðist
væl. Seks kalvar var fongurin
á línuni, teir settu.
Kalvafiskiskapur
í opnum báti
Leirvíkingar gera ein kalvatúr av og á – og onkuntíð »bítur« á, sum hendan dagin, tá ið teir fingu
seks kalvar
Fugltúgvan verður
longd, Venus verður
nútímansgjørdur, og
Jón Kjartansson fær
nýggja bógskrúvu. Í
november/ desember
verður farið undir
nýbygning á Tórs
havnar Skipasmiðju
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í seinastuni hevur væl av
arbeiði verið á Tórshavnar
Skipasmiðju.
Gunnar Mohr, stjóri, sigur,
at einir 150-160 mans eru
til arbeiðis í løtuni, og tað
heldur hann vera á góðari
leið.
Hann vísir á, at umframt
leingjanina av Fugltúgvuni,
verður arbeitt umborð á
línubátinum,
Ekliptiku,
sum nú kallast Venus. Øll
línuskipanin verður skift,
arbeiðsdekkið verður skift,
og aðrar broytingar eru gjørd
ar umborð á skipinum, sum
nú hevur fingið nýggjar eig
arar og er heimahoyrandi í
Sandavági.
Í gjár kom íslendski nóta
báturin, Jón Kjartanson, fyrr
verandi Hólmaborg, upp á
bedingina hjá Tórshavnar
Skipasmiðju.
– Vit fara at seta nýggja
bógskrúvu í skipið. Saman
við árligum viðlíkahaldi,
sum skipið eisini skal hava,
fer hetta arbeiði at taka einar
tríggjar vikur, sigur hann.
Nýbygging
Gunnar Mohr sigur, at um
mánaðarskiftið november/
desember verður farið undir
at byggja nýggjan trolbát til
Bjarna Kass í Havn.
Hesin báturin, sum verð
ur av sama slagi sum trol
bátarnir, Hansa Maria og
Skálafossur, kemur í flotan
fyri gamla Fiskaklett.
– Nýggi trolbáturin verður
somu longd, sum Hansa
Maria og Skálafossur hava í
dag – eftir, at teir eru vorðn
ir longdir á Skála Skipa
smiðju.
Gunnar Mohr sigur, at trol
báturin hjá Bjarna Kass verður
liðugur flaggdagin, 25. apríl
komandi ár, og kostnaðurin
verður 12 mió krónur.
12-14 póllendingar
Umframt føroyingarnir,
sum starvast á Tórshavnar
Skipasmiðju, arbeiða einir
12-14 póllendingar eisini hjá
skipasmiðjuni í løtuni.
Gunnar Mohr sigur, at pól
lendingarnir eru sveisarar og
skipsbyggjarar.
– Summir av póllending
unu m hava verið í starvi
hjá okkum í meira enn 15
ár, og vit eru væl nøgdir við
menninar, sigur stjórin á
Tórshavnar Skipasmiðju.
Fara undir nýbygning
á skipasmiðjuni í heyst
Um mánaðarskiftið november/ desember verður farið undir enn ein nýbygning á Tórshavnar
Skipasmiðju. Hetta er ein trolbátur – av sama slagi, sum Hansa Maria og Skálafossur
Mynd: Vilmund Jacobsen
Mars lossar
kokain í
Las Palmas
Ólóglig veiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í blaðnum í síðstu viku
høvdu vit ein greinastubba
um fyrrverandi føroyska
ísfiskatrolaran, Mars,
sum varð seldur úr
Sandavági til Hósvíkar
og síðan av landinum til
hummaraveiði.
Vit skrivaðu, at skipið
seinni varð tikið av sponsku
myndugleikunum við 11
ballum av marihuana í
lastini, sum høvdu eitt
søluvirði av nøkrum
miljardum krónum.
Tað var onkur lesari,
sum hevði sæð myndir
av skipinum í donsku TV-
ávísini, har tað lá í Las
Palmas á Grand Kanariu
og lossaði henda dýra
– og ólógliga – »fong«.
Skipið bar framvegis
navnið Mars, eins og
gamli heimstaðurin og
kennibókstavirnir stóðu á
brúnni ella skipssíðuni.
Nú skipið er so langt
av landi skotið, er torført
at siga, hvørji tíðindi eru
røtt – og hvørji ikki eru
tað. Haraftrat kemur, at
hendingin fór fram tíðliga
í hesum árinum.
Eftir at vit høvdu
prentað greinastubban,
fingu vit sendandi eina
leinkju til eitt stórt blað
í Las Palmas, har vit
funnu hesa mynd av
fyrrverandi
føroyska
ísfiskatrolaranum.
Sum skilst í greinini,
var manningin umborð á
Mars russisk/ ukrainsk,
tá ið skipið varð tikið, og
lastin var ikki marihuana,
men kokain.
Í greinini stendur,
at Mars hevur 2.500
kilo – ella 5.000 pund
– av kokaini, sum
myndugleikarnir hava
lagt hald á.
Skipið varð tikið einar
30 fjórðingar norður úr
Tenerifa, sum er ein av
kanarisku oyggjunum.
Myndin er av fyrrverandi
føroyska ísfiskatrolaran
um, Mars, sum landar
kokain í Las Palmas
Fróðskaparsetrið:
Økir um
førleikan í
alivinnuni
Skeið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Náttúruvísindadeildin á
Fróðskaparsetrinum hevur
sent alivinnuni innbjóðing
um at luttaka í skeiði um
aling, sum verður á Nátt
úruvísindadeildini í heyst.
Skeiðið, sum er partur
av lívfrøðisútbúgvingini
á Setrinum, gevur eina
grundleggjandi vitan um
aling og tær fyritreytir, ið
skulu vera til steðar fyri
at fáa sum mest burtur úr
hesi vinnu.
Evnini, sum verða
gjøgnumgingin,
eru
grundleggjandi um ali
fisk og umhvørvi, smolt
framleiðslu og fram
leiðslu av vaksnum fiski,
kynbótararbeiði, sjúka og
at enda um hvørja ávirkan
streymviðurskifti hava á
alingina.
Skeiðið verður skipað
sum 2x20 fyrilestrartímar
yvir tvær vikur. Hørður
Wardum fer at taka sær
av partinum um aling
av laksi og toski og
um
kynbótararbeiði.
Jóhanna
Olsen
frá
um
hvørvisdeildini
á
Heilsufrøðiligu Starvs
stovuni tekur sær av
um
hvørvispartinum,
og Peter Østergaard,
fiskadjóralækni á Heilsu
frøðiligu Starvsstovuni fer
at undirvísa um fiskasjúkur.
Peter fer eisini saman
við Knud Simonsen frá
Náttúruvísindadeildini at
greiða frá um spjaðingina
av fiskasjúkum. Seinasta
evnið á skránni verður um
alingútgerð í Føroyum. Hes
um partinum fara Knud
Simonsen og Øystein
Patursson at taka sær av.