týsdagur 26. september 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 26. september 2006
17
tíðindi
Á Tórshavnar Skipa
smiðju eru teir í
holt við at leingja
línubátin, Fugl
túgvuna, sum eisini
fær nýggjar slengri
kjølar og nýggjan
stabiliseringstanga
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin,.fo
Ein sektión, sum er 6,60 metr
ar, verður sett upp í skipið,
sum við leingjanini verður
stívliga 34 metrar langt.
Breiddin á Fugltúgvuni er
7,50 metrar.
Skipið fær eisini nýggjar
slengrikjølar,
sum
er
dupultir, heilir í niðara parti
og við holum í ovara parti.
Roynast væl
Gunnar Mohr, stjóri á Tórs
havnar Skipasmiðju, sigur, at
hetta slagið av slengrikjølum
hevur víst seg at roynast sera
væl.
– Eg eri ikki heilt greiður
yvir, hvaðani henda skipanin
stavar. Men hetta er gomul
vitan, sum vit fyrstu ferð
sóu í Føroyum fyri eini 10
árum síðan. Á Tórshavnar
Skipasmiðju hava vit bygt
hesar kjølar í eini 5-6 ár,
sigur hann.
Betri stabilitet
Aftrat leingjanini og nýggju
slengrikjølunum, fær Fugl
túgvan
eisini
nýggjan
stabiliseringstanga – ella
rullidoyvitanga, sum tað
verður rópt á føroyskum.
Hesin verður bygdur oman
á dekkinum frammanvert
brúnna.
Fugltúgvan verður eisini
málað umframt at onnur smá
arbeiði verða gjørd umborð,
meðan skipið stendur á Tórs
havnar Skipasmiðju.
3 mió krónur
Gunnar Mohr sigur, at
leingjanini, slengrikjølar,
stabiliseringstangi og tað,
sum annars verður gjørt við
skipið, nú tað stendur á bed
ingini, fer at taka fimm vikur
tilsamans.
Kostnaðurin fer at liggja
um 3 mió krónur.
Tað eru klaksvíkingar, ið
eiga felagið P/F Torvanes,
sum eigur Fugltúgvuna.
Skipið, sum í fleiri ár var
heimahoyrandi á Eiði, er
bygt í Strandby í Danmark
í 1988.
Fugltúgvan
verður longd
á Tórshavnar
Skipasmiðju
Tað er ikki bara sum
at siga tað at fylla
30 - og ikki vera
trúlovaður, ei heldur
giftur. Tað mátti ein
ungur maður í Havn
sanna mánamorgunin
Pipar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hetta man vera ein tann
størsta piparbússan, sum er
reist yvir ein ungan mann,
sum fyllir 30 - og enn ikki
er vorðin giftur!
Piparbússan, sum stóð
reist í Eysturbýnum í gjára
morgunin, er einki minni
enn ein stór bingja, sum er
sett uppeftir enda.
Vit fingu eitt ”hint” um
bússuna og fóru ein túr á
staðið.
Um hon røkkur einum
guinnes-meti, vita vit ikki,
men stór er hon, má sigast.
Sum skilst, reistu vinmenn
inir hjá tí, sum fylti 30, hesa
velduga stóru piparbússu við
einum stórum kranabili.
Tað kann vera, at Rana
vantar konufólk, nú hann er
farin um tey 30, men pipar
vantar honum í hvussu er
ikki tey næstu 30 árini!
· SAMBANDI VI¡ AT LI¡IN ERU ÉR SÓ¡AN ELFELAGI¡ 3%6 VAR STOVNA¡ VER¡UR ALMENN MØTTKA É SKRIVSTOVU FELAGSINS É ,ANDAVEGI 4ØRSHAVN FRÓGGJADAGIN SEPTEMBER FRÉ KL
-ØTTKA
ÉR
+<GIFQ
Rimmar piparbússa
Guð viti, hvat tað næsta verður, mundi onkur hugsa, tá ið tey
komu framvið hesi velduga stóru piparbússuni í Eysturbýnum í
Havn í gjáramorgunin. Her er í hvussu er nógv pláss til pipar
Mynd: Jens Kr. Vang
Fugltúgvan verður longd við 6,60 metrum. Haraftrat fær skipið nýggjar slengrikjølar og nýggjan stabiliseringstanga
Mynd: Jens Kr. Vang