týsdagur 26. september 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 185 - 26. september 2006 ]
Mikkjal Thomassen,
Arnbjørn Hansen
og Herbert í Lon
Jacobsen eru millum
mest óvæntaðu
kortini, sum Jógvan
Martin Olsen hevur
spælt á borðið til
komandi landsliðs
avbjóðingarnar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Breið semja er í føroyska
fótbóltsheiminum um, at
avrikini hjá fótbóltslands
liðnum ikki hava verið nóg
góð, síðani Jógvan Martin
Olsen tók við starvinum
sum landsliðsvenjari.
Stórur partur av ákoyr
ingunum hava verið vendar
beinleiðis móti venjaranum,
sum hinvegin langt síðani
hevur gjørt greitt, at tað fór
at kosta, at útskiftingin í
hópinum er og hevur verið
stór seinasta góða árið.
Mikkjal sleppur
á vøllin
Júst stóra útskiftingin hevur
tó eisini havt við sær, at
fleiri spurnartekin eru sett
við úttøkurnar, sum kanska
í ov stóran mun eru bygd
á spælarar uttan altjóða
royndir.
Til landsdystin í Skotlandi
var vantandi rutinan á lið
num helst eisini ein tung
orsøk til, at Julian S.
Johnsson varð tikin við í
hópin. Og tað skal uttan
iva síggjast í sama ljósið, at
Mikkjal Thomassen
er
millum nýggju nøvnini í
hópinum hesaferð.
Í fyrstu syftu er talan um
22 manna hóp, og tríggir av
hesum verða helst sáldaðir
frá, áðrenn dystin móti
Litava. Á dómaraseðlinum
er so bara rúm fyri 18, og
alt annað líka verður Óli
Johannesen aftur í hópinum
móti Fraklandi, tá leikbann
hansara er runnið.
Men tað er lítið sannlíkt,
at landsliðsvenjarin tekur
30 ára gamla Mikkjal
Thomassen út, uttan at
ætlanin er at brúka hann. Á
landsliðnum hevur Mikkjal
ikki gjørt tað stóra um seg,
síðani eina ávisa hending
fyri fleiri árum síðani. Men
tað er eingin ivi um, at hann
hevur fleiri av dygdunum,
sum landsliðnum hevur
vantað seinastu ferðirnar. Á
liðnum hjá B36 hevði hann
bæði í ár og í fjør týðandi
leiklut í góðu europisku
úrslitunum.
Eitt pláss í verjuni
Tí kann roknast við, at teir
tríggir, sum skulu sáldast
frá, eru at finna millum hini
fýra nýggju andlitini. Tað
tykist heilt greitt, at antin
Rasmus Nolsøe, Herbert í
Lon Jacobsen ella Marni
Djurhuus taka plássið í
hópinum, sum er tókt eftir
leikbannið til Óla, og tí
kann roknast við, at tveir av
hesum bert sleppa at snodda
til landsliðið hesaferð.
Og tað er sannlíkt, at
tað sama verður galdandi
fyri
Arnbjørn
Hansen.
Áleyparin hjá EB/Streymi,
sum ivaleyst er gott boð upp
á heitið sum ársins stjørnu
skot, líkist í mangar mátar
tí typiska áleyparanum,
sum føroyskur fótbóltur
hevur saknað í fleiri ár.
Men enn eru royndirnar
tó sera fáar, og tí kann
hugsast, at ætlanin við hesi
úttøkuni er, at ungi maðurin
spakuliga verður slúsaður
inn í hópin.
Soleiðis
hevur
EB/
Streymur nú tríggjar spæl
arar í hópinum. Og so
kann leggjast afturat, at
fjórði maðurin neyvan er
langt burturi. Bárður Olsen
var partur av hópinum til
teir báðar seinastu lands
dystirnar, men hann er
skaddur í løtuni.
Hópurin
Meinhardt Joensen
KÍ
Atli Danielsen
KÍ
Vagnur M. Mortensen
HB
Rasmus Nolsøe
HB
Kári Nielsen
HB
Rógvi Jacobsen
HB
Jákup á Borg
HB
Janus M. Joensen
HB
Arnbjørn Hansen
EB/S
Marni Djurhuus
EB/S
Hans Pauli Samuelsen
EB/S
Christian Høgni Jacobsen NSÍ
Julian S. Johnsson
B68
Símin Samuelsen
Keflavík
Jákup Mikkelsen
B36
Mikkjal Thomassen
B36
Fróði Benjaminsen
B36
Hanus Thorleifsson
B36
Herbert í Lon Jacobsen
B36
Óli Johannesen
TB
Jónhard Fredriksberg
Skála
Pauli G. Hansen
Skála
Vildi hoyra feløgini
Óli Holm, FSF-forseti, vísir staðiliga aftur, at talan er
um ósemju innan FSF í tí, sum varð nevnt í blaðnum
í gjár viðvíkjandi møguligari bygging eystaru megin
Tórsvøll.
- Fyrst og fremst, so er talan ikki um nakað nýtt mál.
Hetta hevur verið viðgjørt fleiri ferðir á nevndarfundi,
og tað er ein náttúrligur spurningur hjá FSF at seta
sær, tí helst verða vit eisini partur av framtíðini hjá
Tórsvølli.
- Og at málið verður tikið upp á formansfundi er
eisini púrasta náttúrligt. Formansfundirnir eru jú eitt
upplagt høvi hjá nevndini at lodda dýpið millum
feløgini. Tí var talan á ongan hátt um eitt uppskot frá
FSF, men um eitt mál, har vit eisini vilja hava feløgini
at taka geva síni sjónarmið til kennar.
Í greinini í gjár varð róð framundir, at formaðurin
ikki hevur uppbakning í FSF-nevndini fyri tí, sum
varð lagt fram, men hetta er nakað, sum formaðurin
afturvísir.
- Tað, sum varð lagt fram, er í tráð við tað, sum
nevndin hevur tosað um. Og tað ørkymlar meg,
um onkur hevur fingið eina øðrvísi fatan av tí
spurninginum, sigur Óli Holm.
Yvirdekkað VIP-økið
Hartil heldur Óli Holm, at onkur á fundinum man
hava fingið boðskapin heldur skeivt í hálsin, um hildið
verður, at FSF við hesum hevur lagt upp til, at tak skal
leggjast á alla eystaru síðu.
- Tað, sum var fyri á fundinum, var møguleiki at
FSF yvirtekur ábyrgdina av VIP-økinum eystaru
megin Tórsvøll. Hetta við at byggja nýggj hús – ella
møguliga víðka um verandi – soleiðis at tak verður
oman yvir teimum áskoðaraplássunum. Og sjálvandi
vilja vit lurta eftir tí, sum feløgini hava at siga í hesum
spurninginum.
-mørk
Taka avbjóðingina
upp
Mikkjal Thomassen og Arnbjørn Hansen eru tvey av
nýggju andlitunum, sum í næstum møta til landsliðs
venjingar. Hvør leiklutur teirra verður, er helst trupult
at spáa, men tá vit tosaðu við spælararnar, løgdu báðir
dent á, at teir taka hetta sum stórt herðaklapp.
- Eg velji í øllum førum at taka hetta sum eina
sera positiva avbjóðing, og sjálvandi fegnist eg um
úttøkuna. Hvussu leikur so víðari ferð, ber ikki til
at siga, men eg haldi í øllum førum, at venjararnir
báðir í B36 eiga stóran lut í hesum, sigur Mikkjal
Thomassen.
Og eisini Arnbjørn Hansen hevur hug at geva sínum
venjarum stóran part av góðu gongdini hjá sær hetta
kappingarárið.
- Tað eru jú Piotr og Sámal Erik, sum hava givið
mær møguleikan í EB/Streymi, har eg havi fingið
nógva spælitíð í ár. At eg so eisini havi fingið hesa
álitisváttanina merkir væl, at eg havi gjørt okkurt
rætt.
- Ivaleyst hevur tað eisini sítt at siga, at tað hevur
gingist liðnum so væl, tí tað eru jú viðspælararnir,
sum skapa pláss til mín á vøllinum.
-mørk
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Broytingar tykjast
sannlíkar
Tað man vera lítil ivi um, at landsliðsvenjarin hevur ætlanir um gera nýtslu av Mikkjal
Thomassen, sum ikki hevur verið í landsliðsmyndini seinastu 10 árini