týsdagur 26. september 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 185 - 26. september 2006 ]
Kollfirðingar høvdu
vitjan av donskum
felag, og í hesum
sambandi høvdu teir
eina kapping millum
fýra lið. Hetta var
harafturat fyrsta
ferðin yvirhøvur, at
hondbóltskapping
varð leikt í høllini í
Kollafirði.
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Leygardagin varð nýggja
høllin í Kollafirði karmur
um stóra hondbóltskapping,
tá
kollfirðingar
høvdu
vitjan av øðrum liði hjá
danska felagnum AaB. Hini
liðini í kappingini vóru
meistararnir úr Kyndli og
silvurvinnararnir úr VÍF.
Føroysku liðini kenna
sjálvandi nógv til hvørt
annað, tí hetta eru jú somu
lið, sum ár undan ári spæla
hvørt ímóti øðrum. Danska
liðið vistu føroysku liðini
hinvegin ikki nakað um. Tað
einasta, sum kollfirðingar
høvdu fingið at vita, var, at
liðið er talentlið hjá besta
liðnum hjá AaB, sum í løtuni
hevur fult stigatal í bestu
donsku deildini. Harafturat
høvdu teir fingið at vita, at
leikararnir kláraðu at gera
tekniskar detaljur í einum
sera høgum tempo.
Ingi fekk fyrsta málið
Kappingin
var
løgd
soleiðis til rættis, at hvør
dystur vardi 2 ferðir 20
minuttir, og liðini skuldu
spæla ein dyst hvør ímóti
øðrum. Í fyrsta dystinum
leiktu kollfirðingar ímóti
VÍF, og her vann VÍF við
fimm málum. Tað mest
áhugaverda var allarhelst,
hvør mundi fara at fáa
fyrsta málið, og sigast
má, at tað bleiv eingin
minni enn ein veteranur í
føroyskum hondbólti, nevni
liga vestmenningurin, Ingi
Olsen, sum gjørdi fyrsta
málið. Hetta fekk hann í
allarfyrsta
álopinum
í
dystinum, tá hann við einum
góðum skoti sendi bóltin
framvið KÍF-málverjanum,
Óla Christian Djurhuus, og
í málið.
Rókur í essinum
Næsta dystin vóru mongu
áskoðararnir sera spentir
uppá. Tá skuldi unga
danska
talentliðið
hjá
AaB nevniliga leika ímóti
verandi meistarunum úr
Kyndli. Dysturin byrjaði
við, at AaB spældi skjótt
og væl og legði í hvørjum
álopi eitt stórt trýst á
kyndilsverjuna. Men sum
tíðin gekk var týðiligt,
at Kyndil ikki vildi geva
skarvin yvir. Við einum sera
væl leikandi Róki Akralíð á
odda eydnaðist Kyndli at
enda at vinna dystin tepurt,
og hervið høvdu teir vunnið
ein sera flottan sigur ímóti
einum
evnaríkum
liði,
sum veruliga vildi vísa før
oyingum, hvør dugur er í
teimum.
AaB vísti sínar dygdir
Um tað var ferðafepur
ella eitt sera vælleikandi
kyndilslið er ilt at siga, men
eftir ósigurin fyri Kyndli
vildu AaB leikararnir veru
liga vísa, at tapið ikki var
nóg gott. Teir møttu í næsta
dystinum
vertunum
úr
KÍF, og í meðan Kyndil
hevði vunnið enn ein dyst
á síni kós, so vunnu donsku
leikararnir sín fyrsta dyst,
tá teir hálvavegnu vundu
burtur úr kollfirðingum.
Mest eyðsýndi leikarin
var uttan iva Michael Ibsen,
sum var komin til Føroyar
sama dagin, tí hann hevði
spælt dyst við ligaliðnum
hjá AaB fríggjakvøldið.
Hann var bert við í seinna
hálvleiki ímóti Kyndli, tí
hann júst var komin til
landið, men í dystinum
ímóti KÍF vísti hann,
hvussu góðir leikarar í bestu
donsku deildini eru. Hann
skeyt eitt skot fyri og annað
eftir, og tey fuku um oyruni
á bæði verju á málmanni
hjá kollfirðingum. Dystin
vunnu teir trygt, og nú sá
út til, at teir høvdu lagt
støðið.
Kyndil vann
kappingina
Meðan Kyndil hevði vunnið
báðar sínar dystir, og AaB
og Víf ein í part, so var tað
ímillum hesi trý liðini, at
kappingin skuldi avgerðast.
Í síðsta umfarinum møttust
AaB og VÍF, meðan Kyndil
spældi ímóti KÍF, sum hevði
tapt báðar sínar dystir.
Enn einaferð vísti liðið
úr Aalborg ótrúliga gott
hondbóltsspæl, tá teir vunnu
á VÍF. Aftur hesaferð var
tað ligaliðsleikarin Michael
Ibsen, sum var tann besti
leikarin. Men eisini vinstri
vongurin, Rasmus Skram,
vísti gott hondbóltsspæl, tá
hann ferð aftaná ferð snýtti
málverjan av vonginum.
So var spurningurin, um
kollfirðingar fóru at megna
at steðga Kyndli. Í síðsta
dystinum leiktu hesi bæði
liðini sínámillum, og enn
einaferð gjørdist Kyndil
vinnari. Hetta hevði við
sær, at Kyndil vann allar
sínar dystir og sostatt eisini
kappingina.
Portsmouth tapti og
læt mál ígjøgnum
Óvæntaða oddalið í Premier League áðrenn hesa
runduna var Portsmouth. Teir høvdu í vitjan av Bolton
í gjárkvøldið, og hetta skuldi vísa seg at gerast ein
torfør uppgáva hjá oddaliðnum. Portsmouth, sum ikki
hevði latið eitt mál farið ígjøgnum, tapti 1-0. Hervið
fingu teir sítt fyrsta tap í ár, og harafturat fór tað fyrsta
málið ígjøgnum. Einasta málið í dystinum gjørdi
Bolton miðvallarin, Kevin Nolan.
Spennandi kapping í nýggju
høllini í Kollafirði
Fótbóltsleikari má
amputera beinið
Landsliðsleikarin frá Uruguay, Dario Silva, er noyddur
at amputera beinið. Sunnumorgunin rendi hann útav
í høvuðsstaðnum í heimlandinum, Montevideo, og
læknarnir meta, at teir vera noyddir at amputera
niðasta partin av høgra beinið hjá Silva. Verri er, at
Dario Silva liggur enn uttan vit, og læknarnir eru
bangnir fyri, at leikarin hevur fingið álvarsligan
skaða í høvdið.
Við hesum verða fýra tíðaravmarkað størv lýst leys hjá Strandfaraskipum Landsins.
Søkt verður eftir tveimum stýrimonnum, einum assistenti til maskinrúm og einum
dekkara.
Søkt verður eisini eftir einum kokki til fast starv.
Freistin at søkja størvini er tann 5. oktober 2006 kl. 12.00
Sí lýsingina á heimasíðu okkara www.ssl.fo
Strandfaraskip Landsins lýsa við hesum eftir stýrimonnum,
hjálparfólki til maskinrúm, dekkara og kokki
sansir.fo
Leys størv
Kyndil vann fyrstu kapping,
sum varð spæld í nýggju høllini í
Kollafirði leygardagin. Teir vunnu
allar sínar dystir
Mynd: Tróndur Olsen