týsdagur 26. september 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 185 - 26. september 2006 ]
Kári Durhuus, lærari í Kollafirði og
fyrrverandi venjari hjá KÍF:
Hvussu dámar tær nýggju høllina?
Mær dámar sera væl nýggju høllina.
Hon er deiliga ljós, og hetta haldi
eg hava stóran týdning fyri eina
ítróttarhøll.
Hvønn týdning metir tú høllina hava
fyri Kollafjørð?
Tað er ilt hjá mær at siga, men eg
minnist hvussu stóran týdning høllin í Vestmanna hevði
fyri okkum vestmenningar. Um tað verður sum har,
so fer hon at hava stóran týdning fyri trivnaðin, og tey
ungu børnini, sum fara at renna í høllini dagliga, fara
at fáa fyrimyndir í eldru spælarunum bæði í hondbólti
og flogbólti.
Hervør Hansen, trúgvur áskoðari:
Hvussu dámar tær nýggju høllina?
Mær dámar høllina heilt væl. Tað er
gott at fáa eina høll her í Kollafirði.
Hvønn týdning metir tú høllina hava
fyri Kollafjørð?
Hetta hevur stóran týdning fyri bæði
hondbólt og flogbólt, tí nú verður
møguleiki at venja her í bygdini. Hetta
verður eisini gott fyri trivnaðin, tí nú fáa kollfirðingar
eitt stað, har tey kunnu koma saman.
Jónleif Sólsker, venjari hjá Kyndli:
Hvussu dámar tær nýggju høllina?
Hetta er ein góð høll, og hon er
deiliga ljós. Gólvið sær tó í dag út
til at vera nakað hált, tí spælararnir
glíða nakað illa á tí.
Hvønn týdning metir tú høllina hava
fyri Kollafjørð?
Nú dugi eg illa at meta um týdningin
fyri bygdina, men KÍF hevur altíð fingið góð úrslit.
Tá hugsað verður um, at yngru liðini bert hava vant
í fimleikahøll fyrr, so vænti eg, at fleiri av yngru
liðunum kunnu fáa heilt góð úrslit, nú høllin er komin.
Hetta kemur so at síggjast aftur á besta liðnum um
nøkur ár.
Kristianna Dam, limur í flogbóltsnevndini:
Hvussu dámar tær nýggju høllina?
Høllin er sera snotilig, ljós og
rúmlig. Hon hevur góð sitipláss.
Harafturat eru umklæðingarúmini og
brúsuviðurskiftini av teimum bestu.
Uttanfyri høllina er eisini vert at
leggja til merkis, at vit hava góð
parkeringsviðurskifti. Til síðst haldi
eg eisini, at høllin liggur væl fyri mitt í bygdini.
Hvønn týdning metir tú høllina hava fyri Kollafjørð?
Umstøðurnar at venja gerast nógv betri hjá bæði
venjarum og leikarum, og eg vænti tí, at bæði flogbólturin
og hondbólturin í bygdini í bygdini fara at mennast
nógv í framtíðini. Í mun til fyrr, so fara áskoðararnir nú
eisini at fáa møguleikan at koma at hyggja eftir dystum
í bygdini. Harafturat fer felagið at fáa møguleikan at
skipa fyri kappingum í hondbólti og flogbólti. Til síðst
vænti eg eisini, at høllin gerst eitt stað, har bæði eldri
og yngri fara at møtast. So hetta verður týdningarmikið
fyri trivnaðin í bygdini.
Leygardagin og
sunnudagin varð
høllin í Kollafirði
karmur um nógvan
hondbólt. Danska
felagið AaB var og
vitjaði, og í hesum
sambandi var
Sosialurin í høllini,
har vit spurdu fólk,
hvat tey hildu um
nýggju høllina hjá
kollfirðingum.
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Myndir: Tróndur Olsen
Nú er hon endiliga kom
in, mundu flest allir koll
firðingar hugsa, tá høllin
fyri fyrstu ferð hýsti eini
kapping í vikuskiftinum.
Ár eftir ár hava fólk í
Kollafirði og fólk kring
felagið tosað um, hvussu
gott tað hevði verið við
eini høll, men oftast hava
hetta bert verið tankar
og ikki ítøkiligar ætlanir.
Tankarnir um høllina hava
tó stundum verið uppi og
vent í nevndararbeiðnum í
Kollafirði, men oftast er
hetta prát fánað burtur, og
fólk hava sligið seg til tols
við at skula koyra til aðra
bygd at venja og spæla
heimadystir.
Heimavøll langt
frá heimbygdini
KÍF hevur tríggjar ítrótta
greinar undir sínum felag.
Hondbólt, flogbólt og kapp
róður. Kappróðurin er ikki
nakar trupulleiki, tí í Kolla
firði er ein góður fjørður, og
umstøðurnar til kappróður
eru fínar. Sjálvt um kapp
róðrarneystið kundi verið í
betri standi, so halda koll
firðingar, at umstøðurnar
sum heild hava verið í lagi,
serliga við tí í huga, at
ein ítróttarhøll hevur verið
í gerð síðstu árini.
Verri hevur verið við hond
bóltinum og flogbóltinum.
Hondbólturin er gamal í
garði í Kollafirði, og hevur
henda ítróttargrein verið
íðkað í meir enn eina hálva
øld. Enn hava kollfirðingar
ikki havt heimavøll í heim
bygdini, og tí hava teir
muga spælt heimadystir í
aðrari bygd.
Tað byrjaði við, at koll
firðingar leiktu sínar heima
dystir í høllini á Hálsi.
Hetta er langt afturi í tíðini,
og flest øll ung minnast
hetta ikki. Eftir hetta
gekk leiðin inn á Skála,
har kollfirðingar leiktu í
nógv ár. Carlo Poulsen,
fyrrverandi hallarvørður í
høllini á Skála, tók altíð
væl ímóti kollfirðingum, og
sjálvt um langt var at koyra
mongu vetrarkvøldini, so
var altíð hugaligt at koma
inn á Skála.
Frá Skála til
Vestmanna
Frá Skála gekk leiðin til
Vestmanna, har Finnbogi
Joensen ráddi í høllini.
Vestmenningar, við Finn
boga á odda, tóku eisini altíð
væl ímóti kollfirðingum,
og hetta kom sjálvsagt væl
við, tí tað var ikki altíð
stuttligt at koyra eftir vest
mannavegnum í heglings
æli og hørðum vindi. Vest
mannavegurin
steðgaði
mongum manni eitt vetrar
kvøld, men oftast stríddu
kollfirðingarnir seg til Vest
manna, tí venja mátti man.
Endiliga kom so høllin
í Hoyvík. Sjálvt um KÍF
KÍF fingið
Nistelrooy fingið frí
Hollendski Real Madrid-áleyparin, Ruud van
Nistelrooy, hevur fingið frí frá felag sínum til
Champions League dystin í kvøld ímóti Dynamo
Kiev í Madrid. Orsøkin er, at kona van Nistelrooy
er við bar, og er sett at eiga hvørja løtu. Í staðin
fyri van Nistelrroy er brasilski landsliðsleikarin,
Ronaldo úttikin. Ronaldo hevur ikki spælt undir
nýggi venjaran, eftir at hann bleiv opereraður í
knænum í summar, men nú sær út til, at Ronaldo
fer at fáa fyrsta dystin í hesum kappingarárinum.
FCK ætlar sær stig
Í kvøld byrjar annað umfar av Champions League, og donsku
meistararnir FCK spæla á útivølli ímóti skotsku meistarunum
úr Celtic. FCK-venjarin, Ståle Solbakken, heldur tað ikki vera
ómøguligt at fáa stig í Skotlandi. FCK hevur svenska áleyparan
Marcus Allback kláran aftur, og hetta er stórur styrkur. Venjarin
heldur tað vera ein stóran fyrimun, at FCK kann fara aftur á
vøllin og lata Celtic skapa dystin, tí at styrkin hjá FCK er júst í
verjupartinum. Dysturin byrjar kl. 19.45 í kvøld.