týsdagur 26. september 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 185 - 26. september 2006 ]
heimavøll
Holger Hansen, maðurin handan klokkuna:
Hvussu dámar tær nýggju høllina?
Eg haldi, at høllin er deiliga ljós, og
so hevur hon sera góð áskoðarapláss,
so eg eri heilt væl nøgdur.
Hvønn týdning metir tú høllina hava
fyri Kollafjørð?
Høllin hevur sera stóran týdning
fyri ungdómin. Nú hava tey eitt
savningarstað í Kollafirði, og tað hava vit heilt sikkurt
mangla.
Dia Midjord, venjari hjá VÍF:
Hvussu dámar tær nýggju høllina?
Mær dámar høllina væl. Serliga
málmansfeltið, sum hevur ein annan lit
enn restin av gólvinum, haldi eg vera
deiligt. Hetta ger eisini uppgávuna hjá
dómarunum lættari.
Hvønn týdning metir tú høllina hava
fyri Kollafjørð?
Hendan høllin hevur ótrúliga stóran týdning fyri
Kollafjørð. Her er ein ótrúliga góð mentan í Kollafirði.
Fólk hava koyrt í aðra bygd ella bý fyri at sleppa at
venja, og tað vísir ein ótrúligan vilja. Harafturat hevur
høllin stóran týdning fyri ungdómin, tí nú sleppa tey at
venja fast í eini høll.
Ella Joensen, flogbóltsleikari:
Hvussu dámar tær nýggju høllina?
Hetta er ótrúligt at fáa eina høll. Nú
sleppa vit frá at fara av bygdini at
venja. Sjálvt um eg eri sera glað fyri
høllina, so er ein lítil trupulleiki. Vit
flogbóltsleikarar brenna okkum ov
illa av gólvinum, og tað kann til tíðir
vera keðiligt.
Hvønn týdning metir tú høllina hava
fyri Kollafjørð?
Høllin hevur ótrúliga stóran týdning. Børnini hava einki
havt at fari til, men nú hava vit fingið eina høll, og her
kunnu tey savnast. So vænti eg eisini, at felagið gerst
ein betri heild, av tí at nú savnast øll á sama stað. Tað
verður lættari at koma til venjing. Hetta ger, at fleiri av
leikarunum halda fram við at spæla. Á henda hátt fáa
vit størri úrval, so í longdini fer felagið heilt víst at fáa
betri úrslit.
Vagnur Johannesen, fyrrverandi spælari og
venjari:
Hvussu dámar tær nýggju høllina?
Mær dámar væl at hava fingið eina
hæll. Eg vóni, at høllin verður líka
góð at spæla í, sum hon sær gott út.
Hvønn týdning metir tú høllina hava
fyri Kollafjørð?
Hetta er størsta framstig innan bæði
hondbólt og flogbólt í søguni hjá KÍF.
Harafturat vænti eg, at høllin verður
eitt savningarstað fyri bygdafólkið, og eg ivist ikki í, at
í framtíðini fara vit eisini at síggja, at høllin fer at føra
góð úrslit við sær.
altíð hevði havt tað gott,
bæði á Hálsi, á Skála og í
Vestmanna, so var hoyvíks
høllin ein góð broyting hjá
kollfirðingum, og hallar
vørðurin, Alvin, var um leik
arar, so teir við tað sama
kendu seg sum heima. Bert
15 minuttir vóru til venjing,
oh hetta var ein stór
broyting.
Vetrarkvøldini
vóru ikki so strævin long
ur, nú koyrast kundi eftir
kaldbaksvegnum.
Koll
firðingar og hoyvíkingar
høvdu tað gott saman í
hoyvíkshøllini, og har var
mong hørð lokaluppgerð
kempað ímillum hesi bæði
lið í høllini.
Keðiligar umstøður
hjá flogbóltinum
Men ikki bert hondbólturin
hevði keðiligar umstøður.
Flogbólturin í Kollafirði
hevði tað so sanniliga eis
ini torført. Flogbóltur hev
ur verið spældur í Kolla
firði í nógv ár, men mið
skeiðis í áttatiárinum datt
flogbólturin niðurfyri. Flog
bólturin byrjaði aftur fyrst
í nítiárunum við teimum
yngru gentuliðunum, og
síðani tá hevur gentuflog
bólturin í Kollafirði verið
góður, so góður, at júst
hesar gentur nú manna tvey
tey bestu liðini í Kollafirði.
Tað bleiv ein trupulleiki,
tá tær fluttu upp í meist
aradeildina, tí liðið hevði
bert eina fimleikahøll at
spæla í. Tær valdu tí, ikki
at flyta upp, men ístðin at
halda fram í 1. deild. Tá
tær fyri aðru ferð fluttu
upp í meistaradeildina var
høllin í Hoyvík komin,
og har blivu dystirnir hjá
meistaradeildini spældir.
Endiliga kom høllin
Eftir at KÍF var farið til
Vestmanna at venja og
spæla heimadystir, so var
prátið ofta frammi, um KÍF
ikki átti at gjørt eina høll
í Kollafirði, og tað tyktist,
sum fleiri og fleiri gjørdust
samd um, at hetta var
neyðugt.
Tá
hallarprátið
var
upp á tað harðasta, bleiv
atkvøðugreiðslu í Kolla
firði um at leggja saman
við Havnina. Ein av høv
uðsorsøkunum til, at koll
firðingar valdu at leggja
saman við Havnina var, at
teimum varð lovað eina
ítróttarhøll. Tað gekk rúm
tíð, áðrenn byggingin av
høllini byrjaði, og røddirnar
í Kollafirði harnaðu við
tíðini. Tað bøtti tó nakað um
støðuna, at hoyvíkshøllin
kom, og at kollfirðingar
sluppu at venja og spæla í
henni, eisini yngru deildir
nar.
Men Havnin hevði ikki
gloymt sítt lyfti um ítrótta
høll í Kollafirði, tí nú
stendur ein snotilig høll
uppi í Kollafirði, og koll
firðingar kunnu fyri fyrstu
ferð nakrantíð spæla sínar
dystir á egnum heimavølli.
Vit vóru ein túr í Kolla
firði leygardagin, har vit
spurdu fólk, hvat tey hildu
um høllina, og hvønn týdn
ing høllin fór at hava fyri
Kollafjørð.
Damir Oros ivasamur
til kappingarbyrjan
Serbiski bakspælarin hjá KÍF, Damir Oros,
meiddi sær fótin í kappingini í Kollafirði í
vikuskiftinum. Í síðsta dystinum leygarkvøldið
beklaði hann illa, og hann mátti tí beinleiðis suður
á landssjúkrahúsið, har hann kannaði fótin. Tíbetur
fyri hann og kollfirðingar, so var fóturin ikki brotin,
men nú er ivasamt, um Damir verður klárur til
kappingarbyrjanina um 2 vikur.
Seks føroyingar til OL
Kristian Martin Garðalíð og Meiken Olsen (frælsur
ítróttur) og Súsanna Johannesen, Apolonia Justesen,
Magnus V. Olsen og Ragnvald Jensen (svimjing) verða
føroysku umboðini, tá Special Olympics fyri ungdóm
verður hildið í Rom í næstum. Special Olympics eru leikir
fyri menningartarnað, og roknað verður við 1.400 íðkarum
úr 57 ymiskum londum.
Eftir at hava spælt sínar heimadystir
í Havn, á Skála, Vestmanna og í
Hoyvík, hevur KÍF nú sína egnu høll