Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 185 - 26. september 2006 lýsingar Skrivstovufulltrúi Søkt verður eftir skrivstovufulltrúa til Skipaeftirlitið. Skipa eftirlitið er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum. Starvið inniber í høvuðsheitum hesar upppgávur: • Málsviðgerð smb. lóggávu, ið knýtir seg at manningarviðurskiftum, undir hesum: • málsviðgerð av vinnubrøvum, herundir eisini málsviðgerð av vinnubrøvum hjá útlendskum sjómonnum, sum sigla við føroyskum skipum • at fyrireika manningarskjøl til fi skiskip, farmaskip og ferðamannaskip • at hava umsjón við mynstringum og viðurskiftum, sum knýta seg at mynstring • luttaka í fyrireikingararbeiðið til lógarsmíð • samskifti við vinnuna og aðrar myndugleikar. FØRLEIKAKRØV: Til starvið krevst viðkomandi skrivstovuútbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving • góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • telduførleiki á brúkarastøði • at arbeiða við verkætlanum • góð samstarvsevni Umsøkjarar sum kenna mannagongdirnar í sambandi við útgávu av vinnu- brøvum og telduskipanina hjá Skipaeftirlitinum, ið nýtt verður til endamálið, hava fyrimun. SETANARTREYTIR: Starvið verður lønt í lønarfl okki 4 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starsvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Skipaeftirlitið í Miðvági. Tann, ið settur verður, má tí kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. UMSÓKNIR: Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Skipaeftirlitinum í hendi í seinasta lagi 3. oktober 2006, kl. 14.30. Umsóknir skulu sendast til: Skipaeftirlitið Postmoga 26, 370 Miðvágur Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Skipaeftirlitið á tlf. 355600 og tosa við Óla Hans Hammer Olsen, deildarstjóra. Skipaeftirlitið FAROESE MARITIME AUTHORITY MINISTRY OF FISHERY AND MARITIME AFFAIRS Postboks 26 · FO 370 Miðvágur · Faroe Islands · Tel.: 355600 · Fax: 355601 E-mail: fma@fma.fo