Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 189 - 2. oktober 2006 Anna Herup Høgnesen hevur teir báðar seinastu mánaðirnar verið í danska herinum, har hon hevur roynt eitt sindur av hvørjum. At skjóta við bazooka, vera á yvirlivingartúr og at grulva millum rottur er partur av gerandisdegnum hjá ungu havnadamuni HERURIN Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 23 ára gamla havnardaman, Anna Herup Høgnesen, er eitt sindur av einum ævin­ týrara. Henni dámar væl av­bjóðingar og at royna okk­ urt nýtt, og tað er eisini tí hon nú er í herinum. Anna fór úr níggjunda flokki og niður til Danmarkar á ítrottarskúla í eitt ár. Síðani kom hon heim aftur og fór í student í Hoydølum. Eftir lokna útbúgving har arbeiddi hon eitt sindur, áðrenn hon fór at fjakka til Avstralia. Aftur komin av ferð ar­beiddi hon aftur eitt sind­ ur, og nú er hon so farin í herin. – Mær dámar væl at sleppa út og at royna nýggj­ ar avbjóðingar, og tí eri eg her, sigur Anna Herup Høgne­sen úr Slagelse, har hon heldur til saman við 400 øðrum, sum eisini eru farin í hernaðarskyldu í danska herinum. Fyrsta føroyska kvinnan Hon hevur nú verið í herinum í tveir mánaðir og vantar nú tveir mánaðir, til hon verður liðug. – Eg havi latið mær fortalt, at eg eri fyrsta føroyska kvinn­an í herinum, men eg veit ikki heilt, um tað passar. Tað eru so í hvussu so er fleiri føroyskar, sum hava verið í sjóverjuni, greiðir Anna frá. 23 ára gamla