Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 2. oktober 2006 3 tíðindi Men hóast sítt óvanliga val, so hevur ongin kallað hana øra ella annað keðiligt. – Nei, tað er ongin, sum hevur sagt við meg, at eg eri ør í høvdinum. Heldur stuðla tey mær, og halda tað er spennandi, sum eg eri farin undir, sigur Anna. Sum í filmunum Anna er nú komin í helvt við sínum tíðarskeiði í herinum, og talan hevur verið um tveir hendingaríkar mánaðir. – Tú lærir hvussu tú skalt bera teg at, um tú skalt út, tú lærir at skjóta, at ferðast í náttúruni og at veita fyrstu­ hjálp. Vit kenna úr filmunum, hvussu yvirmenn koma inn í kamarið og kanna um alt er reint og ruddiligt, hvussu tað verður marsjera og hvussu leiðararnir kunnu rópa og geyla. Og Anna sigur eisini, at tað ikki er heilt ólíkt. – Ein vanligur dagur hjá okkum byrjar ofta klokkan fimm á morgni. Vit skulu gera okkum klár, rudda kam­ arið og gera tað reint og so eta. Tað koma yvirmenn inn og kanna kamarið. Klæð­ ini skulu liggja á einum ser­ligum plássi og upp á ein serligan máta. Songin skal vera uppreidd og so má tað vera reint og onki støv skal vera nakrastaðni. Hetta verður alt kannað, og í meðan standa vit upprættað og bíða, greiðir Anna frá. Tað er ymiskt hvat tey gera frá degi til dags, men ofta verður farið út á skjóti­ breytina. – Tá skulu vápnini heintast klokkan sjey, og so ganga vit út á skjótibreytina og eru har í tríggjar-fýra tímar, áðrenn vit fara til døgurða. – Eftir døgurða er ofta ítrottur á skránni, har vit renna, styrkisvenja ella hvat tað skal vera. So eru eis­ini fyrilestrar um eitt nú fyrstuhjálp og onnur evnir, áðrenn vit eta nátturða, sigur hon. Ymiskt er, hvussu langir dagarnir eru, men tey hava ongantíð frí áðrenn klokkan trý, og tað kemur fyri, at tey eru í gongd til á midnátt. Gingið í 23 tímar Gerandisdagurin er skiftandi, og inn í millum eru tey eisini túrar. Herfyri vóru tey á einum sonevndum REX-túri, sum er ein yvirlingartúrur, ið øll stúra fyri, og Anna greiður soleiðis frá. – Vit vistu, at vit skuldu ein túr, men ikki hvat klokkan. So mánamorgun klokkan fýra vórðu vit vakt og vit fingu eitt korter at gera okk­ um klár í. – Fyrsti dagurin á túrinum var ikki so strævin, har vit settu teltini upp og hildu vakt. Dagin eftir gingu vit so tólv kilometrar við hvør sínum ryggsekki á baki, sum vigaði tjúgu kilo. Hetta var bæði heitt og hart. – Av tí, at tað er ógvuliga av­markað hvat vit kunnu hava við á einum túri sum hesum, so er tað eisini so sum so við tí, vit fáa at eta, og tann eina dagin át eg bara eitt súrepli allan dagin, greiðir Anna frá. Hevði REX-túrurin ikki verið heilt so strævin, sum tey høvdu roknað við, so gjørdist hann tað sanniliga seinni. – Eitt kvøldið fóru vit av­stað klokkan átta, og gingu til klokkan sjey um morg­unin. Men vit komu ikki til rætta staðið fyrr enn klokkan var farin av sjey, og tá vit longu skuldu víðari klokkan kvart yvir sjey, fingu vit ongan steðg har. So vit vórðu noydd at halda áfram til klokkan sjey um kvøldið, og tá høvdu vit so gingið í 23 tímar út í eitt, sigur Anna. Bazooka og rottur REX-túrurin er tó ikki tað einasta villa, sum Anna hev­ur roynt í herinum. Hon hevur eisini skotið við bazooka og grulva í eini kloakk við rottum í. – Vit hava skotið við tí, ið eitur panserværnsvápn, sum er ein bazooka. Tað var skeg og øðrvísi, og tað er stuttligt at læra at skjóta. Var tað stuttligt at skjóta, so var tað hinvegin minni stuttligt, tá Anna saman við hinum skuldi grulvað í gjøgnum eina kloakk við rottum í. – Í kloakkini var fullkomi­ liga myrkt, og vit høvdu ein­ans høvdið oman fyri vatn­skorpuna. Tað var lítið huga­ligt, og tað gjørdi ikki støðuna betri, at rottur vóru í kloakkini, greiðir Anna frá, sum eisini hevur roynt at sovið undir opnum himli í oysandi regni. – Í øllum førunum er tað soleiðis, at tá tú ert í støðuni, so er tað bara nakað tú skalt hava yvirstaðið, og so kunnu vit flenna at tí um kvøldið, tá vit práta saman. Styrkt upp á allar mátar Tað er hart og tað er strævið í herinum, men tað er eisini stuttligt, sigur Anna. – Eg eri vorðin sterkari upp á allar mátar, og havi eisini funnið út av, at tú megnar meiri enn tú heldur. Tá teir fýra mánaðirnar eru lidnir er, Anna liðug, og hevur hon tá møguleika at fara víðari, men tað ætlar hon ikki. – Nei, tað er ikki ætlanin. Eg havi ongantíð ætlað at farið víðari í herinum, men fór tí eg vildi hava nakrar persónligar avbjóðingar, sum eg eisini havi fingið, sig­ur Anna Herup Høgnesen í Slagelse. a Anna í herinum Anna hevur verið á yvir­ livingartúr, har tey millum annað gingu í 23 tímar út í eitt Hvønn morgun kanna yvirmenn, um kamarið er reint og ruddiligt