Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 2. oktober 2006 5 tíðindi Tað kann væl vera, at yvirskot er á fíggjarlógar­ uppskotinum, men í fólkaskúlanum er undirskot, sigur Magnus Tausen, formaður Føroya Lærarafelags, sum vónar landsstýrið ger av at hækka játtanina í fíggjar­ lógaruppskotinum Fíggjarlógin Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ein bólkur, ið helst er vónbrotin av fíggjar­lógar­ uppskotinum, eru øll tey, sum fingu ein skelk í heyst, tá úrslitið av Pisa- kanningunum varð avdúkað. Sambært kjakinum, sum var í kjalarvørrinum av Pisa-kanningini, var eing­ in ivi um, at fólka­skúlin trongir til eina veld­iga andlitsupplyfting. Lands­ stýrið hevur gjørt av at hækka játtanina til fólkaskúlan við 8,1 milliónum krónum, sum í stóran mun fara til lønarhækkingar, at styrkja leiðslurnar og til byrja frálæruna í enskum fyrr. Harumframt verða 3,6 krónur játtaðar til stuðlar í fólkaskúlanum. Ikki bara ringt Magnus Tausen, formaður Føroya Lærarafelags leggur fyri við at frøast um, at játtanin til stuðlar til næmingar við serligum tørvi hækkar, og hann metir hetta vera eitt stórt framstig fyri hesar næmingar, sum hava ilt við at fóta sær einsa­ mallar í einum vanligum skúlaflokki. Álit handað í vikuni Seinastu mánaðirnar hev­ur ein arbeiðsbólkur eftir­mett og viðgjørt úrslitið av Pisa- kanningini, og niður­støð­ urnar hjá arbeiðs­bólkinum áttu av røttum at verið lætnar landsstýrismanninum í dag. Men av ymsum orsøkum er handanin av álitinum útsett til seinni í vikuni. Magnus Tausen sigur, at tey í arbeiðsbólkinum eru komin fram til, at nøkur øki eru, sum heilt givið eiga at verða tikin við í fíggjarlógaruppskotinum í ár. - Tað eru trý øki, sum vit áttu at fingið við beinanvegin. Eitt nú hava næmingar í 1. flokki í Danmark millum 25 og 29 tímar um vikuna, meðan okkara hava einans 18 tímar. Harumframt hevur móðurmálið munandi verri umstøður her hjá okkum, har ein dani í 1. flokki hevur 12 tímar í donskum og ein føroyskur næmingur hevur bert 7 tímar í føroyskum. Harumframt kunnu vit nevna náttúruvísindaligar lærugreinirnar, har før­ oyski fólkaskúlin eisini er eftirbátur, sigur Magnus Tausen, sum vónar, at føroyskir politikarar fara at reagera líka skjótt, sum teir donsku gjørdu, tá niðurstøðurnar av álitinum verða handaðar fyrsta dagin. Tað er ikki ov seint - Eg ynski inniliga, at vit teir gera av at flyta eina hampiliga upphædd av yvirskotinum yvir á fólkaskúlan longu í fíggjar­ lógaruppskotinum fyri 2007, soleiðis at vit kunnu fara beint undir at betra um dygdina á skúlaøkinum skjótast, sigur Magnus Tausen, sum eisini vil vera við, at politikararnir mugu fáa álitið í hesi vikuni, tí í næstu viku er heystfrítíð og tá er ov seint. - Tað kann væl vera, at vit hava yvirskot á fíggjar­ lógaruppskotinum, men í fólkaskúlanum er undirskot, sigur Magnus Tausen. Ikki fleiri bøkur Annað, sum undrar Magnus Tausen er, at játtanin til bókaútgávur er óbroytt. - Játtanin til Bóka­deild­ ina hevur verið óbroytt í mong mong ár, og er tað í veruleikanum ein lækking, tá játtanin ikki verður regulerað. Harum­ framt undrar tað meg stórliga, at játtanin til Skúlabókagrunnin ikki er hækkað, tí tað er eitt øki, har vit eru í undirskoti. Um vit veruliga ynskja at hava heimsins besta skúla, so mugu játtanirnar eisini fylgja við, sigur Magnus Tausen. Og hann endar við, at heita á landsstýrismannin um at gera neyðugu broytingarnar í fíggjarlógaruppskotinum, áðrenn viðgerðin er liðug. Tað bar ikki til at fáa eina viðmerking frá Jógvan á Lakjuni, landsstýrismanni í undirvísingar og menta­ málum, tí hann er í Rom. Heldur ikki var nakar annar tøkur á fólkaskúladeildini, tí tey vóru á fundi. PISA-úrslitið sæst ikki aftur Sum altíð, tá fíggjar­ ætlan verður løgd, er onkur, sum fær, meðan onnur mugu bíða ella lúta. Vit hava hugt nøkrum kontum, har munur er á, í mun til 2006. Fíggjarmál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Sambært fíggjar­lógar­ upp­skotinum 2007 økjast rakstrar­útreiðslurnar 102,7 mió. kr.. Herav eru sáttmála­ lønarhækkingar upp á góðar 30 mió. kr. Lógarbundnu útreiðslurnar vaksa 39,9 mió. kr. Løguútreiðslurnar vaksa 3,2 mió. kr. Játtanin til landsfyritøkur veksur 34,6 mió. kr. og onnur játtan minkar 467,2 mió. kr., harav vaksa útreiðslurnar 29,5 mió. kr. og inntøkurnar vaksa 496,7 mió. kr. Farið verður tí frá einum hallið á 212,5 mió. kr. á fíggjarlógini 2006 til eitt avlop á 74,5 mió. kr. á fíggjarlógaruppskotinum 2007. Raðfestingar hjá ein­støku lands­ stýris­monnunum Vit fara at hyggja nærri at, hvørji øki fáa hægri játtan og hvørji fáa lægri í fíggjarlógaruppskotinum 2007, og hvussu broyt­ing­ arnar eru býttar millum ymsu greinirnar. Niðanfyri eru vístar nakrar broytingar frá fíggjar­ lóg­ini 2006 til fíggjar­ lógaruppskotið 2007, sum eru størri enn 1 mió. kr. Løgtingið: Í fíggjar­ lógar­uppskotinum verða rakstrarútreiðslurnar øktar við 1,9 mió. kr. Hetta er til KT og nýtt innbúgv til nýggja løgtingshúsið. Íløgujáttanin til løgtingshúsið lækkar 18 mió. kr. Løgmansfyrisitingin: Í fíggjarlógaruppskotinum 2007 verða rakstrarút­ reiðsl­urnar hjá løgmans­ fyrisitingina og sendistovum øktar 760 tús. kr. Íløguját­ tanin til umbygging í Tinga­ nesi minkar við 1,0 mió. kr. Fíggjarmál: Karmurin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum verður øktur 30,3 mió. kr. í fíggjar­ lógaruppskotinum 2007 samanborið við fíggjar­ lógina 2006. Her kann eitt nú verða nevnt, at Hagstova Føroya fær eina eyka játtan áljóðandi 1,6 mió. kr. Toll- og skattstova Føroya fær 1,5 mió meira enn í 2006. Fiskivinna: Karmurin hjá landsstýrismanninum í fiski­vinnumálum verður øktur 2,4 mió. kr. í fíggjar­ lógaruppskotinum 2007 samanborið við fíggjar­ lógina 2006. Her er vert at nevna at játtanin til útgerð til Magnus Heinason er hækkað við 3,0 mió. kr. og kemst hetta av, at skipið skal undir nýggja granskingaverkætlan. Játt­ anin til telefonstuðul til fiskimenn á 2 mió. kr. dettur burtur, hvalagransking og hvalateljing fær 1,6 mió. eyka. Vinnumál: Karmurin hjá landsstýrismanninum í vinnu­málum verður økt­ ur 12,6 mió. kr. í fíggjar­ lógar­upp­skotin­um 2007 samanborið við fíggjar­lóg­ ina 2006. Her kann vera nevnt, at Endurgjald til skipasmíð hækkar við 5,0 mió. kr, og at settar eru 1 mió. kr. eyka til eina granskingarlund. Játtanin til nýggjar landsvegir lækkar við 5,5 mió. kr. Útbúgving og gransk­ing: Karmurin hjá lands­stýris­ manninum í útbúgvingar- og granskingarmálum ver­ ður øktur 40,9 mió. kr. í fíggjarlógaruppskotinum 2007 samanborið við fíggjarlógina 2006. Sí talvu 1 Almanna-og heilsumál: Karmurin hjá lands­stýris­ manninum í almanna- og heilsumálum verður øktur 67,2 mió. kr. í fíggj­ arlógaruppskotinum 2007 samanborið við fíggjar­ lógina 2006. Sí talvu 2 Innlendismál: Karmurin hjá landsstýrismanninum í innlendismálum verður øktur 40,2 mió. kr. í fíggjar­lógaruppskotinum 2007 samanborið við fíggjarlógina 2006. Her kann vera nevnt, at játtanin til Strandfaraskip Landsins er økt við 35,1 mió. kr., sum í stóran mun fer til nýggja Smyril, sum hevur víst seg at vera nakað væl dýrari í drift enn roknað var við upprunaliga. Inntøkur: Í fíggjar­lógar­ uppskotinum 2007 vaksa inntøkur landskassans 450,3 mió. kr. samanbornar við fíggjarlógina 2006. Ein fær og annar missir Talva 1 Talva 2 GG.Har, sum minus stendur framman fyri, er talan um eina hækking, meðan har sum + stendur framman, er talan um eina lækking. Magnus Tausen heitir á landsst‡rismannin í skúlamálum um at gera broytingar í fíggjarlógaruppskotinum, áðrenn viðgerðin er liðug.