Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 189 - 2. oktober 2006 tíðindi Páll á Reynatúgvu, tinglimur fyri Tjóð­ veldisflokkin, er sum heild rímiliga væl nøgdur við fíggj­ar­ lógaruppskotið fyri 2007. Hann undrast tó serliga á ætlaða skattalættan, sum hann heldur kemur í skeivu løtu. Annars fegnast hann um økis­menningina. Páll vónar, at breið semja kann fáast um ein útreiðslukarm, sum skal vera gald­ andi tvørtur um samgonguskifti. Eis­ini vónar hann, at blokkstuðulin verður niðurlagaður, nú avlop er á fíggj­ ar­lógini. – Vónin er, at blokkstuðulin er burtur um 10 ár, sigur hann FÍGGJARLÓGAR­ UPPSKOT Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Sosialurin hevur sett seg í samband við Páll og biðið hann gjørt viðmerkingar til uppskotið til fíggjarlóg 2007. – Yvirskipað eru vit glað­ir um at fáa avlop á fíggjarlógina. Vit halda tó, at tað eigur at vera møguleiki fyri at fáa avlopið enn størri. – Eg haldi, at tað eru nógvar rættar raðfest­ing­ ar í uppskotinum. Mill­um annað er økismenn­ing­ar­ perspektivið gott og rætt, haldi eg. Tað er eisini gott, at mentannargrunnurin verður styrktur, sigur Páll. Skilir ikki skattalættan Hóast hann er væl nøgdir við hesar partarnar av upp­ skotinum, so eru eisini ávísir partar í uppskotinum, sum Páll ikki er nøgdur við: – Vit eru mest ónøgdir við ætlaða skattalættan. Eg dugi ikki at skilja ætlanina við honum. Um grundgevingin fyri skattalættanum er at fáa búskaparhjólini at mala skjótari, so haldi eg ikki, at løtan er røtt til skattalættan. Búskaparhjólini koyra nóg skjótt, og tey kunnu skjótt gerast ovurhitað. – Peningurin átti held­ur at verða nýttur til sosi­ala umraðfesting. Eitt hjarta­ mál er at betra um barsils­ skipanina við at longja um burðarfarloyvið - bæði hjá mammuni og pápanum. – Støðan hjá teim­um lægstløntu fyritíðar­pen­ sjón­istunum er heldur ikki nøktandi. Sum nú er, eru fýra pensjónsstig hjá fyri­tíðarpensjónistum, og veit­ingin til tað lægsta stigið er ikki nøktandi. Vit mæla til, at lægsta fyri­ tíðarpensjónistastigið verður hækkað til miðalstigið á eitt tíðarskeið yvir tvey ár. So­statt verða einans tvey stig og ikki fýra, sum nú er, sigur Páll. Lokalpolitiskt áhugamál ikki raðfest Annars er Páll á Reynatúgvu sera væl nøgdur við upp­skot­ ið, og hann leggur ikki eftir nøkrum ávísum í samband við uppskotið. – Tjóðveldisflokkurin hev­ ur verið við í arbeiðinum at fyrireika uppskotið, so tað hevði verið løgið, um vit ikki vildu kenst við barnið nú, tá ið tað er almannakunngjørt. Vit vilja fegin arbeiða fyri einari breiðari semju, so at fíggjarlógin kann koma í ein tryggan karm. Persónliga er Páll á Reynatúgvu eitt sindur vón­ brotin av, at Sandoyggin ikki hevur fingið so nógv­ an ans í politisku rað­fest­ ingunum. Hann fegnast um, at Løgtingið hevur ar­beitt fyri at menna útjað­ arin, og eisini fegnast hann um framgongdina í Suð­ uroynni. Men Páll heldur, at Sandoyggin er dottin burt­ur ímillum í hesari menn­ ingini. – Suðuroyggin hevur fing­ið Hovstunnilin, Smyril og ætlaða miðnámsskúlan, og tað fegnist eg um. Men Sandoyggin mangl­ar umsorgan frá sam­gong­ uni. Grundgevingin hjá sam­gonguni at strika lista­ skúlan var Sand­oyar­tunn­ il­­in, men har gongur ikki framá. Dalstunnilin er eisini vorðin strikaður. Hetta er eitt afturstig fyri Sandoynna, ljóðar hjartasuffið frá Páll á Reynatúgvu. Stóra upptøkan av lánum er órógvandi Góða búskaparliga gongdin í samfelagnum hevur eisini ført við sær lagaligari láns­ treytir. Bankarnir hava seinastu tíðina givið laga­ ligar afturgjaldstreytir, og eisini eru nýggj tilboð um kreativar lánsmøguleikar komin. – Vit eru eitt sindur rædd­ir fyri gongdini við stóru upptøkuni av lánum. Skuldarbindingin hjá tí einstaka verður høg. Ung­ ar familjur binda seg til set­húsalán áljóðandi 2,5 milliónir, og pensjónistar hava nú eisini møguleika at seta húsini í lán av nýggj­um. – Í longdini er hetta ikki sunt fyri tann einstaka. Fólkið verður ikki so frælst, um tað verður bundið at stórum lánum alt lívið. Hetta kann gerast ein stokkut gleði, og vit mugu verða varug við, hvat tað kann gera við samfelagið í síðsta enda. Summi vilja kanska sam­ an­bera samfelagið í dag við Føroyar áðrenn kreppuna, tá ið nógv lán vórðu tikin, og búskapurin gjørdist ovur­ hitaður. Páll dugir eisini at síggja líkheitirnar: – Tað kunnu vera tekin, sum líkjast kreppuni. Vit hava jú sæð fyrr, at landið hevur yvirtikið bankan og soleiðis tikið skuldina. Hervið skal ikki sigast, at bankin er illa fyri nú, men vit liva við einum skiftandi búskapi, sum er bundin at náttúrutilfeingi. Vil hava útreiðslukarm Tjóðveldisflokkurin arbeiðir fyri at fáa eina semju um ein útreiðslukarm. Soleiðis kann fíggjarlógin verða løgd í eina fastari legu við tað, at útreiðslukarmurin verður galdandi tvørturum samgonguskifti. – Vit kundu hugsað okk­ um, at allir partar í Løg­ tinginum funnu semju um ein útreiðslukarm, sum skal vera galdandi, hó­ast samgonguskifti verð­ ur. Útreiðslukarmurin skal seta eitt mesta tal av vøkstri á útreislunum á fíggjarlógini hvørt ár. So­leiðis sleppa vit undan yvir­bjóðingarpolitikki. Hetta kann eisini seta okkara búskap í ein meira støðugan karm, sigur Páll. Blokkstuðulin burtur um 10 ár Samanumtikið er Páll rími­liga nøgdur við bú­skaparligu atlitini í fíggjarlógaruppskotinum. Hon­um dámar væl, at teir ikki seta meira ferð á miðstaðarøkið men held­ ur styrkja um útjaðara­ støðuna. Í høvdinum á Páll er tað serliga skattalættin í fíggj­ ar­lógaruppskotinum, sum vendir skeivt. Afturat øllum hesum hev­ur Tjóðveldisflokkurin sum yvirskipað mál at fáa Føroyar sjálvberandi, og Páll sær møguleikan fyri at flyta Føroyar nærri at hesum málinum: – Tíðin er komin til eina niðurlaging av blokk­ stuðulinum, nú vit hava av­lop á fíggjarlógini. Eg haldi, at vit skulu miðja eftir at fáa blokkstuðulin burtur á eitt tíðarskeið áljóðandi 10 ár. Páll sær møguleikan fyri, at hinir flokkarnir taka undir við hesum. – Um flokkarnir standa við teirra útsøgnir, so verður trupult hjá teimum at renna undan veruleikanum, sigur Páll á Reynatúgvu. Annars fegnast hann um avlopið, og hann vónar at fáa semju um ein fíggjarkarm yvir fleiri ár. – Tjóðveldisflokkurin ætlar í øllum førum at fara í eitt samstarv við hinar flokkarnar til tess at finna eina góða loysn á hesi málini, sigur Páll á Reynatúgvu at enda. Páll á Reynatúgvu um fíggjarlógaruppskotið: Fegnast um avlop men undrast á skattalætta – Tíðin er komin til eina niðurlaging av blokkstuðulinum, nú vit hava avlop á fíggjarlógini. Eg haldi, at vit skulu miðja eftir at fáa blokkstuðulin burtur á eitt tíðarskeið áljóðandi 10 ár, sigur Páll á Reynatúgvu