Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 2. oktober 2006 7 tíðindi - Tjóðveldisflokkurin vil bara halda grýtuni í kók, tí vilja tey nú hava fleiri kanningar av mær sigur Bjarni Djurhom, landsstýrismaður Djurholm- kanningin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið Bjarni Djurholm upp­ undir vikuskiftið varð frí­ kendur í kanningini, sum løg­maður setti í verk av leik­luti hansara mótvegis Framtaksgrunninum, kem­ ur tað ikki óvart á høvuðs­ persónin sjálvan. – Hatta var tað eg hevði væntað, tí eg var alla tíðina sannførdur um, at har var onki at koma eftir, sigur hann. Hann sigur sostatt at hann er nøgdur við kanningina og hann hevur fult álit á kann­ ingini. Og á ein hátt skilir hann ikki, at politikarar úr andstøðuni sáa iva um út­slitið. – Løgmaður hevur brúkt tey amboð, sum Løgtingiðð hevur givið honum at brúka og tí er tað løgið, at sama Løg­ting nú sáar iva um úr­slitið. Men hinvegin undrar tað ikki Bjarna Djurholm, at andstøðan sáar iva um kanningina. – Tað var ikki annað vænt­ andi. Hetta er politikkur og andstøðan ger, hvat hon kann, fyri at halda grýtuni í kók. Men hann heldur kortini ikki, at tað er heilt sakligt. – Tað tíðarskeiðið, sum Tjóðveldisflokkurin nú vil hava kannað, er tað tíðarskeiðið, har eg sat í samgongu við Tjóð­ veld­isflokkurin. Tá setti tjóð­veldisflokkurin nær­ gang­andi spurningar í Løg­ tinginum og tað varð avgreitt í løgtinginum og meiri hoyrdist ikki. – Ongin hevur havt hesar viðmerkingar, fyrrenn nú Tjóðveldisflokkurin er í andstøðu og tí kann hetta ikki takast sum annað enn eftir-rationaliseringar. – Tað er løgið, at tað skal vera so umráðandi hjá Tjóðveldisflokkinum at seta kanningar í verk, tá ið teir onki gjørdi ta tíðina, teir sótu í samgonguni. Annars hevur Bjarni Djur­ holm ongar viðmerkingar til, at Tjóðveldisflokkurin nú ætlar at fáa Lands­stýris­mála­ nevndina at kanna málið. – Løgtingið ger, sum Løgtingið vil. Men í sambandi við Framtaksgrunnin, hev­ur eisini ein annar spurn­ing­ ur tikið seg upp og tað er spurningurin um leik­lut­in hjá nevndini fyri Fram­ taksgrunnin. Tað hevur verið framm, at Framtaksgrunnurin fekk ikki meiri enn gott helmingin fyri Fiskavirking og Fiskasøluna, sum hann kundi fingið, tók hann av tilboðum hann áður fekk upp á fyritøkurnar. Tí hava røddir verið frammi um at biðja Selskabs­ styrelsen kanna embætis­ førsluna hjá nevndini fyri Framtaksgrunnin við atliti til, at grunnurin kanska hev­ur søplað eina stóram milliónaupphædd burtur. – Tað havi eg onga við­ merking til, sigur Bjarni Djurholm, lands­stýris­ maður. Bjarni hevði ikki væntað annað Skipini hjá Strandferðsluni skulu sigla fleiri túrar til Suðuroyar Nólsoyar og Kalsoyar Strandferðsla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Skipini hjá Strandferðsluni skulu sigla meiri komandi ár. Tað ætlar samgongan. Í hesum sambandi hevur samgongan sett 8,4 milliónir av, sum eru markaðar til meiri sigling til Suðuroyar, Nólsoyar og Kalsoyar. Hetta er ein liður í at knýta útjaðaranin tættari upp í miðstaðarøkið, sig­ur Jacob Vestergaard, lands­­stýr­ ismaður í innlendis­málum. – Nú Norðoyatunnilin er latin upp, er nógv størsti part­urin av fólkinum knýttur upp í miðstaðarøkið, og tí er tað umráðandi eisini at geva hinum borgarunum í land­ inum javnbjóðis møguleikar í tann mun, tað kann lata seg gera. Hann sigur í hesum sam­ bandi, at næsta ár ferð Smyril at sigla tríggjar túrar afturat um vikuna ímillum Suðuroynna og Havnina. – Hesir túrarnir verða í ein ávísan mun lagdir í viku­skiftinum, tá ið mest fólk siglur. Men hann leggur afturat, at tað er ikki vist, at játtanin røkkur til at Smyril siglur tríggjar túrar afturat um vikuna alt árið. – Tí verður játtanin lagað so­leiðis, at Smyril ikki fer undir hesar tríggjar eyka­ túrarnar fyrrenn út á árið, so at hann kann halda fram við trimum túrum afturat um vikuna uttan slit í alt 2008. Annars sigur landsstýrið, at Smyril kostar umleið 11,7 milliónir krómur meiri at reka, enn mett var. – Høvuðsorsøkirnar til hesa stóru hækking eru bæði tað, at oljan er dýrkað nógv og at hann brúkar meiri olju enn mett. Somuleiðis hevur hann kravt størri manning enn roknað varð við. Tað hevur leingi verið eitt ynski úr Nólsoy og úr Kalsoy, at tey fáa fleiri túrar afturat um kvøldarnar og um vikuskiftini. Og tað verður næsta ár, at hetta ynski verður uppfylt. Í hesum sambandi er ætlanin, at skipini hjá Strandferðsluni skulu sigla fleiri túrar afturat um kvøldið til Nólsoyar og Kalsoyar. Nólsoyingar 15 túrar afturat um vikuna og Kalsoyingar fáa eisini fleiri túrar afturat, men akkurát hvussu nógvar, eydnaðist ikki at fáa upplýst. Annrs verður víst á, at stór óvissa er altíð um olju­ prísirnar og tí er altíð ein ávísur váði við fíggjarlógini. Í fíggjarlógini er ikki lagt upp fyri møguligum hækkingum, men hækkar prísurin á tung- og gassolju 1 krónu fyri lit­ ur­in, kann gerast talan um eina eykaútreiðslur upp á 10 millónir krónur. Suðuroyingar, nólsoyingar og kalsoyingar fáa betri samband Ongi skip byggjast næsta ár Nýtt skip verður ikki bygt til Nóls­oy­ ar­siglingina næsta ár Tað er ikki ætlanin at byggja nýtt skip til Strand­ ferðsluna næsta ár. Tað stendur í upp­skot­ in­um til fíggjarlóg, sum Landsstýrið hevur lagt fram. Landsstýrið ásannar, at sámu skipini hjá Strand­ ferðsluni eru gomul og tí er neyðugt at summi fáa umfatandi umvælingar, men tað er eisini neyðugt at byggja nýggj skip fyri at nøkta flutningstørvin og fyri at lúka krøv frá Skipaeftirlitinum og klassanum. Men tað verður ikki næsta ár, at skip verða bygd Men hetta er ein partur av langtíðarætlanunum sig­ur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Hann sigur, at næsta ár fer Strandferðslan í holt við forkanningar, pro­jekt­ eringar og at fyrireika út­bjóðingartilfar til tvey systurskip, eitt til Nólsoyarleiðina og eitt til Kalsoyarleiðina. Til­ samans verður ein millión sett av til endamálið. -Àki- Suðuroy­ ingar missa Smyril í fleiri vikur Næsta ár skal Smyril í dokk í ein til tveir mánaðir Næsta ár fara suð­uroy­ ingar at missa Smyril í fleiri vikur. Orsøkin er, at í sep­ tember skal hann uttan­ lands í dokk og tað fer at taka ein ella tveir mán­ aðir. Tað er ymiskt eftirlit hann skal til og hann skal eisini hava ymsar ábøtur, sum eru umfataðar av teimum skyldum, sum skipa­smiðjan hevur, altso garantieftirlit. Jacob Vestergaard sigur, at samgongan hevur sett pening av til at leiga eitt hóskandi skip fyri. Bjarni Djurholm sigur, at tað er politikkur og eftirrationaliseringar, tá ið Tjóðveldisflokkurin nú vil hava hann kannnaðan einaferð afturat Nólsoyingar fáa 15 túrar um fjørðin afturat um vikuna næsta ár. Eisini Kalsoyingar og suðuroyingar fáa fleiri túrar