Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 189 - 2. oktober 2006 tíðindi Gøtu kommuna ætlar at gerast ein miðdepil inni í Eysturoynni. Handilsmiðdepil er í gerð, og nú skal grótið frá útbyggingini uppi í Gøtudali nýtast til nýtt hús í Sarpugerði til Gøtu ítróttarfelag og menningarfelagið, samstundis sum havnarlagi skal byggjast út útbygging Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Nógv hendir í Gøtu fyri tíð­ina. Fyri trimum vikum síðani avgjørdu gøtufólk og leirvíkingar at leggja kommunurnar saman, so­leiðis at vit fáa eina størri kommunu í eystara parti av Eysturoynni. Harafturat eru gøtufólk í gongd við fleiri nýggjar byggingar. Ein stór­ ur handilsmiðdepil er í gerð uppi í Gøtudali, og nú ætla gøtu kommuna at nýta grótið frá útbyggingini til nýggjar byggiætlanir í bygdini. Havnarlagið útbyggjast Í fyrstu syftu fer Gøtu komm­ una í gongd við at útbyggja havnarlagið. Havnarlagið er í løtuni á leið 4.000 m2 til støddar, men hetta skal økjast mundandi, sigur Hans Mourits Foldbo, bygd­ arráðsformaður í Gøtu. – Vit ætla at nýta grótið frá byggingini uppi í Gøtudali til at útbyggja havnarlagi. Havnarlagið er 4.000 m2 til støddar í løtuni, men ætlanin er, at vaksa havnarlagið heilt upp í á leið 9.000 m2. Hetta fer at vera ein mun­ andi øking av havnar­lagnum, men enn er ikki avgjørt, hvat útbyggingin fer at føra við sær. Ælingin í Gøtu fer í øllum førðum at fáa ágóða av útbyggingini, sigur Hans Mourits. – Ælingin hevur í løt­ uni ein lítlan bygning á havn­arlagnum. Teir hava tí fingið prinsipielt byggiloyvi at gera nýggjan bygning á økinum, har vit útbyggja. Ætlanin er at gera ein nógv størri bygning, soleiðis at umstøðurnar hjá teimum vera betri. Gøtu kommuna ætlar eisini at betra um sømdirnar hjá ítróttarfelagnum og menn­ingarfelagnum. Teir ætla at gera eitt nýtt hús í Sarpugerði til hesi bæði. Her ætlar kommunan eisini at nýta grótið frá útbyggingini av handilsmiðdeplinum í Gøtudali. Vil gerast ein miðdepil Nú er ein stór handilsmiðstøð í gerð, havnarlagið er undir útbygging og ítróttarfelagið og menningarfelagið fáa nýggjan bygning. Harafturat hava Gøtu kommuna og Leirvíkar kommuna gjørt av at leggja saman. Hetta boðar frá nýggjum tíðum í Gøtu. Tað ásannar Hans Mourits eisini. – Ja, nú eru vit í gongd við nógv ymisk ting í komm­ ununi, og tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit ynskja at gerast ein miðdepil her í økinum. Við einum nýggjum handilsmiðdepli, og fleiri nýggjum útbyggingum ætla vit at bøta um korini hjá fólki í kommununi, og kanska hetta eisini kann lokka onnur henda vegin. – Í hesum sambandi er vert at leggja afturat, at vit hava fingið fleiri umsóknir um bygging frá fólki, sum onki tilknýti hava til Gøtu. Eg kann ikki siga, um hetta er orsaka av okkara ætlanum fyri kommununa, men eg vóni, at vit í nærmastu fram­ tíð kunnu savna fleiri fólk í Gøtu kommunu. Stórar ætlanir í Gøtu Løgreglan í Havnini hevur havt úr at gera í vikuskiftinum. Stolnir bilar, full­ir førarar og motor­ súkklur í rúkandi ferð hava verið á skránni, og aftur hetta vikuskiftið eru samkynd hótt við lívinum LØGREGLAN Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Løgreglan í Havn hevur havt eitt heldur strævnari vikuskifti enn vanligt. Teir hava snøgt sagt havt úr at gera. Fleiri bilar stolnir Fleiri bilar eru stolnir í Havn­ ini í vikuskiftinum, og hvørja ferð hevur trupulleikin ver­ ið, at eigararnir hava latið lyklarnar staðið í bilinum. Leygarkvøldi stóð ein bilur parkeraður uttanfyri eini hús í Havnini í á leið tveir ella tríggjar minuttir. Førarin hevði bert eitt lítið ørindi, og tá hann kom útaftur, var bil­urin vekk. Løgreglan gjørdi skjótt av, og lítla løtu seinni funnu teir bilin niðri á Skálatrøð. Maðurin, sum hevði stolið bilin, sat í bil­inum, og hann var ávirk­ aður. Tveir aðrir bilar blivu eis­ini stolnir í vikuskiftinum. Náttina til fríggjadagin bleiv ein bilur stolin uppi á skúla­heiminum og náttina til leygardagin bleiv ein stol­in í Villumsgøtu. Báðir blivu funnir aftur, men gern­ ingsmenninir eru ikki funn­ir. Eisini hava nakrar ferðslu­ ólukkur verið í vikuskiftinum. Fríggjakvøldi rendi ein bilur á niðri við Café natúr. Alt týddi uppá, at førarin hevði koyrt ov skjótt, og hann rýmdi eisini av staðnum. Løg­reglan fór út at leita, og løtu seinni bleiv bilurin funnin á Ringvegnum. Tá vísti tað seg, at maðurin var ávirkaður, og hann missir tí koyrikortið. Ein onnur ferðslu­ólukka var norðuri í Hvalvík sunnumorgunin kl. 6. Ein hevði rent útav vegn­um, og bilurin hevði fing­ið stóran skaða. Førarin hevði fingið onkrar smærri snuddir og bleiv tí sendur á landssjúkrahúsið. Tað vísti seg, at hann var ávirkaður. Meðan løgreglan var á staðn­ um í samband við ferðsl­­u­óhappið, steðgaðu teir einum øðrum bili, har førarin var ávirkaður. Samkynd hótt eftir lívinum Aftur í vikuskiftinum hava samkynd verið fyri ágangi í Havnini. Náttina til fríggjadagin ætlaðu fimm ella seks unglingar at leypa á ein samkyndan mann. Maðurin slapp sær kvikliga inní ein hýruvogn og megnaði at lasa hurðina, áðrenn hesir unglingar fingu fatur á honum. Og fríggja­kvøldi bleiv ein annar samkyndur maður hóttur við lívinum, tá hann bleiv ringdur upp heima. Hann meldaði til løgregluna, og løgreglan hevur í hesum sambandi hand­tikið ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava framt uppringingina. Motorsúkkla koyrdi 261 km/t Fríggjakvøldið máldi løg­reglan tríggjar motor­ súkkl­ur at koyra ov skjótt í tunlinum millum Kolla­ fjørð og Kaldbak. Ein av motor­súkklunum bleiv máld at koyra heili 261 km/t. Løgreglan fekk ikki hendur á manninum, tí hann koyrdi ov skjótt, men teir fingu nummarplátuna og hava funnið útav, hvør maðurin er. Hann verður væntandi ákærdur fyri skilaleysa koyr­ ing innan alt ov leingi. Við 261 km ferð ígjøgnum tunnilin Her, beint niðanfyri Cae Natúr, rendi ein maður á fríggjakvøldi. Hann rýmdi, men løgreglan fann hann løtu seinni. Maðurin var ávirkaður