Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 189 - 2. oktober 2006 Stagnatión er vend til búskaparliga framgongd. Tí kann landsstýrið nú leggja fram eitt fíggjar­ lógaruppskot við avlopi. Í 2007 verður roknað við 74,5 milliónum krónum í avlopi, men longu nú er vøksturin so sterkur, at við ársenda í ár er eitt yvirskot á roknskapinum sera sannlíkt. Førdi búskaparpolitikkurin hevur eydnast, og landsstýrið fer tí frá arbeiðsskapandi politikki til at reka ein politikk, ið skal tryggja, at búskapurin ikki verður ovhitaður. Málið er at tryggja framhaldandi vøkstur og forða ovurhiting av føroyska búskapinum. S­o­ leiðis tekur Fíggjarmálaráðið til í síni framløgu av fíggjar­lógaruppskotinum fyri 2007. Fara vit aftur um hesi sigursælu orð, so má tíverri staðfestast, at fíggjarlógaruppskotið í sjálvum sær er eitt vónbrot hjá øllum, sum hugsa menning og sum royna at líta eitt sindur fram í tíðina. Landsstýrissamgongan hevur, sum øll onnur í land­ inum staðfest, at tað gongur við rúkandi ferð framá við búskapinum. Alt gott um tað! Væl er stýrt, tað má ein geva samgonguni og fíggjarmálaráðharranum. Man hevur í hesi støðu havt fleiri valkostir. Lands­ stýrið kundi havt valt at bremsa, har tað er neyðugt at bremsa nevndliga innan alt, sum eitur íløgur, tí byggivirksemið er alt ov ógvusligt. Síðan kundi landsstýrið valt at satsa ella økja, har øktar játtanir ikki í sjálvum sær føra til uppaftur meira upphiting av búskapinum. Samgongan kundi eisini havt valt eitt minni avlop. Vil ein partú hava avlop er tað sæð frá einum búskaparligum sjónarmiði eitt feitt, um avlopið er 74 ella 37 milliónir. Landsstýrið kundi við øðrum orðum økt játtaninar til eitt nú hægri útbúgving og gransking. Hetta hevði verið eitt flott signal og hetta hevði á ongan hátt verið til skaða fyri búskapin. Hartil hevði hetta so eisini verið í tráð við útmeldingar løgmans tey seinastu tvey árini. Hetta hevði verið ein íløga í framtíðina! Men Fróðskaparsetrið og Granskingargrunnurin fáa bert smápengar afturat í 2007, sum vistnokk er Visjónsár 2. Sjáldan hevur eitt landsstýri tosað so nógv um útbúgving, nýmenning og gransking og sjáldan hevur verið slík gjógv millum orð og gerðir sum við hesum fíggjar­lógaruppskoti. Hetta er beinleiðis skomm fyri samgonguna, sum við Visjón 2015 hevur meldað út, at har hægri útbúgving, nýmenning og gransking eru lyklahugtøkini í hesi vælsignaðu visjón. Men, sum longu nevnt, sæst lítið og einki aftur til alt hetta í fíggjarlógaruppskotinum. Samgongan hevur valt heldur at hava eitt rættiliga stórt avlop at vísa á! Hetta er kanska smart, men hetta er samstundis alt annað enn gott fyri trúvirðið hjá landsstýri og løgmanni. Vit venda aftur til fíggjarlógaruppskotið í einum av komandi bløðunum. Sosialurin Búskaparlig framgongd – men eingin visjón Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Tey tvey árini Miðflokkurin sat í samgongumeiriluta vóru allar perur sløktar – øll tann politiska orkan fór upp í klandur og onki úrslit spurdist burtur úr nøkrum. Allar minst á almanna- og heilsuøkinum. Jenis av Rana hevur stórt rásarúm í fjølmiðlunum. Hesaferð brúkara hann eina hálva síðu í Sosialinum til at spilla landsstýrið og samgonguna út um hvat hann væntar av einum fíggjar­lógaruppskoti, sum hann enn ikki hevur sæð og tí onki kennir til. Serliga er tað ein niðrandi umrøða av almanna- og heilsu­politikk­ inum. Hetta er politiskt hyklarí so tað forslær. Jenis og Bill sótu í sam­ gongumeiriluta í tvey ár. Tað er ein veruleiki, at teir fingu ikki minsta petti ígjøgnum. Tað sum teir framdu, var aftur eftir hæli. Jenis tosar um pensjón­ir­ nar: hvørki fólkapensjónina, samhaldsfasta ella fyri­ tíðarpensjónina fingu teir hækkað við eini einastu krónu. Jenis tosar um heilsu­ verkið: einastu ferð nakrantíð í søguni, at man gav sjúkrahúsverkinum polit­iskar ordrar til at skerja nýtsluna av viðgerð­ini av føroyskum sjúklingum uttanlands, var tá Miðflokk­ urin átti lands­stýris­mannin í heilsumálum. Hinvegin er nógv komið av skafti, síðan henda sam­ gongan tók við, serliga á almanna- og heilsuøkinum. Lat meg nevna nøkur dømi: Inntøkugrundarlagið hjá fólkapensjonistum er styrkt við munandi hækkingum av Samhaldsfasta, sum nú 1. jan. fer upp á 2000 kr um mánaðin. Nýggj føroysk barna­ verndarlóg, við nýggjari skipan og tæanstu út um alt landið. Nýggj sjúkrahúslóg, m.a. við nýggjari skipan við sjúklingaráði. Nýggj tubbakslóg fyri at víðka um roykifría umhvørvið og byrgja fyri at ung fara at roykja Heilsuavgjøld hægri avgjald á tubbak og fleiri ikki-heilsugóðar vørur. Stór framtøk eru gjørd á psykiatriska økinum, serliga við bústaðar- og virknistilboðum til sálarsjúk Heilsuátøk í fólka­skúlan­ um við frukt og køldum vatni Talgild heilsuskipan fyri føroyska heilsuverkið Vit hava fingið Føroya fyrstu dopinglóg Grundarlagið fyri gransking í mannaílegum er skipað. Røntgen-útgerðin á øllum trimum sjúkra­ húsunum nútímansgjørd. Farið er undir verk­ ætlanir at útvega 136 nýggj búpláss á røktarheimum og eldra­ sambýlum. Listin er nógv longri, men tað verður ríkiligt høvi at venda aftur til tað. Í dag verður so fíggjar­lógar­upp­ skotið fyri 2007 lagt fram. Eisini har eru nógvar góðar ætlanir, serliga á almanna- og heilsupolitiska økinum. Góði Jaspur Vang, 19. juni 2006 hevur tú lesarabræv í bløðunum, við heitinum “Sambandsflokkurin verjir borg einsamallur”. Í greinini gevur tú til kennar títt ynski um, at blokkstuðulin skal dagførast, og at Sam­ bandsflokkurin fer at syrgja fyri, at blokkstuðulin fer at økjast. Tú hevur eisini viðmerking til eina grein, sum eg stutt áðrenn hevði í bløðunum um blokkin, har eg staðfesti, at so leingi sum Fólkaflokkurin hevur nakað at siga, so fer blokkurin aldrin aftur at hækka, men harafturímóti minka. Nú Fíggjarlógin er løgd fram, er tað gleðiligt at síggja, at Jaspur stendur einsamallur við kravinum um at fáa meira pengar frá Danmark. Politiskt hyklarí hjá Jenisi av Rana landsstýrismaður Hans Pauli Strøm Jaspur stendur einsamallur Heðin D. Poulsen