mánadagur 2. oktober 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 2. oktober 2006
11
tíðindi
Í Dimmuni bleiv gjørt
nógv burtur úr, at ein
homosexuellur maður var
blivin álopin. Hettar bleiv
enn einaferð brúkt til at
rættvísgera at vit eiga at
fáa eina lógarbroyting í anti
diskriminatiónsparagraff
ini, so at sexuell orientering
kemur uppí.
Fyri
greinaskrivarin
var tað ikki nokk bert
at siga at ein maður var
blivin bukaður (hesin sami
byrjaði sjálvur bardagan),
nei her snúði tað seg um ein
homesexuellan og tí mátti
tann síðan blásast upp;
kanska fyri at fáa tað meira
áhugavert ella heild einfalt
fyri at marknaðarføra egna
áskoðan.
Havi aldri hoyrt um, at
ein hetrosexuellur er blivin
álopin, men gangi út frá
at hesi eru offur í stórt
sæð øllum øðrum álopum/
bardøgum.
Heldur
ikki
verður
gjørt so nógv burtur út at
løgreglan eisini var álopin,
men teir hava helst ikki verið
homosexuellir, so hví kóka
nakara suppu burtur úr tíð!
Løgreglufólk (eins væl og
homosexuell) verða eisini
niðurgjørd og enntá álopin
bara tí tey eru løgreglufólk,
men hví einki um at fáa tey
við í antidiskriminatións
paragraffina? Persónliga
trúgvi eg ikki at tað hevði
hjálpt, hvørki fyri hesi ella
omanfyri nevndu. Vánaligur
atburður, sum tann ið verður
lýstur í greinini, verður
í lítlan mun broyttur við
Løgtingslóg, men er nógv
heldur ein spurningur um
uppæling og hvat okkara
menniskja sýn er.
Av tí at eg var við at við
gera uppskoti um at skoyta
“sexuella orientering” uppí
lógina og talaði ímóti at
hettar var gjørt; vil eg koma
við hesum viðmerkingum
aftrat:
Lat tað standa púra greitt
at øll menniskju hava sama
virði og hava tí brúk fyri
og rætt til at vera vird sum
menniskju; eingin omanfyri
nakran annan. Men hettar
merkir ikki, at ein og hvør
lívsstílur er líka góður sum
einhvør annar ella at einki
er skeivt í hesum heimi.
Eg vóni tí at tað stendur
heilt greitt at homosexuell
hava akkurát líka nógv
virði sum eg sjálvur og at
eg ikki kann loyva mær at
spilla tey út ella buka tey,
heldur enn nakran annan
einstakling ella bólk fyri
tað.
Líka so greitt skal tað tó
eisini standa, at eg haldi
at homosexuell praksis er
skeiv, móti natúruni og
skaðilig fyri menniskja.
Hetta vil eg, sum sjálvur
eri syndari, hava rætt til
at føra fram uttan at blíva
stemplaður fyri at hava
“homofobi” ella tað ið verri
er.
Eg vóni vóni eisini
at øll, ið siga seg fylgja
Jesusi taka hansara orð í
Jóhannus 12; 47 til okkum
tá ámint verður um hvat
er rætt og skeivt: “Og um
onkur hoyrir orð míni og
ikki gevur teimum gætur,
tá dømi eg hann ikki; tí at
eg eri ikki komin at døma
heimin, men at frelsa heim
in.”
Ongin av okkum er synda
fríur og tí kunna vit ikki
døma, men vit kunna og
skula áminna í kærleika og
bøn um at Guð við sínum
anda vil sannføra okkum
um hvussu vit eiga at liva.
Lívfrøðiligt margfeldi
Eg vil fyrst og
fremst takka Hergeiri
Nielsen fyri hansara sera áhugaverdu og nágreiniligu
framløgu av ”Uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt
margfeldi” í Løgtinginum tann 28. sep.
Við tað, at allir flokkar vóru so samdir í at góðtaka
uppskotið, eri eg ræddur fyri, at tað ongantíð verður
sett í gildi!
Jacob Vestergaard tyktist fyrst vilja hava eina
umsiting at virka og síðani seta lívfrøðingar í starv;
men hvussu skal ein umsiting kunna fara til verka, um
hon ikki hevur nakað at umsita?
Tað allar minsta kravið til eina umsiting er, at hon
skal hava eina grundleggjandi vitan til tað lívfrøðiliga
margfeldi í Føroyum.
Teir ymisku flokkarnir søgdu mong vøkur orð og
høvdu stórar ætlanir um at kanna margfeldi í jørðini,
luftini og so framvegis; men eingin tyktist hava nakað
ánilsi um, hvat hetta umfatar. Um man veruliga hevur
ætlanir um at seta eina tílíka kanning í verk, røkkur 1
millión um árið ikki langt!
Til sammetingar kann eg nevna, at ein av teimum
seinastu listunum, eg havi skrivað um margfeldi,
viðvíkur hópin (ordenen) Phthiraptera, og til tað havi
eg nýtt 1 heilt verkaár – tað er 8 tímar um dagin.
Tað er saktans óneyðugt at skriva, at alt hetta mítt
arbeiði er ólønt, og at eg geri tað av berum áhuga. Og
hóast eg eri sjálvlærdur innan hetta øki, arbeiði eg ikki
seinri enn nakar lívfrøðingur.
Hópurin Phthiraptera er bert ein dropi í havinum
av øllum tí lívi, sum enn ikki er skrásett her á landi,
og tí er ætlanin um bert at seta 2 lívfrøðingar í starv
til at kanna alt tað lívfrøðiliga margfeldi, ikki nær
nóg mikið; men hin vegin kunnu vit so sjálvandi
siga, at um eini 5-10 ár hava vit helst fingið eina
grundleggjandi vitan – sum okkum tørvar í dag – og
tað vil verða til gagns fyri einar framtíðar Føroyar.
Jacob Vestergård nevndi eisini møguleikan um
eina møguliga umsiting, har bæði politikkarir og
kommunur kundu leita sær ráð í ivamálum. Ein tílík
umsiting vildi eisini verið tað einsta rætta at sett á
stovn, tí í dag er man mest sum sleptur upp á fjall.
Ein góður spurningur til eina tílíka umsiting kundi
verið:
Hvussu ber tað til, at vit tann dag í dag enn ikki hava
nakra kunngerð, ið krevur, at bæði føroysk og útlendsk
skip og bátar SKULU hava rottuskermar á trossunum,
so at rottur ikki kunnu ferðast til Føroyar á henda hátt?
Og hvussu við flutningi millum oyggjarnar? – har
skuldi tað sama sjálvsagt verið galdandi!
Óneyðugt skuldi verið at sagt, at flest onnur lond
fyri langari tíð síðani hava sett krøv um brúk av hesum
rottuskermum.
Í Føroyum tykist tað næstan, sum um fólk eru rædd
um, at ”føroyska” rottan skal verða avoydd, og at vit
tí mugu royna at halda standin við líka við at innflyta
”nýtt blóð”…
Eg endi við at vóna, at ”Uppskot til samtyktar
um lívfrøðiligt margfeldi” fær eina góða endaliga
viðgerð.
fuglaútstappari,
Nólsoy
Jens-Kjeld
Jensen
Í Sosialinum mikudagin 27.
sept. 2006 er ein grein um
Vinnuháskúlan og ætlaðu
uppsøgnina av einum lær
ara. Mentamálaráðharrin
roynir at greiða fløkjuna,
sum hann og aðalráð hans
ara hava vavt seg uppí. Hes
um kemur hann ikki serliga
væl frá. Tí koma vit við
hesi frágreiðing:
Grundin til, at málið um
fíggjarliga óreglusemið á
Maskinmeistaraskúlanum
(nú Vinnuháskúlin, VH)
kom undan kavi, var ein
grein í Oyggjatíðindum 19.
mai 2006. Í blaðgreinini
roynir
leiðsla
skúlans:
stjórin, varastjórin og fíggjar
leiðarin at káva út yvir
óskilið. Landsstýrismaðurin
biður í somu grein um eina
frágreiðing. Tann 20. juni
sendir PJ nøkur skjøl, sum
hann hevur fingið alment
innlit í, til MMR saman
við eini frágreiðing. Hesi
skjøl prógva, at alt er ikki
farið rætt fram. Nú er eldur
í skálanum, tí tann 31. mai
hevur MMR fingið eina
sera tunna frágreiðing við
ongum fylgiskjølum frá
skúlanum. Stórur munur er
á hesum frágreiðingum.
So gongur tíðin, og onki
hoyrist. Seinast í august
2006 fer MMR í gongd við
málið. Í staðin fyri at kanna
málið
um
óreglusemið
nærri, velur MMR at søkja
at læraranum, sum hevur
sent teimum skjølini.
Fríggjamorgunin
25.
august 2006 er fundur á
Vinnuháskúlanum
mill
um leiðslu skúlans og
Mentamálaráðið (MMR).
Fakfelagið hevur biðið
um alment innlit í fundar
frágreiðingina frá hesum
fundi fyri at fáa at vita, um
málið um PJ varð umrøtt. Á
fundinum eru: ein embætis
maður úr MMR, stjórin á
VH og varastjórin, sum las
við fullari løn.
Sama dag undirskrivar
embætismaðurin úr MMR
trý brøv, sum øll snúgva
seg um PJ.
Fyrsta brævið er stílað
til PJ og ber yvirskriftina
“Viðvíkjandi óreglusemi
á Maskinmeistara-skúlan
um.” Í brævinum verður
sagt: “Mentamálaráðið skal
hervið boða frá, at avrit av
brævi tygara, dagfest 20.
juni 2006, verður sent til
skúlan, við boðum um at
taka málið upp saman við
tygum.”
Tá ið Sosialurin skrivar,
at MMR “heitti á læraran
um ...”, so er tað ikki rætt.
Annað brævið er stílað til
stjóran á Vinnuháskúlanum
og
hevur
yvirskriftina
“Viðvíkjandi PJ.”
Sagt verður í brævinum:
“Vísandi til teldubræv,
dagfest 19. desember 2005,
frá Mentamálaráðnum til
PJ, við avriti til tygara, vil
Mentamálaráðið
hervið
heita á tygum um at taka
málið upp til viðgerð
saman við PJ.” Onki verður
nevnt í brævinum um nakra
“virðiliga loysn,” so her fer
landsstýrismaðurin skeivur.
Triðja brævið er sent
Løgtingsins Umboðsmanni
við hesum orðaljóði: “
Vísandi til bræv tygara
... hevur Mentamálaráðið
avgjørt ikki at gera fleiri
viðmerkingar til málið.”
Tað tykist løgið, at MMR
tann 7. juli 2006 biður
Umboðsmannin um longda
svarfreist til 1. sept., tá ið
MMR kortini onki hevur
at viðmerkja. Málið, sum
Umboðsmaðurin
viðger,
snýr seg um, at bæði stjórin
og MMR noktaðu PJ at
arbeiða hálva tíð á skúlanum
frá august 2005 og árið
út hóast skrivligt tilmæli
frá serlækna. Málið varð
sent
Umboðsmanninum
13. mars 2006, og fellur
avgerðin helst um stutta
tíð.
Tá ið skúlastjórin tann
1. sept. 2006 kallar PJ inn
á skrivstovuna, er ongin
ivi um, at stjórin ger eftir
boðum úr MMR, tí hann
sigur: “Tá eg fái eitt so
alvorligt bræv frá MMR,
so noyðist eg at handla.”
Stjórin hevði tá leitað
fram teldubrævið frá 19.
des. 2005, sum er partur
av málinum, ið varð sent
Umboðsmanninum
13.
mars 2006. Í teldubrævinum
skrivar MMR: “ ... illoyali
tetur kann fáa avleiðingar
fyri starvsetan tygara.”
So hendir tað, at ÚF tann
11. sept. 2006 ber tíðindini
um, at Umboðsmaðurin
átalar landsstýrismannin,
tí hann hevur givið boð
um, at 12 lærarar í Hoy
dølum skulu fáa ávaring.
Sama dag er hetta mál lagt
út á heimasíðu Umboðs
mansins.
Dagin eftir, tann 12. sept.
2006 verður ætlanarskriv
um uppsøgn handað PJ
á stuttum fundi. Einastu
grundgevingar stjórans í
skrivinum eru brøvini frá
MMR, dagf. 19. des. 2005
og 25. aug. 2006.
Fríggjakvøldið 15. sept.
2006 kl. 18.30 ber ÚF tíð
indini um at ein lærari á
Vinnuháskúlanum
skal
sigast úr starvi. Ein tíma
seinni fer eitt teldubræv
úr MMR út í Tinganes til
løgmann, tí løgmaður er
kunnaður um málið og hevur
biðið um viðmerkingar frá
MMR. Nú skrivar MMR:
“Ætlanin við áheitanini
frá MMR var, at skúlin og
PJ kundu taka málið upp
í felag, fyri síðani at finna
fram til eina virðiliga loysn
í málinum. Skrivið frá MMR
til Vinnuháskúlan er als ikki
ein áheitan á skúlan um at
siga PJ úr starvi, og vísast
skal eisini á, at skúlin hevur
setanarmyndugleikan.”
Ongin ivi kann vera um,
at hetta er ein kúvending í
mun til tað, sum MMR áður
hevur skrivað og ætlað.
Nú kann so ein og hvør
meta um, hvørt MMR
hevur virkað sum kæru
myndugleiki í hesum starvs
fólkamáli, tí sum lands
stýrismaðurin sigur: “Hetta
er heldur ikki eitt mál, sum
MMR hevur nakað við at
gera ... og tí er tað ikki
fyrr enn ein møgulig kæra
kemur, at vit koma upp í
málið.”
Felagið
hevur
longu
umhugsað at kæra málið
til Løgmansskrivstovuna í
staðin fyri til MMR, um
uppsøgnin verður framd í
verki, tí felagið hevur ta
áskoðan, at MMR hevur
verið alt ov nógv uppi í
málinum.
Um landsstýrismaðurin
veruliga ynskir, at allur
sannleikin kemur fram um
møguliga óreglusemið á
skúlanum, so átti hann at
takkað PJ fyri frágreiðing
hansara, dagf. 20. juni 2006.
Var hon ikki send MMR og
øðrum myndugleikum, so
varð málið tagt burtur.
At MMR góðtekur einki
sigandi frágreiðing skúlans,
dagf. 31. mai 2006, og
boðar frá, at “MMR ger ikki
meira við málið ...”, týðir
ikki uppá, at MMR vil hava
allan sannleikan fram.
Felagið bíðar enn eftir, at
ætlanarskrivið um uppsøgn
verður tikið aftur, og lær
arin fær eina treytaleysa
umbering frá leiðslu skúl
ans og MMR.
Uppsagnarmálið á Vinnuháskúlanum
Aftursvar til Jógvan á Lakjuni
29. sept. 2006
Felagið Maskin
meistaralærarar
Tann fjalda dagskráin?
Gunnar K
Nattestad