Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 189 - 2. oktober 2006 12 Ein seinasta roynd at greiða Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, frá, hvussu og hví avgreiðslugjøldini fyri fiskiloyvi og avhending av fiskidøgum og kvotum eru ásett júst, sum tey eru Fari fyrst at takka fyri, at Kári P. Højgaard í grein síni í bløðunum undir yvir­ skriftini “Viðmerking til svar frá Bjørn Kalsø” nú viðgongur, at landsstýrrismaðurin í fiskivinnumálum í lóg hevur fingið heimild frá Løgtinginum at krevja inn avgreiðslugjøld fyri fiskiloyvi og avhending av fiskidøgum og kvotum. Nú verður, sum rætt er, einki nevnt um avgerðir, ið formelt stríða ímóti stýris­ skipanarlógini og lógini um vinnuligan fiskiskap. Soleiðis sum eg skilji viðmerkingina, viðvíkur ónøgdin hjá Kára P. Høj­ gaard nú, at allir báta­ og skipabólkar gjalda somu upphædd fyri somu tænastu. Hví so er, gjørdi eg eina roynd at greiða frá í fyrra svari mínum. “Avgjald ella eykaskatt”. Hetta varð m.a gjørt við at lýsa nøkur dømi, fyri at ítøkiliggera munin á avgreiðslugjøldum og avgjøldum ella skatti. Avgreiðslugjøld verða, sum Kári P. Højgaard nú eisini nevnir í síni við­ merking, kravd við hvørja avgreiðslu. Hetta verður gjørt uttan mun til, hvussu langt tíðarbilið er millum avgreiðslurnar. Góð dømi um hetta eru pass, koyri­ kort, nummarspjøldur á bilin, tá loyvi skal fáast frá djóralækna at flyta seyð í aðra oyggj (ikki flutn­ ingskostnað, sum Kári P. Højgaard sipar til, tá hann samanber seyðin og kúnna) og avgreiðslugjøld, sum peningastovnar krevja fyri teirra tænastur til kundan. Fiskiloyvi verða sambært lóg útskrivað á hvørjum ári, tí verður avgreiðslugjald fyri fiskiloyvi eisini kravt árliga. Avgreiðslugjald fyri avhending av fiskidøgum og kvotum verður bert kravt, um ynski er um at flyta fiskidagar ella kvotur. Enn einaferð fýlist Kári P. Højgaard á, at brúkari og politiska skipanin ikki eru hoyrd í sambandi við avgreiðslugjaldið. Í tí spurn­ inginum eri eg als ikki samdur. Gjaldið er ásett í kunngerð, sum hevur heimild í lógini um vinnuligan fiskiskap. Nevnda lóg er samtykt í Løgtinginum, sum er okk­ ara hægsta politiska skip­ an. Kunngerðin hevur verið til hoyringar í Fiskivinnu­ ráðnum, ið er umboðað av brúkaranum. Kunnað verður somuleiðis um allar kunngerðir í landsstýrinum. Kann eisini endurtaka, at væntaðu inntøkurnar av nevnda avgreiðslugjaldi standa á samtyktu fíggjar­ lógini fyri 2006. Fíggjar­ lógin verður á hvørjum ári viðgjørd av Løgtingsins Fíggjarnevnd, har Kári P. Højgaard er limur, og tí átti at kent til málið. Parturin av fíggjarlógini, sum umfatar fiskivinnumál verður eisini viðgjørdur av Løgtingsins Vinnunevnd. Og afturat hes­ um kann vísast á tríggjar viðgerðir á Føroya Løgtingi av fíggjarlógini. Skal tó leggja afturat í hesum sambandi, at eitt er at verða hoyrdur, annað er at vera samdur. Fari at enda við at svara spurninginum, ið Kári P. Højgaard nevnir høvuðsboð­ skapin í fyrra lesarabrævi sínum. Spurningurin er, “Hvat skal útróðrarmaður­ in í veruleikanum gjalda fyri?” Kostnaður: Avgreiðslugjaldið fer til lønarkostnað, telefon, skriv­ stovuútgerð, el, hita og teldutænastur, ið standast av arbeiðinum at avgreiða fiskiloyvi og avhending av fiskidøgum og kvotum. Ein meting, sum er gjørd av Fiskivinnustovuni og Fiskiveiðieftirlitinum ligg­ ur sum grund fyri áset­ anini. Eins og alt fíggjar­ lógaruppskotið byggir á metingar fyri tað komandi árið, so byggir hetta gjald sum sagt eisini á metingar av kostnaðinum. Veruliga kostnaðin kunna vit bert staðfesta, tá viðkomandi fíggjarár er endað. Tó skal eg viðmerkja, at henda avgreiðsla verður gjørd saman við øðrum uppgávum á stovninum og verður tí kostnaðurin av hesum ikki bókaður serskilt. Árligi kostnaðurin til­ samans av hesi tænastu verður mettur til 662.500,- kr. Inntøkur: Útrokningar, gjørdar í Fiski­ málaráðnum, vísa, at 1.133 fiskiloyvir verða útskrivað komandi fiskiár, og mett verður, at 120 váttanir verða givnar í sambandi við avhending av fiskidøgum og kvotum. Tilsamans verður inntøkan av hesum harvið: 1.133 x 500,­ kr. = 566.500,­ kr. 120 x 800,­ kr. = 96.000,­ kr. Inntøka tilsamans: 662.500,- kr. Fiskiloyvi – avgreiðslugjald – Kári P. Højgaard landsstýrismaður Bjørn Kalsø Bjørn Kalsø og MRCC- Sjóbjargingarstøðin eiga rós uppiborið fyri at hava framt ISO-góðkenning av stovninum. Hetta átti at fingið aðrar almenn- ar stovnar, eitt nú Lands- sjúkrahúsið og Kringvarpið at gjørt tað sama Um dagarnar frættist, at Sjóbjargingarstøðin, sum kom í rættuligt óðnarveður, tá ið Jøkulfelli gekk burtur norðan fyri Føroyar, hevði fingið ISO­góðkenning frá Norske Veritas. Hetta má sigast at verða eitt bæði klókt og framsíggið stig, sum er tikið, við tað at nú eru allar mannagongdir skrásettar og øll mistøk verða viðgjørd, eftirmett og rættað, uttan at nakar uttanfyristandandi nýtist at gera vart við tey. Og samstundis er støðin und­ ir loypandi eftirliti av einum óvildigum stovni, sum tryggjar, at góðskan viðvarandi er á fyriskrivaða støðinum. Hvørt fiskavirki hevur slíka skipan Hetta er nakað, sum er kent í privata vinnulívinum, har t.d. øll fiskvirkir og fiskaútflytarar skulu hava eitt innaneftirlit, sum tryggj­ ar keyparan, at hann fær ta góðsku, sum virkið sigur seg standa fyri. PISA-kanning Einasti almenni stovnur, sum áður hevur gjørt góðskumetingar, er Menta­ málaráðið, sum lat gera eina PISA­kanning av føriska skúlaverkinum, uttan at hetta tó var at sammeta við eina ISO­góðkenning. PISA­kanningin segði bert hvørjum støði, skúla­ verkið er á, meðan ISO­ góðkenningin tryggjar javnt góðskustøði, sum so kann betrast, um hugur er til tess. Almennir stovnar ynskja ikki at verð góðskumettir Tað tykist, sum um almennir stovnar ikki ynskja ella tora at fáa seg góðskumettar. Eitt feskt dømi er mótstøðan í skúlaverkinum um kapping frá privatskúlum. Men nú hevur ein almenn­ ur stovnur torað at brotið upp úr nýggjum og hevur latið seg góðskumett av óheftum stovni og tað eigur stovnurin og landsstýrismaðurin, ið varðar av stovninum, Bjørn Kalsø, alt rós uppiborið fyri. Landssjúkrahúsið og Kringvarpið næstu? Vónandi er hetta bert byrjanin fyri eina almenna fyrisiting og stovnar, sum seta góðskuna í hásæti. Hví ikki fremja somu skipan fyri eitt nú Landssjúkrahúsið, sum vit øll hava so nógv fyri neyðini og sum júst nú eisini er í einum sonnum óðnarveðri? Og Kringvarpið, sum ávirkar okkum øll so ómetaliga nógv og sum í nógv ár hevur verið kritiserað fyri vánaligan journalistikk? Slík skipan kundi endur­ reist álitið á hesar stovnar. Fyrimyndarligt av einum almennum stovni Johan Petersen viðmerkingar Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra mamma, vermamma og omma okkara Alvilda Heinesen Hósvík andadist á Korndalsbýlinum á Eiði leygarkvøldið 70 ára gomul Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju mikudagin kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Jóhanna og Agnar Tey, ið vilja minnast Alvildu kunnu í staðin lata eina peningagávu til Korndalsbýlið á Eiði. Konta í peningastovnunum Tøkk Hjartaliga vil eg takka øllum, sum mintust til mín á 75 ára degnum tann 10. juli. Ein serlig tøkk til børnini við familju, sum gjørdu, at dagurin eydnaðist so væl. Kærastu heilsanir Paula Gærdum, Strendur