mánadagur 2. oktober 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 2. oktober 2006
13
Jarðarferð Jóhannu Davidsen, vanliga nevnd
Hanna, úr Sørvági, fer til gravar týsdagin 3.
okt. kl. 14.00 úr Sørvágs kirkju. Bønarhald
verður í Ellisheiminum í Vágum, í kvøld kl.
18.00. Tey, ið vilja minnast Hannu, kunnu lata
Skandinaviskubarnamissionini eina peningagávu;
konta í Føroya Sparikassa.
Alvilda Heinesen, Hósvík, andaðist leygarkvøldið
á Korndalsbýlinum á Eiði 70 ára gomul.
Jarðarferðin verður mikudagin kl. 14.00 úr kirkjuni
í Hósvík. Tey, ið vilja minnast Alvildu, kunnu lata
Korndalsbýlinum á Eiði eina peningagáu; konta í
peningastovnium.
Kistan Páll á Dul fer frá kapellinum í dag kl. 18.00
heim í Betesda. Jarðarferðin verður frá Betesda
týsdagin 3. okt. kl. 13.30. Tey, ið vilja minnast Páll,
kunnu lata eina peningagávu til Malta í Hirtshals,
konta í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Týsdagin 3. oktober fyllir mamma okk
ara, Ragnhild Gaardbo á Toftum 80 ár.
Mamma er dóttir Rachel og Jóhannus
Hansen í Túni á Toftum og vaks upp í
einum góðum heimi í rekkjuni mitt á
Toftum, saman við systkjum sínum,
Yddi, Hilda, Anna, Hanni, Lela, Inge
beth, Hannebeth, Eli og Astrid.
Sum ung fór hon út at tæna, bæði her
á Toftum, og eina tíð inni á Glyvrum,
eisini tænti hon, saman við Lelu, eina
tí úti á Barnaheiminum á Nesi.
Eftir at mamma og pápi vóru gift
undir krígnum, var mamma heima og
passaði okkum, svigarforeldrini, húsini
og familjuna.
Tá vit so vóru blivin vaksin og flaka
virkið var komið á Toftum, fór mamma
at arbeiða á Nyki, og arbeiðssom sum
hon var og við sínum lætta sinni, treivst
hon sera væl millum arbeiðsfólki á
flakavirkinum, har hon hevði ymisk
álitisstárv.
Fyri okkum hevur hon altíð verið
tann fullkomna mamma, sum uppaldi
okkum í kærleika, umsorgan, góðsku
og hjálpsemi, bæði í uppvákstrinum
og eisini síðani vit blivu vaksin, og
sama lyndi hevur hon síðani víst móti
børnum og familjum okkara.
Mamma saman við pápa, ið doyði
í 1981 bert 57 ára gamal, skaptu í
hjúnalagi teirra, tær bestu og tryggastu
umstøður hjá okkum børnum at vaksa
upp í sum hugsast kundi.
Vit kundu ikki fingið ein betri og
tryggari uppvákstur, enn okkara trygga
og góða barnaheim uppi í Brekkum,
har mamma í okkara yngru árum gekk
heima, og pápi arbeiddi sum arbeiðs
formaður hjá D. P. Højgaard niðri í
Oyrunum.
Meðan vit vóru børn, var mamma jú
altíð heima, so vit komu ongantíð heim
til tóm hús, men sum oftast vóru nógv
fólk inni umframt mammu.
Hetta komst óiva av, at mamma
altíð hevur havt eini serlig evni, gávur
og hegni til at verið saman við og at
umgingist fólk, sum hevur viðført, at
hon altíð hevur megna at skapt trivnað
og góðar kenslur hjá menniskjum hon
er saman við, og var tað hetta sum eyð
kendi hennara grannalag inni í Brekk
um, og tað var í hesum góðu umstáðum
vit fingu loyvi til at vaksa upp í.
Mamma hevur altíð havt og hevur
framvegis eina serliga umsorgan fyri
okkum børnum, okkara familju og øðr
um menniskjum. Hesa umsorgan vísti
hon millum annað við at taka annan av
synunum hjá Annu systur síni, ið doyði
í barsilssong, til sín og uppaldi hann
sum sín egna son, og vit gleddust um
at hava fingið ein beiggja afturat.
Mamma hevur á ein serligan hátt
merkt stórar og tyngjandi sorgir í lív
inum, serliga tá vit hugsa um, at hon
hevur misti tríggjar synir, ein sum
nýføðing, ein í vanlukkuni á Toftavatni
og ein í ferðsluóhappi í Toftatúni og til
seinast pápa, men hennara tol, hennara
lyndi og andaliga grundstøði hevur
hjálpt henni ígjøgnum alt hetta á ein
slíkan hátt, at vit børnini í dag hava
eina mammu, sum uttan undantak er
tann vit børnini leita til og fáa hjálp
frá, tá vit eru blivin rakt av sorg og
missi, og tað eru vit henni ómetaliga
takksom fyri.
Nú mamma er 80 ár, kann hon av
sonnum gleðast um børnini, svigarbørn,
tey sjey ommubørnini og tey seks
langommubørnini, og vilja vit við hes
um ynskja tær hjartaliga tillukku við
degnum og ynskja tær Guds ríku signing
í teimum komandi døgum og árum.
Børnini við familju
Ragnhild Gaardbo 80 ár
Fríggjakvøldið 29. september and
aðist Páll á Dul, Klaksvík, 90 ára
gamal.
Seinastu árini hevur heilsan
bilað honum, men nú hann hevur
lagt frá landi til sína seinastu
ferð, koma nógvir tankar og nógv
minni fram fyri ein. Páll var ein
heilt serligur persónur. Hóast lítil
av vøkstri fylti hann nógv í sínum
umhvørvi.
Hann varð føddur 25. apríl 1916 í
Konradsbrekku í Havn. Foreldrini,
Agnas hjá Konrad og Jógvan
Jensen á Dul av Strondum, vóru
flutt inn í húsini hjá Konrad. Tey
fingu 9 børn, og var Páll nummar
6 í raðfylgjuni. Hesi 9 syskini, sum
at byrja við øll itu Jensen, vóru:
Dánjal, Signhild (g.Wolles), Hanna
(g. Sundstein), Jógvan, Jákup,
Páll, Grímur, Bjørga (g. Copland)
og Mia (g. í Skorini). Tann elsti,
Dánjal, varð føddur í 1906 og tann
yngsta, Mia, varð fødd í 1922.
Men so kom sorgin til hetta hús.
Í 1923 doyði húsfaðirin Jógvan.
Agnas sat eftir við 9 faðirleysum
børnum, tann elsti var 17 ár og
tann yngsta 1 ára gomul. Tá var
eingin almannaforsorg av nøkrum
slag. Tað ráddi um at lívbjarga sær
við arbeiðssemi og samanhaldi
millum móðir og øll børnini, og
ikki minst við trúðaráliti á Hann,
sum hevði givið lyftið: »Faðir
faðirleysra og verji einkjanna er
Gud í heilaga bústaði Sínum«.
Hetta orðið varð mangan havt á
lofti í hesum heimi.
Syskini lærdu tíðliga at arbeiða,
og øll, sum vóru so frægt til aldurs,
gjørdu sítt fyri at skapa innløgu
til húsið. Kúgv høvdu tey eisini
og eina trøð, sum kommunan tó
seinri tók frá teimum. Tað var
helst nakað vit nú kundu rópt
negativ almannaforsorg. Onkur
góður persónur kom tó uppí og
fekk útvegað ommu endurgjald.
Agnas var læraralærd, men sjálvt
um hon hevði maktað at arbeitt
sum lærarinna, var hetta noktað
henni av myndugleikunum, tí hon
ikki var limur í fólkakirkjuni. Systir
hennara Maria, fekk uppsøgn sum
lærarinna av somu orsøk.
Eitt tíðarskeið legðist Agnas
sjúk av tuberklum, nøkur av
syskjunum vóru tá eftir í húsinum,
meðan onnur fóru út til góð fólk
at vera í eina tíð. Páll var tá eina
tíð í Søldafirði.
Undir hesum umstøðum vaks
Páll upp. Lítið var av heimsins
góðsi, men so mikið meira var av
menniskjansligum kærleika og sam
anhaldi. Trúfesti mótvegis hvørjum
øðrum og gudsfrykt lærdu hesi
fólkini, og saman hildu tey alt lívið.
Við Pálli fór tann næstseinasti, nú
er bert Mia eftir á lívi.
Arbeiðssemi og viljan til verka
hevði Páll. Longu sum smádrongur
byrjaði hann at arbeiða, og hann helt
á til ellisaldur. Tá studentarskeið
Løgtingsins varð stovnað meldaði
hann seg til á fyrsta liðnum. Hann
var sostatt við á fyrsta liði av før
oyskum studentum. Áðrenn seinra
heimsbardaga arbeiddi hann eisini
eina tíð á Posthúsinum í Klaksvík
og nakrar mánaðar hjá Kjølbro.
Í Klaksvík hitti hann Alexandru
Isaksen dóttir Sáru og Jens Klæm
int. Tey vórðu trúlovað og í 1939
fór Páll til Danmarkar at lesa
víðari. Tá fór Alexandra við. So
brast kríggið á, og Danmark varð
hersett. Tíðliga undir krígnum
giftust tey og fyrsta barnið, Sára,
varð fødd í Keypmannahavn.
At byrja við las Páll á Handils
háskúlanum og tók HA prógv.
Seinri fór hann at lesa jura
og tók juridiskt prógv í 1948.
Men tá var ikki sum nú SU og
onnur fíggjarlig hjálp. Alla sína
tíð í København arbeiddi hann
ymiska staðni. Undir krígnum
var familjan sum sagt innilæst
í Danmark, men hugurin til at
koma heim aftur var alla tíðina
til staðar. Beint aftaná kríggið,
tá fyrstu føroysku sluppirnar
fóru niður og komu aftur, royndi
Páll at sleppa heim við. Tað
eydnaðist honum at koma heim í
juni 1945 við sluppini Mjóanes.
Tað stendur enn so livandi fyri
mær, hvussu spent vit børn vóru
at síggja skyldfólkini, sum vit í
veruleikanum ikki kendu, tí skiln
aðurin hevði verið so langur. Eg
hevði tveir mammubeiggjar, Jógv
an og Páll, og tveir pápabeiggjar,
Dánjal Jakku og Eilef, í Danmark
undir krígnum. Eg var smádrongur
tá heimsbardagin byrjaði, og stór
ur drongur, tá hann endaði. Tað
vóru spennandi kenslur at síggja
hesar skyldmenn aftur.
Páll og Alexandra fluttu heim
aftur til Føroya um leið 1949.
Ætlanin hjá honum var helst at
byrja hjá einum advokati í Havn.
Men lagnan vildi tað øðrvísi.
Jógvan Kjølbro kendi Páll frá
tíðini í Klaksvík í tríatiárunum,
og tá Poul Als fór aftur til Dan
markar, bað Kjølbro Páll um at
gerast skrivstovuleiðari í Kjølbro
fyritøkuni. Her kom sostatt stór
ur partur av hansara lívsstarvi at
vera. Tey búsettust í Klaksvík, og í
Klaksvík andaðist hann nú, gamal
og mettur av døgum.
Í Klakvík fingu tey eisini tey
bæði næstu børnini Agnar og
Maritu. Av børnunum hjá Páll býr
Agnar, giftur við Evy, í Klaksvík,
Sára, gift við Sverra Hentze, býr
í Liseleje og Marita, gift við Jón
Nystrøm, býr í Hirtshals.
Aftaná at vera givin í Kjølbro
fyritøkuna hevði Pálla fleiri onnur
størv, arbeiddi fyri ein part tað,
sum nú verður rópt free lance.
Men hann fekk inn í millum
eisini tíð til at royna tað politiska
lívið. Hann sat, so vítt eg minnist,
tvær setur í Klaksvíkar býráð, og
var eisini eitt skifti borgarstjóri.
Men har, sum hansara allar
størsta trúfesti hevur víst seg, er
í samkomuni í Betesda. Tað sum
hann lærdi og varð uppdrigin við
heima hjá mammuni í Konrads
brekku, bar frukt, og virkaði líka
til tann dag, hann ikki slapp at
vera nærverandi longur. Hansara
tænasta í samkomuni, og Alex
andrusa og hansara gestablídni
mótvegis fremmandum og ikki
minst trúboðarum, kann ikki virðis
metast.
Páll var ein positivur maður.
Ein lívsglaður persónur, sum man
gjørdist glaður av at vera saman
við. Eisini ein stuttligur persónur.
Hann var skemtandi, men hann
vitsti eisini, at álvara og skemt
bert eru tvær síður av somu søk.
Lydia og eg hava nógv at takka
Pálli fyri. Vinarlag hansara og
blíðskap hava vit notið mangan.
Eitt eyðkenni fyri hann var, at hann
ongatíð gloymdi okkum. Hvørt
einasta ár, tá eg hevði føðingardag
ringdi Páll at ynskja til lukku. Líka
til hann ikki kundi longur.
Takk fyri alt og hvíl í friði, góði
skyldmaður.
Jógvan Sundstein
Páll á Dul farin