Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 189 - 2. oktober 2006 Eitt av fáu gistingar­ húsunum úti í heimi har tað ber til at tosa føroyskt er sjómansheimið Ørkin í Reykjavík. Her er talan um eitt føroyskt stað í útlandi, men har allur heimurin kortini hittist! Hotell Orð & myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Reykjavík: Mitt í hjartan­­um í íslendska høvuðsstaðnum liggur Ørkin. Ein snotuligur bygningur, sum stendur tilbúgvin at bjóða teimum vitjandi tær tænasturnar, sum eitt slíkt hotell eigur. Tað sjáldsama við hes­ um heiminum er at øll starvsfólkini eru føroysk – teirra millum tríggjar ungar gentur: Olga Arnfinn sdóttir úr Íslandi, men sum hevur búð í Klaksvík í sjey ár, Rebekka Petersen úr Kolla­ firði og Jonn a Joensen Undir Gøtueiði. Hóast tær eru úr so ymiskum støðum so hava tær tað sera gott saman. - Jú, vit trívast væl saman. Og tað er gott, sigur 19 ára gamla Olga. Hon byrjaði á sjómans­ heiminum fyrr í summar hálva tíð, men arbeiðir nú fulla tíð. Fjølbroytt arbeiði Tað er hugnaligt at koma inn ar á sjómansheimið. Her valdar friður og her kemur ein beint inn í eitt føroyskt umhvørvi. Í móttøkuni í dag situr Olga. Henn ara arbeiði her er til dømis at skriva rokningar og bíleggja vørur. Umframt hetta er hon við í tí meiri praktiska ar­beið­ inum, til dømis rudda, ordna morgunmatin, vinda Merkið á stong og rudda hotellið. - So tú skilir, at hetta er eitt fjølbroytt arbeiði. Eg havi so altíð nóg mikið at tríva í, sigur Olga. Hon verður avbrotin av starvs­felagum sínum, Jonn u og Rebekku, sum koma til diskin fyri at vita, hvat kamar tær nú skulu fara undir at rudda. Altíð saman Hesar báðar føroyskur genturnar, Olga og Rebekka trívast eisini væl saman. Tær kendust áðrenn tær fóru til Íslands út frá tiltøkunum sum verða hildin í samkomuhúsinum Kelduni í Skálafirði. Men nú tær eru saman her, eru tær vorðnar nógv meiri knýttar hvør at aðrari. Her arbeiða tær saman og her eru tær saman í frítíðini. Tær arbeiða hvønn dag, og hava fyri sovítt ongan frídag. Hinvegin so er arbeiðs­dagur teirra ikki langur. Tá tær hava frí so fylgjast tær eisini. Stuttur vegur er av sjómansheiminum til tvey vælumtókt og “týdn­ingarmikil” støð hjá summum – matstovan Perlan og so stóra keypsmiðstøðin Kringlan, har ein fær alt sum ein leitar eftir. Men tær báðar hava eis­ini onn ur áhugamál. Tær royna at vera sum mest í sam­komu­ húsinum Fila­delfia, sum eisini liggur fáar minuttir frá sjómansheiminum. Her eru tað serliga ungdómsmøtini, sum teimum dámar væl. - Hetta minn ir so nógv um Kelduna. So her dámar okkum sera væl, sigur tær báðar við ein munn . Blíð og fyrikomandi Henda mikudagin vit vitj­ aðu sjómansheimið høvdu tær verið í sving allan fyrra­ partin. Tær høvdu longu gjørt nøkur kømur á einu hæddini, og hava nú gjørt hesi klár til teir næstu gestirnar. Nú vilja tær hava at vita, hvat stendur á skránn i. Hon, ið hevur skil fyri hesum, er Olga. Hon hygg­ ur eftir dagsskránn i, og sigur teimum so numrini á kømrunum tær skulu undir. Og so eru tær horvnar. - Okkum dámar væl ar­beið­ið her. Her er nógv at gera, og haraftrat møta vit nógvum fólki – bæði føroyingum og útlending­ um. - Vit royna at vera blíð og fyrikomandi móti teimum. Og tað vísir seg altíð, at tey eru blíð afturímóti, sigur Jonn a, sum hevur arbeitt her síðani 1. august. Henn ara arbeiði er tað sum tradisjonelt kallast gongs­genta, og hevur saman við vin­konuni Rebekku sum arbeiði at vaksa kømur, gongd, trappur og er í mót­ tøkuni um tørvur er á tí. Fyribils verður hon her á sjómansheiminum til jóla. Ein bólkur Henda mikudagin var ikki so nógv fólk og gisti á sjómansheiminum. Her kann ann ars bæði talan vera um føroyingar, polendingar, belgiarar og hollendingar. Men í morgun skiltist, at neyðugt var at gera nógv kømur klár fyrrapartin. - Tað kemur ein bólkur úr Grønlandi í dag – eini 15 fólk, sigur Olga Tey skulu hava ráðstevnu her og hava tí brúk bæði fyri kømrum og salinum til fundirnar. Jú, her er gongd á sjómansheiminum. Hetta er eitt føroyskt stað í Íslandi, men har allur heimurin er vælkomin! Ørkin – eitt før 16 ára gamla Jonna Joensen hevur arbeitt her síðani 1. august. Hon hevði hug at royna okkurt annað, og kom tí á Ørkina. Pápi hennara, Jonhard Joensen situr í nevndini fyri heimið Rebekka Petersen úr Kollafirði trívist væl her á Ørkini. Arbeiðið er fjølbroytt – her arbeiðir hon við dustsúgvaranum í gongdini