Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 2. oktober 2006 15 tíðindi oyskt heim í Íslandi Stutt sagt Heimligt umhvørvi HOTEL SJÓ­MANS­ HEIM­IÐ ØRKIN er før­ oyska sjómansheimið í Reykjavík. Her verður roynt at skapa eitt heimligt umhvørvi fyri sjómenn og føroyingar annars, sum búgva í Íslandi ella koma at ferðast higar.Fyri­ støðufólkini, Sím­un og Elin Hansen, og starvsfólkini eru føroy­ingar. Hotellið hevur 20 dup­ultkømur. 10 av teimum kunnu nýtast sum 4-mans kømur. Øll kømrini hava wc/bað, lit­ sjónvarp og telefon. Eis­ ini er atgongd til alnetið. Sjómansheimið liggur tætt við miðbýin. Nógv tiltøk Møti er hvørt sunnukvøld kl. 17, aftaná er kaffi at fáa. Føroyakvøld er annað­ hvørt mikukvøld frá kl.19- 22. Næstu ferð 4 okt. Á skránni er nógv til gaman, álvara og handa­ligt. Fyrsta vikuskiftið í hvørj­um mánaði hava vit vitjan frá Føroyum. Gongur á skift við presti og trúboðara frá ávikavist Sjómanskirkjuni og Sjó­­mans­­heiminum. Tá prestur vitjar er fyrst guds­ tænasta í Háteigskirkju kl.15, og síðani kaffi á Sjómansheiminum. Leyg­ ar­kvøldið, ið vitj­anin er, hava vit hugna­kvøld við sangi, skemti og andakt, og kl. 20 á Sjómans­ heiminum.  Lyfta lættir um Eitt slíkt heim í so nógv­um hæddum hevur sjálvandi tørv á eini lyft. Henda hevur verið nógv saknað í fleiri ár, men umsíðir er hon komin upp á pláss. Á henda hátt hava illa gongd fólk ella fólk í rullistóli nú møguleika at gista her. Føroysk starvsfólk Roynt verður at hava so nógv føroysk starvsfólk sum gjørligt á Ørkini. Umframt vanligt ar­beið­ ið sum fyristøðumaður, vitjar Símun umborð á føroysk skip og somu­leiðis útlendsk, har føroy­ingar eru við. Roynt verð­ur at verða teimum til hjálpar og at veita teimum tey nýggjastu bløð­ini úr Føroyum. Um møguleiki er til tað, verður eisini andakt hildin um­borð. Ørkin er ein sjálvs­ognar­ stovnur, har nevndin er sett saman av føroyingum og føroyingum sum eru búsitandi í Reykjavík. Nevndin hevur fund árliga í Reykjavík ella í Føroyum. Tær tríggjar føroysku genturnar trívast væl saman – og hava úr at gera: Vinstrumegin Rebekka Petersen úr Kollafirði, Olga Arnfinnsdóttir úr Íslandi, og sum hevur búð í Klaksvík, og uttanst høgrumegin Jonna Joensen sum er ættað Undir Gøtueiði Fyristøðufólkini, Elin og Símun Hansen fegnast um, at føroyingar vitja nógv á heiminum. Tey hava eisini eitt serstakt tilboð í sambandi við vikuskiftistúrar Útsýnið frá Sjómansheiminum er frálíkt